Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 31. mai 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Theodor Samuelsen, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsið heim í Christianskirkjuna fríggjadagin klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin klokkan 12. Andlát og jarðarferðir Fríggjadagin 1. juni hava hjúnini Elin og Poul Johannes Poulsen við Ljósá verið gift í 50 ár. Á hesum stóra degi vilja vit senda hesum vala hjúnum eina heilsan. Elin er úr Sørvági, dóttir Mariu, ættað úr Hvalba, og Poul Andreas Mortensen. Sum genta hevði hon tær skyldur, sum bygdagentur høvdu tá at hjálpa til í húsinum. Pápin var fiski­ maður og var nógv burtur. Tá var nóg mikið at gera hjá teimum heima við kúgv, hoygging, torv og tílikt. Elin fekk lært at arbeiða! Tá Elin fór heiman, fór hon at arbeiða í handli. Fyrst var tað í Sørvági. Seinni fór hon til Havnar, har hon arbeiddi í Køkubúðini hjá Andrias og í Kovanum hjá Elspu Sonnu Poulsen. Hon kom at hitta Poul Jóhannes frá Ljósá, sum var sonur Sofus og Poulinu. Hon var úr Lorvík. Tá tey giftust, gjørd­ ist Elin fiski­ og útróðrarmannakona við lít. Poul Johannes fór blaðungur við Riddaranum við Ingálvi Andreassen sum skipara. Í 1947 var hann við Hav­ frúnni, tá hon fór á land uppi við Siglu­ fjørðin. Skipari var Wolfang, beiggi Ingálv. Tað var meira enn heppið, at hetta ikki gjørdist hansara seinasti túrur, so nógv stóð á tá. Frásøgan frá hesi bjarging kemur í Miðvikuna seinni í summar, tá vit fara at hava frá­ søgn hjá Tórhalli Andreassen, sum eisini var við. Hetta gav ikki Poul Johannes skrekk fyri sjólívinum, og hann fór skjótt avstað aftur. Hann var við ymiskum skipum og var eisini á kópaveiðu í Eysturgrønlandi við norðmonnum. Kópurin varð skotin, skinnið varð saltað, og spikið varð smeltað. Men lítið kom burtur úr. Tá fiskimarkið fór út á 12 fjórðingar í 1964, fór Poul Jóhannes at rógva út saman við beiggja sínum Andreasi. Hann er giftur við Augustu, systir Elina. Her kann verða nevnt, at Jakku á Sundi, hvørs søga og útróðrarsøga byrjaði í Miðvikuni mikudagin, er gift­ ur við eini triðju systir, Alvildu. So tað er ikki ringt at gita, hvat tosað verður um, tá øll eru saman! Teir plagdu eis­ ini at kappast, og tað kundi standa á, hvør ið var bestur. Men allir vóru teir óførir fiskimenn og skilamenn, og nógv var at fáa. Ein av egnarunum var Elin sjálv. Tá teir báðir brøðurnir fóru at rógva út, var ringt at sleppa av við fisk, men so kom flakavirkið Norðís á Eiði og loysti tann trupulleikan. Einaferð stóð rættuliga nógv á teimum, tá teir endaðu uppi á Risanum, og máttu bíða 18 tímar, til hjálpin kom fram. Teir hava einaferð greitt frá hesi dramatisku hending í útvarpinum. Sum eitt hús Tá Elin og Poul Johannes verða nevnd, slepst ikki undan at nevna Augustu og Andrias, og hesin stubbi skal eisini vera ein heilsan til teirra. Tað saman­ hald, sum hevur verið millum hesi bæði hús, hevur verið einastandandi og fyrimyndarligt. Eitt var, at brøður­ nir báðir hava róð út saman og býttu úrtøkuna javnt. Men í aðrar mátar hava teirra hús verið sum eitt, har tey hava havt tað mesta í felag. Eitt dømi um arbeiðsbýtið teirra mill­ um er, at Elin hevði bindimaskinu og Augusta seymimaskinu, og tær ávika­ vist bundu og seymaðu uppá húsfólkið í báðum húsunum. Kúgv og kálvar høvdu húsini í felag. Hoyggið var felags, og kjøtið í hjallinum var eisini felags, har eingin hugdi eftir, um annað húsið fekk meira enn hitt. Inntil teir góvust at rógva út høvdu teir eisini bilin í felag. Tá onnur hjúnini fóru at ferðast, vóru hini hjúnini eftir heima at ansa eftir børnunum hjá teimum sum fóru. Viðurskiftini vóru so góð, at eingin minnist øvugt orð at hava verið talað millum beiggjarnar. Tað sama hevur verið við systrunum. Børnini hjá Aug­ ustu bera Elin, at hon er sera góðslig og fitt, og hóast tey búgva hurð um hurð, minnast tey ikki at hava sæð hana illa! Húskini bæði hava eisini livað vist­ frøðiliga og hava mest møguligt livað av tí, sum nátturan gevur. Tey hava havt oksar í haganum, hava etið nógv­ an fugl, og kalvi frá útróðrinum var gerandismatur. Tað var keypt minst møguligt. Sigast kann um Elin og Poul Johannes, at tey eru álitisfólk av fyrstu skuffu. Tey eru fryntlig, og tað er altíð stuttligt at koma á tal við tey, og væl duga tey at siga frá. Tey bæði eiga børnini Maritu, Lis, Sólrun, Poulinu og Eljón. Øll búgva í Føroyum uttan Poulina, sum býr í Grønlandi. Har hava tey bæði eisini verið og ferðast. Tey eiga 12 barnabørn, og nú eru tey eisini blivin langomma­ og abbi. Tað verður ynskt teimum hjartaliga tillukku við teirra stóra degi. ó. Elin og Poul Johannes verið gift í 50 ár Tíðindaskriv Í sambandi við mentanarnáttina 1. juni verður skipað fyri serligari framsýning í Listaglugganum í N. Finsensgøtu 25. Teir, ið sýna fram, eru allir millum fremstu listafólkini í Føroyum í dag. Teir eru: Olivar við Neyst, Torbjørn Olsen, Anker Mortensen, Kári Svensson og Eyðun av Reyni. Listafólkini umboða ein týðani part av føroyskari dygdargóðari myndlist, sum er koloristisk, figurativ og abstrakt. Øll verkini eri í høvuðsheitum nýggj. Framsýningin er opin fríggja­ dagin 1. juni, mentanarnáttina, frá kl. 17­ 22. Annars er gjørligt at síggja fram­ sýningina fram til hósdagin 7. juni. Opið er: týsdag – fríggjadag 15.00 – 17.30 og sunnudag frá 15.00 – 17.00 Listagluggin – ART GALLERIE Serlig framsýning mentanarnáttina Elskaðu foreldur okkara Rosa og Ditleif Eldevig Fuglafjørður andaðust hvítusunnudag, 77 og 78 ár. Jarðarferðin verður úr Siloa leygardagin 2. juni kl.13 Familjunnar vegna Mariann, Elisabeth, Kristian, Pól, Anna og Rita Tey, ið ynskja at minnast Rosu og Ditleif, kunnu lata Siloa í Fuglafirði eina gávu. Konta í peningastovnunum Tøkk Hjartaliga takka okur øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, abbi og verpápi Gunnar Martin Petersen »Gunnaba« andaðist og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu til á ymiskan hátt. Takk fyri uppringingar, heilsanir, blómur og kransar. Hjartaliga tøkk til øll tykkum, sum fylgdu Gunnaba til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Ketty, Chris, Niels, Steintóra og Jacobina Dagurin 1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. 80 ár Mánadagin 4. juni verður Palma Dal­Christiansen í Havn 80 ár. Dagurin verður hildin leygarkvøldið 2. juni heima í J. Paturssonargøtu 30, har øll eru hjartaliga vælkomin.