Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin 30. mai 2007 Myndlist Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Árnafjørður: Birger Møller hev­ ur undirvíst á Århus Kunstakademi í samfull 22 ár. Hann hevur verið í Føroyum seks ferðir áður og kemur aftur í summar. – Eg hoyrdi ofta aðrar listamál­ arar tosa um, hvussu serstakt tað var í Føroyum. – Tá eg sjálvur kom higar á fyrsta sinni, kundi eg bara stað­ festa, at hetta var so, sigur Birg­ er. Hetta ætlar hann nú at geva øðrum listarfólkum lut í, tí í august mánaði kemur hann higar við 12 donskum listafólkum. Endamálið er at vísa teimum á tað serstaka litspælið sum føroyska náttúran gevur teimum. – Føroyska landslagið er merkt av yderlighed og av spennivídd. Og tá ein so haraftrat fær litspælið og teir vøkru fossarnar við í mynd­ ina, er lagt upp til eina spennandi vitjan. – Eg vóni bara, at tað ikki verð­ ur liggjandi veður hesar dagarnar, sigur Birger Møller. Gamalt ynski Birgir hevur drúgvar royndir í at undirvísa øðrum listafólkum. Millum hesi mongu listafólkini hava eisini fleiri føroyingar notið gott av vitan hansara. ­ Eg hevði hesar føroyingarnar við í undirvísing míni. Teir for­ taldu nógv um heimland sítt, og sjálvur fekk eg tá eitt ynski um at koma til Føroyar. ­ Hetta eydnaðist mær eisini. Eg havi verið einar seks ferðir í Havn, men hetta er fyrstu ferð at eg undirvísi aðrastaðni, sigur Birg­ er. Frammanundan fyrstu vitjan síni í Føroyum, var hann sera spentur eftir at síggja tey serstøku føroysku viðurskiftini: Hvussu landslagið var skipað, og hvussu teir ymisku litirnir settu síni serligu eyðkenni á oyggj­ arnar. Úr flogfarinum væntaði hann at síggja oyggjarnar úr fuglaper­ spektivi, men so einfalt var tað kortini ikki í veruleikanum. – Tá vit fóru á flog í Danmark fóru vit jú upp um skýggini, og vórðu hangandi har. Men tá vit lendu í Føroyum vóru vit ikki komin meiri enn úr skýggjunum, fyrrenn vit stóðu á vøllinum, greiðir Birger frá. Frekt æl og ljósspæl Í farnu viku fekk hann kortini enn einaferð høvið at síggja oyggjarnar í veruleikanum ­ hesa ferð tær høgu og brøttu Norðoyggjarnar. Saman við listamanninum Archibald Black vóru teir í eini fríløtu farnir ein túr úr Klaksvík og norðureftir. Ynskið teirra var m.a. at fáa eygu á tað serstaka ljós­ spælið og litspælið. Fyri ein listamann er fyri sovítt líkamikið um sólin skínur ella um tað er grátt í veðrinum. Alt hevur sín lit og alt fær sín dám av hes­ um. Henda mikudagin í Árnafirði var veðrið teimum til vildar. Har vóru væl at merkja grovir ælingar, men so skjótt sum ælið freka var farið sín veg, kagaði sólin undan aftur. Tann vakni listamaðurin sær hetta við øðrum eygum enn mað­ urin á gøtuni: Bæði veðursløgini seta sín dám á fjøllini, líðirnar, bygdina og fjørðin. ­ Hetta er júst tað sama sum frálæran og teori’in siga: Ljóskeld­ an í einum staði, hon ávirkar eitt annað stað og hvørvur síðani, greiðir Birger frá. Litirnir spæla okkum eitt puss Vónar óstøðugt veður í august At Birger var ­ og er! ­ sera hugtikin av oyggjunum er lítil ivi um: Tað serstaka er tað stórsligna og høga, og so tað sum er beint í nánd av einum. Hetta hevði hann áður bert sæð myndir av, men nú slapp hann so at síggja tað við egnum eygum. Hesa serstøku upplivingina hevur hann alla tíðina ynskt at onnur eisini skuldu fáa lut í. Hann fekk fatur á øðrum donskum listamálarum, og í august mánaði koma 12 teirra at skoða oyggjarnar, men í mestan mun litirnir og litskiftið og ikki minst, hvussu veðrið kann ávirka hetta. Serliga hetta seinasta hevur áhugan hjá Birger og hinum 12 listafólkunum, ið steðga her í átta dagar. ­ Tað sum eg kortini óttist mest er, at tað skal verða støðugt veður allar hesar dagarnar. Eg vóni tí, at veðrið verður skiftandi. ­ Men man tað ikki fara at laga seg!, sigur Birger við einum brosi. Eg gjørdist ikki sørt skelkaður, tá eg kom út í føroysku náttúruna – Tit hava nakað, sum trupult er at finna nakra aðrastaðni í heiminum: Teir skiftandi litirnir og tað skiftandi landslagið. – Fyri ein listamálara eru tykkara oyggjar sera spennandi, sigur danski listamaðurin Birger Møller. Í farnu viku helt hann skeið fyri listamálarar í Klaksvík