Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Floghavnin í Billund er eitt ár yngri enn floghavnin í Vágum og er í dag ein nútímans floghavn við einum altjóða rutukervi Billund Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað var fyrst í sekstiárunum, at nakrar kommunur í Miðjyllandi og Vejle Amt tóku seg saman um at byggja eina floghavn í økinum, og valið fall á Billund. Stutt eftir stovnaðu kommunurnar lutafelag­ ið Billund Lufthavn, ið skuldi standa fyri byggingini og rakstri­ num. Aftan á kommunusaman­ leggingina 1. januar í ár eru ognar­ viðurskiftini broytt eitt sindur, so nú eru tað átta kommunur, sum eiga floghavnina. Størsti einstaki eigarin er kommunan í Vejle, sum eigur ein góðan triðing av parta­ peninginum. Longu í 1964 var arbeiðið at byggja floghavnina liðugt, og tann 1. november bleiv hon tikin í nýtslu. Tá var ein lendingarbreyt, sum var 1.660 metrar long og 45 metrar breið, ein lítil avgreiðslu­ pallur og eitt eftirlitstorn við flúgvileiðaran. Terminalbygning­ ur var eingin, men floghavnin brúkti ein hangar, sum fyritøkan LEGO átti, til hon fekk sín egna terminal í 1966. SAS fór alt fyri eitt undir rutu­ flúgving millum Billund og Keyp­ mannahavn, og longu tað fyrsta árið eydnaðist tað eisini at fáa feløg at brúka floghavnina til leiguferðir. Talan var um ta einu leiguferðina, og tað var eitt flog­ far, sum fór við sjómonnum til eitt skip, sum lá í Norðuritalia. Vaks skjótt Í hagtølunum hjá floghavnini sæst, at teir báðar seinastu mánað­ arnar í 1964 ferðaðust 4.200 fólk um floghavnina. Av teimum komu og fóru 4.100 við flogførum í inn­ anríkisflúgving og tey seinastu 100 við leiguflogførum. Hesi tølini vuksu skjótt. Longu árið eftir, í 1965, kom ferðafólka­ talið upp á 46.200, og av teimum flugu 3.000 á uttanríkisleiðum. Tann veruliga flúgvingin við leiguflogførum byrjaði ikki fyrr enn í 1966. Hetta árið var talið á ferðafólki við leiguflogførum smá 9.000, árið eftir fór tað upp um 13.000, og í 1968 var tað komið heilt upp á 48.600, sum var meiri enn triðingurin av øllum, sum ferðaðust um floghavnina tað árið. Skjótt fóru eisini tey fyrstu farmaflogførini at brúka floghavn­ ina í Billund. Í 1966 fóru góð 1.100 tons av farmi um floghavn­ ina, og longu fýra ár seinni, í 1970, var nøgdin meiri enn tví­ faldað til smá 2.500 tons. Útbygd Tey næstu árini bleiv floghavnin útbygd, so hvørt sum tørvur var á tí. Eitt nú bleiv lendingarbreytin longd fleiri ferðir, til hon í 1971 var komin út á heilar 3.100 metrar, sum hon framvegis er. Samstundis fekk hon alla nútímans lendingar­ útgerð. Síðst í nítiárunum var greitt, at flo ghavnin mátti fáa ein nýggjan terminal, og hann bleiv tikin í nýtslu í mai í 2002. Terminalurin var tann størsta útbyggingin síð­ ani byrjanina í sekstiárunum, og hann var liður í einari størri ætlan, sum umfataði fleiri onnur byggi­ stig. Eitt teirra var tað nýggja par­ keringshúsið, sum verður liðugt í heyst. Tá hendan útbyggingarætlanin er liðug, verður Billund Lufthavn ein nútímans floghavn, ið lýkur øll tíðarinnar krøv. Men útbygg­ ingin er neyðug, tí síðani tað fyrsta flogfarið setti seg í Billund fyri 43 árum síðani, er ferðafólka­ talið fleirfaldað fleiri ferðir, so tað nú togar í tvær milliónir um árið. Okkurt árið hevur tað verið oman fyri tvær milliónir. Altjóða floghavn Tá ES gjørdi av at liberalisera loft­ ferðsluna, fingu flogfeløg møgu­ leika at skipa fyri beinleiðis uttan­ ríkisrutum til og úr Billund. Tað fyrsta felagið, sum gjørdi brúk av møguleikanum, var Maersk Air, sum fór undir beinleiðis rutuflúgv­ ing millum Billund og Southend í Onglandi. Hetta var í 1984, og síðani eru uttanríkisruturnar øktar munandi. Millum farleiðirnar eru London, Manchester, Glasgow, Amsterdam, París og sum kunnugt Føroyar. Herfyri boðaði írska felagið Ryanair frá, at tað fer undir tvær nýggjar rutur til og úr Billund ­ onnur til Barcelona og hin til Milano. Herumframt eru serligar rutur til og úr Malagam Níce og Kreta. Umleið 800 fólk starvast hjá Billund Lufthavn, men verða starvsfólkini hjá hinum feløgu­ num, sum virkin í floghavnini, tald við, gevur floghavnin millum 1.600 og 1.700 fólkum dagligt arbeiði. Billund Lufthavn – altjóða floghavnin á jútsku heiðini Puntur nummar 16 av 23 Loftmynd av floghavnini í Billund