mikudagur 30. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. mai 2007
17
- At gera allar hesar
gravsteinarnar er ikki
løtuverk. Tað næsta eg
má gera er at fara niðan
í Malinsfjall eftir meiri
gróti, sigur Dánjal.
Gravir
Snorri Brend
Til hetta stóra arbeiðið hjá Dánjali
krevjast sjálvandi gravsteinar.
Hesar tørvar honum ikki at fara
av bygdini eftir.
Í Malinsfjalli, sunnanfyri bygd
ina, er hópurin av steinum. Men
vakna eygað hjá Dánjali er kortini
bert áhugað í nøkrum fáum teirra,
tí teir skulu lúka ávísar treytir:
Teir skulu vera mannbarir, og
haraftrat skal tann eina síðan vera
somikið sløtt, at ein pláta kann
festast á.
Haraftrat hevur hann lagt dent
á, at steinarnir skulu hava ymisk
mosasløg á hvítan og tann van
liga.
Tað er sum hann sigur tað: Tá
sær tað eitt sindur penari út!
Eftir at steinarnir eru fingnir til
hús, verða teir vaskaðir við ser
støkum evni, áðrenn plátan við
navninum verður fest á, bæði við
cikaflexi og skrúvum, soleiðis at
vatn ikki sleppur undir.
Koma í bland
Pláturnar eru úr plastikki, soleiðis
at tær ikki skulu rusta ella farast
so lætt. Áður varð kopar brúkt til
slíkt, men tað komst av at ein ikki
fekk annað tilfar.
Á plátunum stendur ikki bert
navnið og árstalið fyri føðing og
deyða skrivað á. Her er somuleiðis
skrivað á, hvussu fólkini vóru
nevnd millum manna.
– Í eini lítlari bygd er ein slíkur
upplýsingur sera týdningarmikil.
Tí, sært tú, helvtin av monnunum
kallaðust Jógvan, men eftirnavn
visti ein ikki hvat ið var.
– Tí legði ein altíð eitt “hjá”
aftrat ella eitt “úr”, fyri at vísa úr
hvørjum húsi hann var, sigur Dánj
al og vísir til navnið Jákup á
Miðlaðnum.
Hesin maðurin bar navn sítt av
teirri einfaldu orsøk, at hann búði
har. Á Viðareiði hevur ein nøvnini
“uppi á Laði” og “úti á Laði” og
altso eisini á Miðlaði, hagani
hesin Jákup var ættaður.
Hesin sami Jákup á Miðlaðnum
varð eisini nevndur “Roykstovu
Jákup”. Hetta komst av, at tað í
veruleikanum vóru tveir mans við
navninum Jákup í sama húsi og
sum haraftrat vóru í familju.
– Fyri at skilja millum hesar
báðar, kallaðu teir hin fyri Kam
arsJákup, tí hann búði í einum
øðrum rúmi í húsinum og sum
varð nevnt ´”á Kamarinum”.
– Tað var tí altíð eitt endamál
við hesum nøvnunum. Um ikki,
so hevði alt bara komið í bland.
– Og hetta vóru tí heldur ikki
nøvn, sum ein himpraðist við at
siga, slær hann fast.
∆
Helvtin av monnu
num itu Jógvan
Eitt stórt arbeiði er lagt í
ætlanina: At kanna hvør
lá hvar og síðani at útvega
bæði gravsteinar og plátur
við nøvnunum á
Mynd: Høgni Thomsen
Tað er latið mær
fortalt, at tá teir slógu
kirkjugarðin tóku teir
pelarnar upp. Og so er
ein spurningur, um teir
altíð vórðu settir niður
aftur á rætta stað
Um onkur hevði flutt
steinarnar burtur, hevði
eg lættliga kunnað sett
teir upp á pláss aftur
Dánjal stendur her við
grøvina hjá mammubeiggja
sínum, Daniel Viderø, ið
hann er uppkallaður eftir
Mynd: Høgni Thomsen
ikki áhugan fyri gravunum, tí tað
var vanligt at vitja gravirnar, tá
gudstænastan var liðug.
Í dag hevur Dánjal fult yvirlit
yvir tann eystara kirkjugarðin,
men honum vantar at leggja 30
steinar í tann vestara garðin við
fólki, sum hann hevur kunnað
peilað seg inn á.
Hetta arbeiðið er kortini ikki so
lætt, tí at grivið er í hóp oman yvir
hvørt annað.
∆