Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 102 - 31. mai 2007 Heimskenda danska nakinmodellin, pornofilmstjórin, blaðstjórin og stripparin Kira Eggers vitjar Eclipse leygarkvøldið Undirhald Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað vakti miklan ans í Før­ oyum, tá danska porno­ stjørnan, Katja Kean kom til Føroya at vera gestabarr­ vørður í Eclipse. Leygar­ kvøldið fylgir heimskendi stripparin Kira Eggers fótas­ porinum hjá landskvinnu sínari, tá hon vitjar dansi­ staðið. Í Eclipse fer Kira at virka sum gestabarrvørur. Kira Eggers er framum nakran annan tann, ið hevur havt størstu ábyrgdina av, at gera stripptease borðbart í Danmark. Hon byrjaði sína lívsleið sum strippari sum átjan ára gomul og gjørdist kend, tá hon luttók í útvarps­ og sjónvarpssendigunum um Tæskeholdet við Casper Christensen. Her luttók hon, sum “Den nye Laila”, ið serveraði body­tequila til vælumtóktu útvarpsvertir­ nar og gestir teirra. Seinni luttók hon í donsku doku/soaprøðini Stripper­ kongens Piger. Kira Eggers hevur eisini roynt seg sum nakinmodell og hevur verið á forsíðuni í fleiri stórum evropeiskum bløðum, so sum Men’s World, Genesis, Club International, Hustler Gold, The Sport og The Sun. Fyri nøkrum árum síð­ an gavst Kira, sum nakin­ modell og strippari. Hon hevur síðan tá fingist við ymiskt innan kynsídnaðin. Eitt nú hevur hon leikstjórna pornofilmum, og virka sum erotiskur blaðstjóri. Hóat onkur føroyskur miðil í morgun boðaði frá, at Kira fór at strippa í Eclipse, og hetta ivaleyst longu hevur fingið fleiri av hennara trúgvu fjepparum í Dan­ mark at keypa ferð til Før­ oya, so verður hetta ikki so, júst eins og Katja Kean, fer Kira at virka sum eitt slag av frekum barrvøri. Sambært Byin.fo gjørdi hon 2001 um seg í fleiri ítróttarbløðum, tá leysatíð­ indi vildu vera við, at hon hevði hugnað sær við einum stórum parti av hollendska landsliðnum. Hon hevur nevniliga ein tokka fyri fót­ bóltsleikarum. Hon er unn­ usta við donsku fótbólts­ stjørnuna Thomas Grave­ sen. Til ber at síggja og lesa meir um Kiru Eggers á hennara www.myspace. com/kiraeggers Í dag er altjóða roykfríur dagur Hægri inntøkur í ár Klaksvík: Skattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu var omanfyri 10 mió krónur í apríl mánaði. Hetta eru góðar 0,8 mió meiri enn í apríl 2006. Inntøkurnar higartil í ár eru 40,7 mió kr., sum gevur eina meirinntøku upp á sløk 8 % í mun til sama tíðarskeið í fjør. Saman við reguleringum av persóns­ og partafelagsskatti fyri farin ár, er samlaða skattainntøkan fyri apríl 10.118.576 mió krónur. ­ Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru inntøkurnar mettar til 127 mill. kr.. Verða tær eins góðar og higartil, kunnu vit rokna við, at skattainntøkurnar verða 10 mió kr. størri ella 137 mió kr., sigur Klaksvíkar kommuna. Íløgutørvurin í kommununi er hinvegin stórur og væntaða økingin fer óivað at koma væl við, tí nógvar stórar verkætlanir liggja og bíða.sb. Skótar og hestar í skrúðgongu Klaksvík: Lagt er upp til eitt spennandi tiltak sunnudagin í Vágstúni. Hetta tiltakið byrjar við skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum við einum heilum heri av fólkum. Her verða bæði skótar, ítróttarfólk og hestar sum verða akkomangnerað av Klaksvíkar Hornorkestri. Gingið verður heim í Vágstún, har Charlotta Thorsteinsson flytir fram røðu. Her fer hornorkrestrið eisini at seta sín dám á. sb. Kira Eggers til Føroya Leygarkvøldið verður stripparin Kira Eggers at síggja á Eclipse