Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 102 - 31. mai 2007 tíðindi - Verður tilfeingis- gjald løgd á fiskivinn- una, verða fiskiloyvini bíligari og vágin í vinnuni minkar, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum TilfeingisrenTa Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er eingin ivi um, at í føroyska fiskiflotanum, er ein ávís tilfeingisrenta. Men hon er ikki allastaðni og í summum pørtum í fiskiflot- anum er kanska ongin til- feingisrenta. Tað staðfestir Magni Laksáfoss, búskaparfrøð- ingur og nýggjur landsstýris- maður í fíggjarmálum. Fiskivinnan er ein týðandi partur í føroyska búskapi- num og tí hava vit spurt nývalda landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum eisini er búskaparfrøðingur, hvørj- ar metingar hann hevur gjørt sær av broytingunum, sum ætlanin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiski- skap. Magni Laksáfoss sigur, at fyri at lýsa hansara støðu, er tað fyrst neyðugt at greiða frá hugtøkunum, til- feingisrenta og tilfeingis- gjald. Hann sigur, at fyri at til- feingisrenta skal vera til staðar, skulu ávísar fortreyt- ir vera til staðar og tær eru ikki til staðar í øllum fiski- flotanum. - Ein avgerandi fortreyt Broytingin, sum ætl- anin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap er ikki nóg mikið til at fáa øll viðurskiftini í fiski- vinnuni á beint, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum Vinnuligur fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tær broytingar, sum ætlanin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap, eru ikki nokk til at fáa øll viður- skiftini í fiskivinnuni á beint. Tað staðfestir Magni Laksáfoss, landsstýrismað- ur í fíggjarmálum. Fiskivinnan er ein ómeta- liga týðandi táttur í okkara búskapi og tí hava vit spurt nývalda landsstýrismannin í fíggjarmálum um hann hevur nakra meting av teim- um broytingum, sum ætl- anin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap og sum Løgtingið viðgerð í løt- uni. Hann sigur, at hesar broyt- ingar eru ein hjálp um tær kunnu síggjast sum eitt fyrsta stig í eini størri broyt- ing. Magni Laksáfoss sigur, at grundarlagið undir okk- ara fiskidagaskipan, er at hon avmarkar atgongdina til fiskiríkidømið. - Tess meiri fiskirættindi verða skerd, tess sjónligari verður tilfeingisrentan. Tað vísa teir handlarnir, sum eru farnir fram seinastu árini týðiliga. - Men handlarnir eru ikki annað enn ein nátúrlig avleiðing av, at møguleik- arnir verða avmarkaðir. Og landsstýrismaðurin minnir á, at har, sum handl- arnir eru farnir fram, er har fiskileiðirnar eru góðar og góður prísur fæst fyri fisk- in. Í hesum sambandi ger ikki mun, um vit hava fiski- dagar ella kvotur. Ein lappaloysn Í broytingunum, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum, verður nakað gjørt burturúr at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at fáa sær stráðmenn í Føroyum Magni Laksáfoss sigur at í hesum sambandi hava útlendingar tveir leiklutir. - Í fyrra lagi kann talan verða um at avreiða fiskin uttanlands. Men gera vit tað, missa vit tað virðisøk- ingina, sum kann skapast við at virka fiskin í Føroy- um. - Í øðrum lagi kunnu útlendingar eiga skip í Før- oyum, men vansin við tí er, at teir taka vinningin við sær av landinum og tað er ein óheppin gongd. Spuringurin er so, hvussu okkara fiskidagaskipan eydnast við atliti at rætt- indum hjá útlendingum til okkara tilfeingi. - Í hvussu so er hava før- oysk skip avmarkaðar møgu- leikar at avreiða uttanlands. Skipanin avmarkar eisini møguleikan hjá útlending- um at eiga føroysk fiski- skip. - Samstundis verða fiski- dagarnir skerdir við jøvnum millumbili og tað er tað rætta fyri at fáa tilfeingis- rentuna undan kavi. - Men avleiðingin av at forða útlendingum at eiga skip í Føroyum, er bara tað, at útlendsk feløg fáa sær umboðsmenn í Føroyum. - Tað er ein púra natúrlig gongd, at so hvørt, sum atgongdin til filfeingið avmarkast, økist tilfeingis- rentan eisini og samstundis veksur bara talið av før- oyskum umboðsmonnum hjá útlendskum feløgum. Magni Laksáfoss heldur, at hetta er ein gongd, sum er ómetaliga torfør at sleppa undan. - Hetta er ikki fyri at kasta nøkrum nakað fyri, tí hetta er ein heilt natúrlig gongd. Í uppskotinum, sum Bjørn Kalsø nú hevur lagt fyri Løgtingið, verður roynt at gera strangari reglur fyri útlendingum í Føroyum. - Men tað er ikki annað enn ein lappsloysn, tí tað loysir ongan trupulleika og tað loysir ikki tann trupul- leika, at tilfeingisrentan fer av landinum. - Tess meiri vit avmarkað, tess fleiri útlendsk feløg fáa sær umboð í Føroyum. Vit kunnu gera so strangar regl- ur vit vilja, men tað verður ein støðug kapprenning við royndirnar hjá útlendskum áhugamálum at koma upp í vinnuna í Føroyum. - Einasti máti at sleppa undan útlendskum áhuga- málum í føroysku fiskivinn- uni, er at áleggja vinnuni eitt tilfeingisgjald og sostatt draga tilfeingisrentuna úr vinnuni. Bara fyrsta stig Magni Laksáfoss sigur, at eitt annað endamál við broytingunum er at sleppa undan at lata fiskiloyvi fyri 10 ár ísenn. - Eftir uppskotinum, sum nú liggur í Løgtinginum, er verða fiskiloyvini søgd upp við árslok í 2017, so at tað skal bera til hjá Løgtinginum at brúka hesi næstu 10 árini til at gera akkurát tað skip- an, sum Løgtingið vil, at vit skulu hava í Føroyum. - Men tað merkir so eis- ini, at tilfeingisrentan hevur toppað nú, men at hon nú fer at minka so líðandi, til fiskiloyvið gongur út. - Tað merkir, at hesi næstu árini hava vit møgu- leikan at gjøgnumføra allar tær broytingar, vit vilja. Magni Laksáfoss sigur, at hetta setir krøv til tað politisku skipanina, so at ætlaðu broytingarnar verða settar í verk so skjótt sum gjørligt, helst longu næsta ár, fyri at vinnan skal fáa so lagaliga skiftistíð, sum gjørligt. – Er endamálið við hesum broytingunum at rudda slóð fyri øðrum broytingunum, sum Fiskimálaráðið møgu- liga ætlar at seta í verk, er uppskotið, sum Bjørn Kalsø nú hevur lagt fyri Løgtingið, avgjørt eitt stig á rættari leið. Broytingarnar føra verri enn so á mál sum er, men tær eru avgjørt eitt stig á leiðini, tí nú verður tað so staðfest, at fiskiloyvini eru ikki galdandi longur enn til 2017. Eftir tað verða tey so latin fyri fimm ár ísenn og tað gevur politisku skipanini góðar møguleikar at broyta skipanina, eisini at kollvelta hana, uttan at koma vinnuni í klemmu. Hann sigur, at sum hann skilir Búskaparráðið, heldur ráðið, at hetta er ikki annað enn ein staðfesting av, at einstakir reiðarar skulu framvegis hava framíhjárætt til fiskitilfeingi. - Skal uppskotið skiljast so, eri eg púra samdur við Búskaparráðið. Men eg havi skilt tað so, at enda- málið er at kunna gera aðrar broytingar í skipanini til 2017. - Og tað velji eg at trúgva, sigur Magni Laksáfoss. Men hvat ætlar tú sum fíggjarmálaráðarri, so at gera fyri at tryggja, at broyt- ingar, tí umrøður, verða settar í verk, sum røkka endamálinum? - Í løtuni havi eg ongar ætlarnir um at gera nakað. Eg skal gera eina fíggjarlóg og eg fái neyvan stundir til at gera nakað við støðuna í fiskivinnuni fyri valið. Og annars er tað heldur ikki mítt borð í løtuni, tí tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ið hevur bóltin í hasum málinum, sigur Magni Laksáfoss. Les eisini greinina ”Skulu hava stóran vinning og lítl- an vága í fiskivinnuni”. Nýggj fiski­ dagaskipan er lappa­ loysn Stór lítil - Verða ikki fleiri broytingar gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap, er tað, sum Løgtingið nú viðger, ikki til stórvegis bata, sigur nývaldi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum