Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 • 30. mai 2007 MIÐvIkaN 23 ➙ enn tikið til, hvussu væl teimum dámdu at koma á Sund. Tað var ótrúliga gott at vera barn á Sundi. Her var vítt um at spæla frá fjøru til fjals, og sum greitt frá var lætt at fara á flot. Eitt árs skúlagongd Og so gingu vit ikki í skúla. Eg kendi einki til skúlagang, fyrr enn eg var 11 ár. Tá kom lærarinnan úr Kaldbak eina viku um mánaðin. Eg gekk bert 33 vikur í skúla tilsamans. Hetta hevur svarað til skúlagongd í eitt ár, tá feriur verða trektar frá. Skúlin var í bóndagarðinum, har eitt rúm var ein lítil skúlastova. Her búði lærarinnan eisini, meðan hon var á Sundi. Hóast hesa lítlu skúlagongd, gekk hampiliga fyrst at fáa skip­ araprógv og síðan longdina nøkur ár seinni, men eg mátti tó gera nakað við tað. Gimmi var eitt ár eldri enn eg og fekk tilsvarandi minni skúlagongd, men hjá honum gekk eisini væl. Lærarin var Mia Vang. Hon var ættað úr Kaldbak, fødd 21. mai 1904. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1926 og var fyrst lærari í Sandavági 1927­31, og hon gjørdist í 1931 lærari í Kaldbak og á Sundi. Her kom hon at hitta Óla Olsen, seinni Hellu, av Válinum. Hann var beiggi Ullu, bóndakonuna, sum var gift við Jákup Bærent­ sen. Tá hann doyði, kom Óli at hjálpa henni við mannfólkaarbeið­ ið á garðinum. Mia og Óli giftust í 1941, men hon doyði sama ár, eftir at hava fingið sítt fyrsta barn, eina gentu, sum kom at eita Mia eftir mammuni. Lítla Mia flutti saman við pápanum aftur til Válini, og hon búsettist seinni í Danmark. Mia var so lítil, og vit vóru so stórir. So tað bar ikki til hjá henni at seta okkum eftir. Men eg haldi kortini ikki, at vit vóru so óskikki­ ligir, og vit høvdu kortini virðing fyri henni. Vit týmdu so illa at ganga í skúla. Vit fingu eisini so nógv fyri, sum til dømis at rokna, meðan vit annars høvdu frí. Tað var ikki fyrr enn dagin fyri, at vit skuldu fara í skúla aftur, at vit set­ tu okkum at rokna eitt sindur. Mia hevur verið ein persónlig­ heit. Hon hevði evni at yrkja, sum vit hava dømi um í hesi frásøgn. Í teimum pappírum, sum liggja eftir henni, er eitt fitt og vakurt vers, sum ljóðar soleiðis: Stíg stillan inn um kirkjugátt her tagnar tíðarandi, alt hvønndagsstrevið verður smátt nú eg fyri Gudi standi. Hjálp­argrunnin fyri Óarbeiðsførar Fiski­ menn Tað áhugaverda við henni er eisini, at tað var hon, sum var beinleiðis orsøkin til, at Hjálpargurnnurin fyri Óarbeiðs­ førar Fiskimenn varð stovnaður í 1938, og er hetta ein áhugaverd søga. Hetta var tíðin, tá tuberklar­ nir gingu av tí ringa. Nógv av smittuni var umborð á fiskiskipun­ um. Tá kom reglan um, at menn skuldu kannast fyri tuberklar, áðrenn teir fóru avstað til skips. Tá hendi tað seg javnan, at fiskimenn vórðu steðgaðir í hesi kanning og máttu fara til húsa aftur uttan nakran inntøkumøgu­ leika við teirri trongstøðu, sum hetta mátti føra við sær. Georg Lindenskov Samuelsen var blaðstjóri á Dimmalætting tá. Hann var kendur fyri sítt sosiala medvit, og hann skrivaði eina od­ dagrein um hendan spurning. Tá var tað, at Føroya Lærarafel­ ag tók ítøkiligt stig til at stovna nevnda grunn við einum innskoti uppá kr. 1.000, sum var nógv tá í tíðini. Skjøl í Lærarafelagnum ví­ sa, at tað var Mia, sum var tann, sum á fundi í felagnum kom við tí beinleiðis uppskotinum um hetta. Síðani komu hini sjóvinnufeløg­ ini uppí við størri upphæddum, og hevur hesin grunnur havt stóran týdning fyri fiskimenn gjøgnum árini. Lærarafelagið hevur fram­ vegis umboðan í nevndini fyri grunnin. Tá høvi nú er til tess, eigur Mia at vera mint fyri hetta. Gift í minni enn eitt ár Tað finst eitt bræv, sum Mia hevur skrivað til systir sína Gull­ borg tann 21.desember 1940. Hetta bræv er so fitt, at vit fara at endurgeva nakað burtur úr tí. Hon byrjar við at greiða frá, at nú eru hon og Óli innskrivað, og brúðleypið verður aftaná 5.januar. Hon skal giftast í hvítum kjóla, og síðan skrivar hon: Óli vil so fegin, at eg skal hava hvítan kjóla. Hann hevur fingið sær klæðir seymaði, nú hann var í Englandi (við Emanuel). Hann hevur keypt so mangt, eitt flott radio, og so eitt so stórt og vakurt gólvteppi og til mín ymiskt: sápur, baðisalt og gottarí. Eitt sindur sen­ di eg tær… Nakað hava vit sent norð til Kvívíkar til tey børnini, og so hevur hann til mín keypt so flottar skinnhandskar. Men ólukku­ dýrið hansara. Hann hevur keypt einar brúnar, so eg má goyma teir, til eg fái ein brúnan frakka… Ein kann enn í dag gerast syrg­ in um, at henda positiva kvinnan er deyð innan eitt ár aftaná, at hon er so spent uppá sítt komandi lív sum gift kona. Annars var Óli skipari og átti snurruváðbátin Fossá. Hann giftist aftur við Ressu. Hann bygdi hús har norðuri, og tey høvdu han­ dil. Í aðru giftu fekk hann børnini Páll og Bjørg. Nógv vitjan Tað var eingin koyrivegur inn á Sund. Men kortini var nokk so fitt av trafikki fram við hjá okkum. Farleiðin úr Norðradali gekk fram­ við Sund, tá tey úr Norðradali komu tvær ferðir um vikuna við mjólk, sum skuldi sendast víðari við mjólkabátinum. Tað kundi vera Tróndur ella Streymur, sum legði at á Sundi á veg til Havnar. Tað var ein drúgv ferð úr Norðra­ dali inn á Sund, einar tveir tímar hvønn vegin, og mjólkin varð reidd við rossi. Mjólkin var goymd og køld í brunni við rennan­ di vatni. Sjálvi høvdu vit tó ikki tørv á at senda mjólk. Vit høvdu eina kúgv, og vit vóru so nógv børn, at vit brúktu alla mjólkina sjálvi. Neyt­ ini mjólkaði heldur ikki so nógv tá, áðrenn byrjað var við kraftfóð­ ur sum í dag. Eg haldi, at kúgvin mjólkaði einar 10 litur um dagin. Tað sum ráddi um var, at kúgvin mjólkaði leingi, so hon var slept so stutt sum møguligt, áðrenn hon kálvaði aftur. Somuleiðis lá leiðin um Sund, tá tey í Norðradali skuldu til handils. Tá gingu tey inn á Sund og læntu róðrarbát at rógva yvir til Kaldbak. Ofta høvdu tey eisini ørindi og flutning til Havnar, og tá var gingið allan vegin til Havnar eftir oynni. Tað vóru eisini onnur sum komu framvið, ið til dømis kollfirðingar. Serliga minnist eg Jóhannes á Todnesi. Hann var eitt sindur sjáldsamur. Hann var sera belisin og hevði lisið nógvar bøkur. Hann dugdi ikki bert at greiða frá inni­ haldinum í bókunum. Hann kundi eisini siga á hvørji síðu í bókini, tað stóð, sum hann greiddi frá. Tað var vanligt, at kollfirðingar gingu til Havnar, og tá komu teir eisini framvið á Sundi, tá teir høvdu onkur ørindi, sum kanska bert vóru at støkka inn á gólvið. Kaldbaksmenn komu eisini ofta til Sund á veg til og úr Havn. Fyri at stytta um hjá teimum, so var tað ofta, at vit fluttu teir yvir um fjørðin. Hetta var bert ein beini, sum einki varð kravt fyri. Men summir teirra góvu okkum tó nøkur oyru. Tað mundi taka umleið eitt korter at rógva hvønn vegin. Søgan aftanfyri p­er­ sónarnar á myndini Ofta er tað soleiðis, at tá ein arbeiðir við eini samrøðu sum hesa við Jakku, koma fram aðrar áhugaverdar søgur, sum kunnu gera frásøgnina meira fullfígg­ jaða og áhugaverda. Her skal eisini nevnast, at FF­blaðið í síni tíð hevði eitt sera gott samstarv við Haldane Joen­ sen frá Fornminnissavninum um myndir. Tað eru nógvar manningar­ myndir, har nøvn eru sett á vegna hetta samstarv. Í samband við hesa søgu av Sundi hava vit eisini fingið Henda yrkingin stóða í Varðanum í 1928. Hon er skrivað av læraranum hjá Jákupi. Grøvin sum Andreas gróv sær sjálvum á Norðadalsskarið.