mikudagur 30. mai 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. mai 2007
23
Set teg í samband við
okkum, óansæð um tú kanst
luttaka ella ikki. Vit vilja
fegin frætta frá tær og
greiða tær nærri frá tiltaki-
num. Ring til Elin K.
Matras tlf. 45 50 94 / 28 50
94 ella send ein teldupost til
abraham@kallnet.fo
Vit sum fóru í skúla í 1967 á Ziskatrøð
Nú hittast vit aftur - 40 ár
eftir fyrsta skúladag -
tann 21. juli 2007
Byrja verður kl. 10.00 við
at øll møtast í skúlagarði-
num á Ziskatrøð. Um
kvøldi verður veitsla á
hotel Norð.
Tá nýggi leiðarin, Torkil Mørkøre
tók við starvinum í svimjihøllini í
Klaksvík á heysti í fjør, lovaði
hann at svimjihøllin skuldi gerast
meiri sjónlig.
Longu nú eru fleiri broytingar
framdar, meðan helst tann størsta
verður liðug í næstum: Ætlanin
um eitt baðiland í Klaksvík.
Arbeitt hevur verið við hesum
eina tíð, og nú er komið so mikið
langt at ein sær skapið av tí, sum
uttan iva fer at fáa klaksvíkingar,
norðoyingar og onnur at leita sær
hagar í hópatali.
Endamálið við hesum er at
veita teimum vitjandi eina betri
tænastu og soleiðis økja enn meiri
um talið á teimum, ið fara at vitja
svimjihøllina.
sb.
Spennandi
skrá í
KFUM&K
Komandi vikuskiftið verður
Norðoyastevna í Klaksvík.
Hóast bygdastevnurnar eru
nógv minkaðar, eftir at
festivalarnir komu, so eru
bygdastevnurnar framvegis
fyri at stuðla ítróttinum og
teimum smáu feløgunum.
Eisini í KFUM & K í
Klaksvík verður nógv
ymiskt á skránni um
vikuskiftið
Skráin fyri tiltøkini í
KFUM & K byrjar kl. 22, tá
Opið Hús er á skránni.
Á midnátt leygarkvøldið
verður Café við livandi
tónleiki. Framførslur verða
m.a. við Jan, Erlu, og Ari.
Eisini verður kaffi, køkur,
suppa og annað at fáa.
Sunnudagin kl. 14.30
verður ein serstøk Café við
barnasangi og kl. 18 møti
Kl. 21 er ungdómsmøti
har Erik Wengel,
missiónsskrivari hjá Dansk
Ethioper Mission (DEM) fer
at tala.
sb.
Baðiland til fólkið
Enn er ikki klárt, men arbeitt verður av øllum alvi at gera svimjihøllina klára. Í farnu viku vóru menn framvegis til arbeiðis, og var leiðarin torkil Mørkøre í
ferð við at spula í baðilandinum.
Mynd: Høgni Thomsen