hósdagur 31. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 102 - 31. mai 2007
Fyrst í hesum mánaði
num var skipað fyri
almennum fundi
í Miðlahúsinum,
har eitt føroyskt
DEMOS varð sett
á stovn. DEMOS er
ein norðurlendsk
fólkaupplýsingarverk
ætlan, sum eggjar til
orðaskifti og fólksligt
virksemi
Fólkaupplýsing
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
DEMOS er íbirt av norður
lendsku makt og demo
kratifrágreiðingunum
og
norðurlendsku fólkaupplýsi
ngarsiðvenjuni við opnum
og beinleiðis samrøðum um
útgangsstøði. Spurningar
nir, sum settir vórðu til
fundin,
vóru:
Hvussu
styrkja vit fólkaupplýsing
ina í Føroyum? Hvussu
kunnu vit skipa viðkomandi
útbúgving, eftirútbúgving
og annað skeiðsvirksemi
fyri fólki við stuttari útbúgv
ing? Hvussu kunnu vit fáa
ung við í tað almenna demo
kratiska
orðaskiftið?
Hvussu ríka kristindómur
og demokrati hvørt annað?
Hvussu skulu vit handfara
nýggja sosiala ójavnan –
vaksandi gjónna millum rík
og fátæk?
Eggja til virkni
Á fundinum í Miðlahúsinum
vóru fyrst nøkur upplegg,
og síðani varð opið kjak
millum tey umleið fýrati
fólkini, sum vóru møtt upp.
Uppleggini skuldu geva
íblástur til at fáa lív í fólka
upplýsingina til tess at
eggja eina virkna luttøku í
demokratiinum.
Fyrst talaði Johan Steen
Johansen, cand. pæd.psyk
og rektari á norðurlendska
fólkaháskúlanum í Geneve,
um evnið: Demokrati og
virkin medborgaraskapur í
norðurlendskum høpi. Síð
ani greiddi Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóri í Tórshavnar
Býráð, frá um demokratiska
luttøku í Føroyum. Ingibjørg
Berg hevur eitt nú verið
uppi í arbeiðinum við norð
urlendsku
demokratifrá
greiðingunum.
Sìðsta
innleggið
stóð
Jenny Lydersen, undirvís
ingarleiðara úr Mentamála
ráðnum, fyri. Hon fortaldi
um Mentamálaráðið, fólka
upplýsing og lívlanga læru.
Nógv ynski
Aftaná innleggini var orðið
frítt. Eftir øllum at døma
vóru fleiri øki, har fólk
kundu hugsað sær skeiðs
og útbúgvingartilboð. Eitt
nú vóru ynski sett fram um
átak til frama fyri lesiveikar
føroyingar, bæði børn og
vaksin. Eitt, sum eisini
verður undirmett her á landi
er eykaundirvísing bæði á
fólka og miðnámskúlaøki
num. Saknur hevur verið í
hesum síðani kreppuárini,
og er tað sera óheppið, tá
hugsað verður um, at krøv
ini til hægri útbúgvingar
herðast í hvørjum.
Harumframt var eisini
sett fram ynski um at fáa
fleiri almennir fyrilestrar á
hægri støði, sum eitt fólka
universitet. Hesir kundu
snúð seg um alt frá demo
kratii, religión til etisk/
filosofisk evni. Eisini vóru
pensionistarnir áhugaðir í
at fáa evni tikin upp innan
teirra áhugaøki.
Vælvirkandi
fólkaræði
Sambært stigtakarunum er
DEMOS ein norðurlendskur
hugskotsbanki sum samein
ir gransking um norður
lendsku makt og demokrat
ifrágreiðingarnar við peda
gogiska
og
praktiska
arbeiðsháttin innan fólka
upplýsingina í Norðurlond
um. Sagt verður, at ein virk
in medborgaraskapur, fjøl
broytni, upplýsing og sam
røða eru grundleggjandi
hugtøk í einum vælvirkandi
fólkaræði. Og at DEMOS
er í sjálvum sær ein eggjan
til orðaskifti og virksemi.
Á fundinum vóru fýra
kontaktfólk vald, sum sam
skipa arbeiðið víðari á hvør
sínum øki. Ætlanin er, at
hava eina ráðstevnu um
fólkaupplýsing til hestar,
sum MMR, NVL (Netværk
Voksnes Lærende), Nord
plus Voksen og Demos Før
oyar 2007 skipa fyri. Stig
takararnir til fundin í Miðla
húsinum vóru Hildur Paturs
son, hildurp@post.olivant.
fo og Holger Arnbjerg,
ask@ask.fo, sum til ber at
seta seg í samband við.
Demos sett á stovn í Føroyum
Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur, greiddi millum annað frá um norðurlendsku demokratifrágreiðingarnar
tíðindi
Klaksvík: Tað hevur verið trupult hjá Klaksvíkar kommunu
at útvega nóg nógv grundøki til tey byggihugaðu. Men nú
er broyting við at koma í. Á Norðoyri er ein minni
útstykking í gongd við íalt 15 grundøkjum, men eisini
aðrastaðni í býnum verður arbeitt við somu ætlanum. Uppi
á Fossum er ætlanin snøgt sagt at gera ein heilt nýggjan
býarpart á einum øki, ið strekkir seg frá Vágsá og suður
ímóti vatnbrunnunum. Umframt bústaðarbygging av
ymiskum slagi er ætlanin somuleiðis at ein skal kunna hava
bæði handlar, stovnar og annað á hesum staði. sb.
Teir gomlu dystast aftur
Klaksvík: Lagt er upp til ein minniligan og ikki sørt
sentimentalan dyst, tá KÍ og HB hittast til dyst fríggjakvøldið.
Tað verða ikki dagsins manningar sum skulu dystast, men
manningarnar sum runnu á leikvøllunum fyri 20 árum síðani.
Hesaferð verða liðini mannað við teimum sum spældu við HB
og KÍ í 80’unum, og dómari verður eisini ein spælari sum
gjørdi um seg sum leikari hetta tíðarskeiðið, nevniliga
Baldvin Baldvinsson. Dysturin byrjar kl. 19 í annaðkvøld. sb.
Nýggjur býarpartur í framtíðini