hósdagur 31. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 102 - 31. mai 2007
Fyrsti føroyski snellu
báturin í ár er komin
undan Íslandi
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Snellubáturin
Norðsøki,
sum er heimahoyrandi á
Selatrað, er komin aftur av
sínum fyrsta túri undan
Íslandi.
Á Kósabrúnni í Klaksvík
søgdu landarar í morgun, at
Norðsøki er fyrsti føroyski
snellubáturin, sum higartil í
ár hevur verið undir Íslan
di.
Góð veiða
Norðsøki landaði í Klaksvík
í morgun, og haðani siga
tey, at veiðan liggur um
70.000 pund, sum er ein
rímiliga góður túrur.
Skipið hevur onkuntíð
havt 90.000 pund á einum
túri, men tá hava teir eisini
havt fisk á dekkinum, skil
st.
Meginparturin av veiðini
hjá Norðsøka er upsi, men
teir hava eisini eini 2.000
pund av góðum kongafiski
og nakað av toski.
Landingarmiðstøð
Føroya í Klaksvík
hevur landað fleiri
skip hesa vikuna, og
aftur í morgin koma
skip til landingar.
Nógv virksemi er á
bryggjuni slíkar dag
ar, tá bæði línuskip,
trolarar og okkurt
snelluskipið kemur
aftur av túri
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var nógv lív í framvið
Kósabrúnni, tá vit hugdu
fram við í morgun.
Fleiri skip lógu og land
aðu.
Menn stóðu á dekkinum
og stýrdu kassum og kørum
upp úr lastini, og niðri á
bryggjuni tóku aðrir ímóti,
samstundis truckarnir koyr
du aftur og fram eftir brygg
juni.
Innastur við Kósabrúnna
lá snellubáturin Norðsøki,
og ytstur lá línubáturin Gull
berg.
Ímillum hesar báðar lógu
bæði línubátar og trolarar,
sum fólk hjá Landingarmið
støð Føroya í Klaksvík land
aðu hesa løtu.
Línubátarnir
Gullberg hevði eini 30.000
pund, Kvikk, sum lá næstur
honum, hevði eini 50.000
pund, og síðan høvdu Fugl
túgvan og Grani ávikavist
40.000 og 50.000 pund
hvør.
Í morgin koma Jákup B
og Klakkur inn at landa.
Jákup
B
hevur
eini
50.00060.000 pund, men
tá vit frættu í morgun, vistu
tey ikki rættiliga, hvussu
hesin túrurin hevur vignast
hjá Klakki.
Ågot landaði undan Før
oyum í gjár. Teir høvdu ein
hampiliga góðan túr, men
besta túrin hevði Núpur,
sum eisini landaði í gjár.
Núpur hevur roynt undir
Íslandi, og nú teir løgdu
veiðina upp í gjár, høvdu
teir 142.000 pund á 12 set
um.
Trolararnir
Í dag hevur Landingarmið
støðin í Klaksvík eisini
landað tveir trolarar.
Fjalshamar og Nónhamar
høvdu umleið 100 kør í
part, sum er eini 120.000
pund tilsamans.
Í gjár landaði eisini ein
trolari í Klaksvík. Tað var
Sancy, sum hevði umleið
120.000 pund.
Mykines fær tangabil
Sørvags kommuna hevur keypt ein anhangara við tanga
og pumpu, sum ein traktorur skal draga. Soleiðis fáa fólk
í Mykinesi, um stutta tíð oljuna koyrda til dyrnar, skriv
aði Dimmalætting í gjár. Sørvágs kommuna hevur fingið
játtaðar 200.000 krónur til verkætlanina, um at gera tað
liviligari á útoyggj. Hetta eftir at Útoyggjafelagið hevur
strongt á, fyri at fáa trupulleikan loystan.
Náttúra og mentan
Mentanarnáttina verður Náttúrugripasavnið á Debesartrøð í Havn opið
til kl. 22, har framsýningin av føroyska føroyskum djóra og plantulívi,
umframt føroyskari jarðfrøði, er at síggja Jarðfrøðin í Føroyum verður
lýst bæði við teksti, myndum og lutum. Djóralívið er eisini væl lýst – til
ber at síggja beinagrind av hvalum, skølt av avgusti og útstappaðan kóp,
og kunning er um grindahval og grindadráp. Eisini sera nógv av fiska
sløgunum, ið eru undir Føroyum eru at síggja har, og í urtagarðinum
uttanfyri eru umleið 330 føroysk plantusløg, til vil siga at helvtin av
føroysku plantusløgunum at finna har.
Nógv virksemi er
við Kósabrúnna
Í morgun lógu bæði línuskip,
trolarar og snelluskip og
landaðu við Kósabrúnna í
Klaksvík – og í morgin kemur
eisini onkur bátur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Undan Íslandi
við snellu
Hetta er fyrstu ferð
í søguni, at rogn úr
mathøgguslokki eru
klakt í fiskabúri uppi
á landi í Føroyum
Hending
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á forvitnisliga Sjósavninum
á Argjum svimja nú nakrir
ógvuliga smáir høgguslokk
ar, og hesir “fiskar” hava
sína serstøku søgu.
Tað var ein fiskimaður,
sum ringdi og boðaði frá, at
hann hevði fingið nøkur
undarlig rogn í gørnini,
meðan teir vóru til fiskiskap
á leiðunum við Føroyaban
ka.
Fólk, sum eru kunnug
við fisk og rogn, fóru á stað
ið, og skjótt varð staðfest,
at rognini vóru frá einum
mathøgguslokki, sum hevur
latínska navnið loligo forbe
si, sum ikki er ókendur um
okkara leiðir.
Rognini vórðu løgd í eitt
fiskabúr á Sjósavninum á
Argjum, og herfyri spurdist
“ungi” burtur úr.
Í dag svimja soleiðis hóp
in av smáum høgguslokkum
í fiskabúrinum á Sjósavnin
um á Argjum.
Mathøgguslokkurin Loli
go forbesi er størri enn van
ligi høgguslokkurin, sum
vit nýta til agn.
Agnhøgguslokkurin ber
latínska navnið Todarotes
sagittatus.
Mathøgguslokkurin
er
kostnaðarmikil, men hevur
ikki fingist í teimum nøgd
um undir Føroyum, sum
gera, at lønandi vinnan er
komin burtur úr.
Loligo forbesi hevur serli
ga verið at fingið á leiðun
um við Føroyabanka, men
sum skilst á kønum, fæst
hesin høggusokkkurin nú
um fleiri leiðir á landgrunn
inum.
Fiskirannsóknarstovan
gjørdi fyri nøkrum árum
síðan royndir við mathøggu
slokkinum til agns, og hesin
vísti seg at royna serliga
væl til tosk á Føroyabanka.
Vit fara í eini aðrari grein
at venda aftur til sjáldsomu
hendingina á Sjósavninum
á Argjum – og til mathøggu
slokkin í síni heild.
Klekja rogn úr høggulokki
Hetta eru høgguslokkarognini, sum nú eru klakt til smáar
høgguslokkar í fiskabúrinum á Sjósavninum á Argjum
Mynd: Mourits M. Joensen