Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin 30. mai 2007 Júst hví, hann fekk henda áhug­ an eru helst fleiri frágreiðingar um. Sjálvur heldur Dánjal, at tað mundi koma av tí málinum, sum fólk vóru farin at tosa um – og kanska einamest óttast fyri. – Onkur nevndi fyri mær, at nú var ikki leingi eftir til eingin visti, hvar fólk lógu grivin í kirkju­ garðinum. – Tað var heldur ikki so einfalt at siga tað, tí í roynd og veru var einki at síggja, uttan gras og leið­ ini, har fólk lógu grivin, greiðir Dánjal frá. Um hetta mundið vóru tað tíbet­ ur fleiri, ið mintust hvar undan­ farnir viðingar lógu grivnir, og kundu geva nágreiniligar upp­ lýsingar um júst hetta. Tað var kortini í síðstu løtu. Kirkjugarðurin kring Viðareiðis kirkju er líkasum í tveimum. Her í eystara endanum eru 50 gravir, og her hevur tað eydnast honum at fáa fatur á øllum nøvnunum. Málið rokkið Hóast Dánjal sjálvur hevði ein ávísan kunnleika til støðini, var hann neyvan komin so væl áleiðis, uttan hjálp frá øðrum fólki. – Tað eru tíbetur tey, ið eru sera góð at minnast til slíkt. Men tað hevur eisini verið neyðugt at fara til avvarðandi. – Og satt at siga, so hevur júst tað hilnast best, sigur Dánjal, sum vit hittu henda góðveðursdagin í farnu viku. Hesi heimildarfólkini vóru sera hent, tá talan var um ivamál um, hvør lá grivin hvar. Soleiðis hevur tað eydnast honum at røkka sínum máli í hesum partinum av kirkju­ garðinum. Men, hvussu hevur so móttøkan verið, tá Dánjal hevur spurt seg fyri um tey, sum vóru farin undan teimum? – Eg má bara siga, at fólk hava verið sera fyrikomandi ­ og eisini glað um, at hetta arbeiðið verður gjørt. – Men tað kann vera trupult hjá teimum at minnast afturá. Her hava vit so prátað saman, og soleiðis hava vit hjálpt hvørjum øðrum til at staðfesta hvør liggur hvar, sigur hann. Tóku pelarnar upp Arbeiðið hjá Dánjali at fáa sett nøvn á rættar gravir, hevur ikki altíð verið eins lætt: Trupulleikin var ofta hann, at eingi nummur vóru við gravirnar. Ikki tí, – tað hava uttan iva verið nummur, sum flest vóru fest á pelar úr træi ella úr sementi. Men sum skilst hava menn ikki altíð verið eins vandaligir, tá teir slóu grasið við gravirnar. – Tað er latið mær fortalt, at tá teir slóu kirkjugarðin tóku teir pel­ arnar upp. Og so er ein spurningur, um teir altíð vórðu settir niður aft­ ur á rætta stað. – Tá byrjaði áhugin fyri hesum at fella. Men fólk mistu kortini Guttorm í Múla og harra Jónas Í hesum staði hevur Dánjal gjørt plátur og steinar til tveir kendar menn ­ Guttorm í Múla og harra Jónas, sum var giftur Beintu. Báðir liggja grivnir her. ­ Ja, Guttormur, hann liggur grivin har í útnyrðingshorninum. Tað hevur ein altíð sagt á Viðareiði, at Guttorm liggur grivin í hesum horninum. ­ Og hann skal sjálvandi eisini hava sín stein og sína plátu, eins væl og maður Beintu, slær hann fast. Fyri at sleppa undan at gera ov nógv av, hevur Dánjal skrivað á báðar pláturnar, at teir eru grivnir her á leið. Til ber nevniliga ikki at siga uppá sentimetur, hvar grøv teirra er. Sagt hevur verið, at jarðarferðin hjá Jónasi var úr prestagarðinum Ónagerði, tí eingin kirkja var um tað mundið. Hann doyði í 1700 og kirkjan fór av brimi fimm ár undan deyða hansara, og tí varð hann grivin “tætt við kirkjuna” ella við kirkjugrundina. ­ Hans Andreas Djurhuus sigur meiri neyvt, at hann skuldi vera grivin við vesturhorn kirkjunnar. ­ Hvar hann hevði tað frá, tað veit eg ikki, men her á Viðareiði hevur ein altíð sagt, at hann varð grivin “við kirkjuna”, sigur Dánjal. Gravsteinurin hjá Roykstovu-Jákupi er eitt dømi um tað nærlagnið, ið Dánjal hevur lagt í hesa ætlanina Mynd: Høgni Thomsen Guttormur, hann liggur grivin har í útnyrðingshorninum. Tað hevur ein altíð sagt á Viðareiði