Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 67 síður

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 30. mai 2007 44 summarkapping Summarmótin Nú nærkast summarið veruliga. Kvøldini gerast longri og ljósari, og gleðin yvir summarið tykist vera sjónlig ímillum fólk her á landi. Fólk eru heldur ikki í eins nógvum og heitum klæðum hesa ársins tíð, tí ofta velja tey at keypa tynri klæðir, sum passa betur til summarið. Í komandi bløðunum hesa vikuna fara vit at siga eitt sindur um summarmótan her á landi. Vit fara at tosa við onkrar klædnahandlar kring landið, og so er eisini ætlanin at spyrja onkran, sum arbeiðir innan móta, hvørji klæði og hvørjir litir verða á móta í summar. Ætlanin er at hava okkurt um bæði mannfólka- og konufólkamótan. Talan verður bæði um løtt summarklæði og klæði, ið fólk nýta, tá tey eru væl ílatin.            31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Vit taka okkum m.a. av • passmyndum • digitalum myndum • allari myndaviðgerð • sølu av digitalum myndatólum • sølu av DVD video upptøkutólum www.husamekling.fo V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Leitar tú eftir húsum ella vilt tú selja hús tíni, so er Húsamekling rætta staðið. Hygg inn á www.husamekling.fo Sosialurin fer at hava eitt sindur um føroyska summarmótan í komandi bløðunum hesa vikuna