mikudagur 30. mai 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • 30. mai 2007
MIÐvIkaN
24
gamlar fotomyndir frá Hal
dane. Ein av teimum er við í
greinini í dag, og hon er júst
frá ein slíkari vitjan á Sundi.
Myndateksturin lýsir hvørjir
persónarnir eru. Men afturat
tí hava vit fingið áhugaverdar
upplýsingar frá avvarðandi at
hesum myndum, og eru tær frá
Tóru Bærentsen, Janus Mohr,
og systkinabørnunum Zakarias
Wang og Marionnu Debes Dahl.
Mia var mostir Marionnu og
fastur Zakarias. Umframt eru
tvey systkin hjá ommu teirra á
myndini, og eru tað Ingeborg og
Olaf Mohr.
Ingeborg
Ingeborg hevði eina serliga søgu:
Hon fór til Skotlands á ungum
árum, og har lærdi hon seg at
tosa enskt. Hon kom væl fyri, var
kamargenta hjá eini ríkari konu,
sum var sera góð at vera hjá.
Hon fór sjálvboðin upp í herin –
tað var helst tann amerikanska
undir 1. veraldarbardaga fyri at
hjálpa teimum særdu. Har er tað,
at hon møtti tí manni, sum hon
giftist við. Hann var amerikanari,
og tey fluttu til USA. Hann var
ríkur, og eftir at hon varð gift við
honum, var tað, at hon kom mest
sum á hvørjum ári til Hoyvíkar.
Børn fingu tey ongi.
Á eini ferð til Føroya gjørdist
maðurin sjúkur. Tað var ein maga
sjúka, og tey hildu, at hann hevði
fingið hana umborð á ferðaman
naskipinum, tí honum dámdi so
væl at drekka ókókað vatn. Hann
kom á sjúkrahúsið her og varð
sendur til USA, og har doyði
hann. Ingeborg var ung einkja, og
hon giftist ikki uppaftur. Hon var
væl fyri fíggjarliga, og tí kundi
hon koma so ofta til Føroya. Serli
ga væl dámdi henni at fara út at
dyrgja millum Nakkin og Flesina.
Hon sigldi altið, tí hon vildi ikki
flúgva. Men í 1956 slapp hon
ikki undan at fara við flogfari, tí
skipið, hon ferðaðist við, Stock
holm, rendi á Andreu Doriu 25.
juli 1956, túrin eftir, at hon var
komin higar. Skaðin var so stórur,
at skipið ikki var liðugt umvælt,
tá ið hon skuldi heim.
Síðstu ferð hon var í Føroyum
var í 1964, og var hon framvegis
púra klár og sera stuttlig at vera
saman við.
Marianna Debes Dahl hevur í
bók síni »Úti á leysum oyggjum«
eina stuttliga frásøgn um eina
ferð, hon minnist ommusystrina
vera komna heim úr Amerika at
ferðast. Hetta var jú ein sera for
kunnug vitjan við hesi smartu om
musystrini, sum var ein rættilig
verðinsdama. Og so ikki um tala
alt góðgætið, hon hevði við, sum
til dømis tyggigummi, sum tey
ikki høvdi sæð fyrr.
Maja
Maja á Reyni er dóttir Malvinu f.
Mohr, fødd í Hoyvík 11. august
1851. Malvina giftist við Jens
Egholm (18511912), sum var skó
makari og búði úti á Reyni í Havn.
Malvina doyði 21. juli 1923.
Móðir hennara, Marin Pólsdóttir
av Oyri, var einkja eftir Mourits
Mohr, og áttu tey 11 børn, men
eitt doyði sum smábarn, áðrenn
faðirin doyði í 1857. Mourits var
ein teirra, sum var saman við
Pløyen minniliga túrin í Hetlandi í
1839. Í áttatiárunum flutti Marin
til dótrina í Havn og doyði har 28.
august 1907, 90 ára gomul.
Maja var systkinabarn Olaf
og Ingeborg Mohr. Hon var eisini
systkinabarn Kjartan Mohr, og
maður hennara, Hans á Reyni,
gjørdist bókhaldari á Tórshavnar
Skipasmiðju. Jógvan Dahl, sum er
kendur frá Faroe Boys, er ommu
sonur hennara. Maja er vaksin
upp saman við ommu síni, og tí
ber tað til, at hon er saman við
systkinabørnunum úr Hoyvík inni
á Sundi í 1935.
Hans varð valdur inn í
Tórshavnar býráð á sjálvstýrislis
tanum á valinum 21. desember
1912, afturvaldur 22. desember
1916, 29. desember 1920 og 29.
desember 1924.
Hann legði sess sín niður tann
23. september 1927, og tá kom
Zacharias Heinesen inn fyri hann.
Gullborg
Gullborg er systir Miu, lærarinn
una sum greitt er frá, var fødd í
Soylgørðum í Kaldbak tann 15.
mai 1916. Foreldur hennara vóru
bóndahjúnini Sakaris í Soylgørð
um [Zacharias Pauli Vang] og
Marin hústrú hansara [Maren
Mohr, fødd í Hoyvík]. Tey fingu
sjey børn, og var Gullborg ynskt.
Gullborg var ein sonn kald
bakskona. Hon treivst onga aðra
staðni enn í heimbygdini, og
giftist hon eisini í Kaldbak. Maður
hennara var Diss, bóndi Frammi í
Stovu við Á.
Gullborg og Diss fingu trý
børn, sum øll búgva við Á.
Jákup Andrias, uppkallaður
eftir faðir Diss, er elstur. Marin,
uppkallað eftir móður Gullborg,
var miðlingabarnið og gjørdist
sjúkrasystir. Bartal, uppkallaður
eftir abbabeiggjanum, sum doyði
í bestu árum, gjørdist sveinur í
smíði og hevur nú festið.
Tíðliga misti Diss heilsuna
og doyði alt ov tíðliga. Nøkur ár
seinni giftist Gullborg uppaftur
við ti ediliga manninum Andrias á
Mýruni, og fingu tey eina góða tíð
saman, áðrenn hann doyði.
Olaf
Olaf Mohr var føddur í 1895 og
doyði í 1969. Hann var yngstur av
teimum 10 børnunum – sjey gent
um og trimum dreingjum – hjá
bóndahjúnum í Hoyvík, Petur
Mohr (18421920) og Elsebeth
Mariu f. Olsen úr Hvalba (1855
1945).
Olaf var tann einasti, sum reisti
egið búgv í føðibygdini. Hann
giftist við Haraldinu (Dinnu) f. Eg
holm úr Kvívík. Tey fingu trý børn,
men tvey av teimum doyðu av
sjúku í ungum aldri. Sonurin, sum
livir eftir, er Janus Mohr
Frá tí at royndarstøðin byrjaði
virksemi sítt í 1921 og restina av
sínum arbeiðslívi, starvaðist Olaf
har. Hevði so mikið av bønum hjá
bóndanum, Mouritsi, bróðuri sín
um, til brúks, at hann kundi hava
upp til trý neyt.
Olaf var ávirkaður av háskúla
rørsluni, og sjálvur næmingur
á Føroya Fólkaháskúla 16 ára
gamal. Sangglaður sum hann var,
var tann danska háskúlasangbók
in honum ein sannur dýrgripur.
Upptøkur eru til skjals av nógvum
av tí, hann mintist pápa sín hava
sungið.
Komandi partur
Í komandi blaði verður greitt
meira frá lívinum á Sundi, eins og
tað verður ein frásøgn frá bónda
garðinum.
Kaldbaksfjørður við parti av farleiðini til Norðradals. Myndin er tikin av Sornfelli.
Hendan áhugaverda myndin er helst tikin í 1935, og er hon ein góð lýsing av lívinum á Sundi, soleiðis sum Jakku greiðir frá. Persónarnir eru:
Aftara rað f.v. Jakku Reinert, høvuðsfrásøgumaðurin til hesa frásøgn, Hans Bærentsen, bóndasonur og seinni bóndi á Sundi, Olaf Mohr úr Hoyvík, helst
Hjalgrim Jensen úr Skopun, sum plagdi at vera i Norðradali og Maja á Reyni, sum er systkinabarn Olaf og Ingeborg Mohr.
Fremra rað: Dánjal Jákup, kallaður Baggu, bóndasonur á Sundi, Gullborg Vang úr Kaldbak, Andrias Reinert, gamli bóndin í Norðradali, Ingeborg Mohr á vitjan
úr Amerika, Mia Vang, lærari og Óli Olsen, sum Mia seinni giftist við. Hesi eru umrødd í greinini.
Jakku heldur, at myndin er tikin beint omanfyri har SEV verkið er.
Skrá. nr. 7111F0110