Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 101 - 30. mai 2007 ] Nesta gevst á lands­ liðnum Italski landsliðsvenj­ar­ in, Roberto Donadoni, sigur, at tað er væl hugs­ andi, at Alessandro Nesta ikki verður aftur at síggj­a á italska lands­ liðnum. Nesta gav avboð til Føroya­ferðina við teirri grundgeving, at hann skal giftast, men Donadoni ber ótta fyri, at fráveran verður var­ andi. ­ Eg vóni sj­álvandi tað besta, men tað tókt­ ist sum ein rættiliga endalig avgerð, sigur Donadoni. Umframt Nesta hevur Francesco Totti eisini givið avboð til landsliðið. Ein avgerð, sum nógvir italiumenn iðra seg um, tí við 26 málum í j­úst lidnu seriu A hevur Totti í ár sýnt satt stórspæl. ­ Fólk kunnu hugsa tað, sum tey vilj­a. Men eg skilj­i hetta meira sum spælarans avgerð um at ansa sær sj­álvum og kroppinum, heldur enn at teir siga nei til at spæla fyri heimsmeist­ ararnar. Ein og hvør spælari, sum spælir fyri landsliðið, skal vera væl fyri og motiveraður. Eg havi sj­álvandi eisini tosað við Totti og Nesta, og eg góðtaki grundgev­ ingarnar, sum teir hava givið mær, sigur Dona­ doni. -mørk Súni vandi í Gøtu Súni Olsen hevur drigist við ein lítlan skaða seinastu tíðina, men tað tykist heilt víst, at hann verður tøkur til landsdystin leygardagin. Í gj­ár vandi hann saman við hópinum hj­á GÍ, og hetta var fyrsta ferðin síðani skaðan, at hann vandi við bólti. Og hetta gekk heilt væl. Sj­álvur staðfesti Súni eisini eftir venj­ingina, at hann er púrasta til reiðar at fara undir avbj­óðingina móti italsku stj­ørnunum. Fleiri skotsk avboð Umframt avboð frá James McFadden og Kenny Miller hevur skotski landsliðsvenj­arin nú fingið enn meira at hugsa um. Tá skotska landsliðið fór til Eysturríkis, har teir skulu spæla leygardagin, vóru hvørki Steven Pressley, Craig Beattie, Russel Anderson ella Scott Brown við í ferðalagnum. Teir tríggir fyrstnevndu verða ikki tøkir til dystin í Føroyum, meðan tað enn er møguligt, at Brown verður tøkur. Einasti spælarin, sum higartil er tikin afturat í hópin, er Christian Dailly úr West Ham. Men McLeish sigur, at hann møguliga fer at taka onkran spælara út afturat, áðrenn farið verður til Føroya. Sigfríður Clementsen tykist vera eitt gott boð, um navn skal setast á nýggja AB- venjaran. Fyribils verða tað tó Terji L. Dalsgarð og Allan Mørkøre, sum koma at standa fyri venjingunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tykist ikki, sum ætla tey í AB at liggj­a sj­óvarfallið av sær, nú nýggj­ loysn skal finnast á venj­araspurning­ inum í felagnum. Oddbj­ørn Joensen varð í gj­áramorgun­ in sagdur úr starvinum, og gj­árkvøldið hevði nevndin fund við spælararnar. ­ Fyribils er loysnin tann, at Terj­i L. Hansen, sum vit longu hava í felagnum, virkar sum høvuðsvenj­ari, og afturat sær hevur hann so Allan Mørkøre. Allan hevur j­ú gj­ørt sáttmála við okkum, men hann fær ikki spælt, fyrr enn flytingar­ vindeygað letur upp, sigur Eyðun Dalsgarð, formaður hj­á AB. Og hann váttar eisini, at felagið arbeiðir við at styrkj­a spælarahópin. ­ Vit hava gj­ørt sáttmála við Allan Mørkøre. Hartil er so ætlanin, at vit skulu hava í øllum førum tveir spælarar afturat, og í løtuni verður arbeitt við hesum. Higartil hevur Súni Fríði Barbá virkað sum hj­álpar­ venj­ari hj­á AB. Við fyribils loysnini, sum nú er sett í kortið, verður hann tó spæl­ ari burturav. ­ Hartil arbeiða vit í full­ ari ferð við at finna eina meira varandi loysn. Nær hendan kann gerast endalig, vita vit ikki, men vónandi verður tað fyrsta dagin, sigur AB­formaðurin. Møguleikarnir Um gitast skal, hvør nýggi venj­arin verður, so tykist Sigfríður Clementsen vera eitt gott boð. Mett eftir tøku nøvnunum á venj­aramarkn­ aðinum, so vil Sigfríður heilt náttúrligt verða ein av teimum allar fyrstu, sum eitt felag setir seg í samband við, um nýggj­ur maður skal finnast. Og tá AB vónar, at tey longu nú kunnu seta navn á venj­aran, so er væl hugs­ andi, at avtala er fingin í lag við fyrsta navnið, sum roynt varð eftir. Eitt annað navn, sum hevur verið nevnt, er Drag­ an Kovacevic, sum fyrr í ár fekk sekkin á Skála. Hann var millum áskoðararnar á Argj­um mánadagin, men tað kann eisini hugsast, at hetta var fyri at heilsa upp á nakrar av teimum, sum hann vandi, tá hann var hj­á VB/­ Sumba. Eisini var Jóannes Jakobsen millum áskoð­ ararnar. Hann hevur fyrr verið venj­ari hj­á AB, og er tí eisini eitt hugsandi boð. AB­loysnin er ávegis Sigfríður Clementsen hevur higartil í ár hildið frí frá venjarayrkinum. Men tað er væl hugsandi, at hann verður nýggjur venjari hjá AB Formula­liðið Sosialurin mannar Formula­ liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best í 11. umfarinum av Formula­ deildini