mikudagur 30. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 30. mai 2007
summarkapping
43
Good
Vibrations
Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á
bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur
eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av
summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.
Teitur Lassen er ivaleyst størsta tónleikanavnið, ið Føroyar hevur fostrað.
Hann hevur seinastu nógvu árini ferðast kring heimin við sínum tónleiki.
Hansara rødd hevur vunnið honum nógvar fjepparar, og fyrr í ár var hann
valdur til besta sangara í Danmark. Teitur hevur upplivað summar í fleiri
ymiskum heimspørtum og hevur ivaleyst nógv spennandi summarminnir,
men tá vit spurdu hann, hvat hansara summarlag var, var svarið.
- Hatta er ein ringur spurningur, men eftir at hava hugsa eitt sindur um
spurningin svaraði hann:
- Her er ikki nakað lag, sum beinleiðis flaggar á heilari stong. Men
kanska ”Good Vibrations” hjá Beach Boys. Tá hugsar man um surfboards
og grillpylsur. Tað er møguliga eitt perfekt popp-lag, sum Brian Wilson
hevur gjørt. Har hendur so ótrúliga nógv í lagnum, men tað spælir, sum um
at tað var ein løta á strondini. Og so varar tað bara í 2-3 minuttir.
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Halt frí tá tú hevur frí
Ferðaskrivstovan
vinnulívið setur sítt álit á
Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn
Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo
Kom sum Aladdin
flúgvandi til Klaksvíkar
Mánadag 8.12
(bert juni, juli, august)
Mikudag 13.04
Fríggjadag 13.00
Sunnudag 13.52
Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík
Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík
Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo
Tónleikurin fyllur nógv
í føroyska summarinum
í gøtum og strætum, á
bøum og á strondum, á
festivalum og á møtum.
Men summarið fyllur
eisini í tónleikinum.
Nógv løg finnast, ið
nærum eru um at
bresta av summari. Vit
hava spurt nøkur fólk
um teirra summarløg.
Mítt summarlag
“Good Vibrations” hjá Beach Boys fær Teir Lassen at hugsa um
surfboards og grillpylsur. Hann sigur eisini, at lagið føist sum ein
løta á strondini