Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 30. mai 2007 summarkapping 40 Stikkan – Føroya størsti tógvhandil Fyri fólk við áhuga í binding er Stikkan eitt satt paradís at koma inn í. Við tí stóra úrvalinum og nógvu modellunum ber næstan ikki til at fara tómhentur út aftur. Stikkan byrjaði í Havn fyri umleið hálvum øðrum ári síðani. Frammanundan var handilin á Eiði. Tey, ið eiga handilin, eru hjúnini Katrin Haraldsen og Mortan Mortensen. Katrin Haraldsen er útbúgvin Tekstil Designari og arbeiðir við at gera mynstur. Tað mynstrið, ið kanska er best kent, er “ermaleysi” vesturin við rundum akslastykki. Vesturin bleiv gjørdur fyri einum ári síðani, men ikki fyrrenn nú slær hann ígjøgnum. Fleiri hava sjálvsagt tikið vestin til sín og lagt ymisk mynstur í akslastykkið, og Katrin Haraldsen metir tað vera sera jaligt, at mynstrið er so væl móttikið. Handilin hevur eisini eina heimasíðu. Har ber til at skriva mynstur út frá Drops og Ístex. Annars er síðan bert upplýsandi. Síðani handilin flutti til Havnar, er kundaskarðin og sølan vaksin sera nógv. Kundarnir eru jaligir og inspirerandi og vitja trúliga inn á gólvið. Arbeitt verður alla tíðina við at menna og útbyggja handilin, siga eigararnir. Bindimaskinur av merkinum Silver Reed eru eisini at fáa. Av tógvi kunnu nevnast merkir sum: Isager, Falkenberg, Sandnes, Drops, Ístex, Filana, Snældan, HP, Dale o.o. Sum nakað nýtt kemur Vivian Høxbro eisini. Sum nú er, eru fýra fólk knýtt at handlinum. Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo Njót nattúruna við klettum, holum og fuglalívinum við Vestmannabjørgini. Vit sigla inn í djúpar holur og millum lodrøtt fuglabjørg og tætt millum bogar og sker. Um tú vilt uppliva nakað serstakt - royn so ein túr við einum av okkara bátum. Sightseeing túrar eystur undir land PALLI LAMHAUGE sight@sightseeing.fo www.sightseeing.fo Silja Star Fríðgerð Tel. 42 41 55 Silja Stikkan er Føroya størsti tógvhandil, og fyri fólk við áhuga í binding er handilin eitt satt paradís at komin inn í