hósdagur 31. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 102 - 31. mai 2007
Stutt Sagt
Valsvik og
mutur
Grundlógardómstólurin í
Teilandi fríkendi í gjár
Demokratiska Flokkin fyri
allar ákærur um valsvik á
tjóðartingsvalinum
fyri
einum ári síðani. Har
afturímóti kom dómstól
urin til ta niðurstøðu, at
fyrrverandi stjórnarflokk
urin TRT var sekur í val
sviki, og tveir limir í flokk
inum vórðu dømdir fyri at
hava goldið einum val
nevndarlimi mutur. Tað
var fyrrverandi forsætis
ráðharrin Thaksin Shina
watra, sum stovnaði TRT
flokkin, men grundlógar
dómstólurin sigur, at flokk
urin skal takast av, og at
leiðandi flokslimir so sum
Thaksin Shinawatra skulu
halda seg burtur frá øllum
politiskum
arbeiði
í
framtíðini.
Skifta ikki
trúgv
Ovasti dómstólurin í Mal
aysia staðfesti í gjár, at tað
ber ikki til at skifta frá
islam til kristindóm. Ein
kvinna, sum hevur verið
muslimur, men sum nú er
vorðin kristin, søkti um
alment loyvi til sítt trúar
skifti, men dómstólurin
sigur, at tað letur seg ikki
gera. Teir tríggir dómarar
nir siga í úrskurðinum, at
tað er bara tann islamski
shariadómstólurin,
sum
kann geva kvinnuni loyvi
til at strika orðið „islam“ í
sínum samleikaprógvi og
at seta orðið „kristin“ ístað
in fyri. Trúgvandi muslim
ar eru av teirri áskoðan, at
tað er synd at taka við
aðrari trúgv.
Stríðsvog-
nar til sølu
Herurin í Eysturríki hevur
in trupulleika. Herurin hev
ur endurnýggjað fleiri av
sínum stríðsvognadeildum,
men tað hevur víst seg, at
eingin vil hava teir gomlu
stríðsvognarnar, sjálvt um
tir ikki eru stórt meiri enn
tíggju ára gamlir. Tí hevur
herleiðslan nú sett eina
lýsing í bløðini, har fólk
fáa høvi til at ogna sær ein
stríðsvogn. Fyribils eru
umleið 200 stríðsvognar
lýstir til sølu.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Tað gongur strúkandi í Danmark. Vit hava
frælsi, frið og framburð
(Anders Fogh Rasmussen)
útlond
Lars Emil Johansen
vil sleppa at gera
álitið um grønlendskt
sjálvsstýri liðugt. Tí
fór hann í gjár úr
landsstýrinum
grønland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Júst ein mánað, frá 30. apríl
til 30. mai 2007, var Lars
Emil Johansen landsstýris
maður
í
grønlendskum
fíggjar og uttanríkismálum.
Seinnapartin í gjár handaði
hann Hans Enoksen, lands
stýrisformanni, umsókn um
at sleppa frá beinanvegin,
og tað slapp hann.
Tá Lars Emil Johansen
gjørdist
landsstýrismaður
tann 30. apríl, segði hann,
at hann ætlaði sær at halda
fram sum fólkatingsmaður,
tí hann vildi sleppa at gera
arbeiðið
í
grønlendsk
donsku Sjálvsstýrisnevndini
liðugt. Hann fekk eisini
áheitan um at halda fram í
nevndini. Men tann serliga
valnevndin hjá Landsting
inum vildi ikki góðtaka, at
Lars Emil Johansen var
bæði landsstýrismaður og
fólkatingsmaður,
og
tí
gjørdi hann av at siga lands
stýrissessin frá sær.
Eg leggi sera stóran
dent á mítt arbeiði í Sjálvs
stýrisnevndini og ætli mær
at halda fram í nevndini, til
álitið er liðugt, segði lars
Emil Johansen í tíðndaskrivi
í gjárkvøldið.
Fyribils
røkir
Hans
Enolsen, landsstýrisformað
ur, fíggjarmálini, og lands
stýrismaðurin í lógar og
familjumálum, Aleqa Ham
mond, røkir uttanríkismálini
fyribils, til nýggjur lands
stýrismaður
verður
til
nevndur tann 21. september,
tá Landstingið kemur sam
anaftur.
Valdi sjálvsstýrisnevndina
heldur enn landsstýrið
16 fólk máttu á sjúkra
hús, eftir at eitt niður
lendskt flogfar fekk
harðliga viðferð í
luftini
flogferðsla
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tey 275 ferðafólkini, sum
vóru
við
niðurlendska
KLMflogfarinum
úr
Amsterdam til Osaka í Japan
í gjár, hugsa seg ivaleyst væl
um, áðrenn tey seta sg aftur
í eitt flogfar.
Tí ferðin til Japan gjørdist
minnilig.
Sambært tíðindastovun
um kom KLMflogfarið í
ógvusligan turbolens einar
tveir tímar, eftir at tað var
farið á flog úr Amsterdam.
Brádliga legði flogfarið
seg á liðina, og lutir flugu
runt inni í flogfarinum,
segði eitt av ferðafólkunum
við japanska sjónvarpið.
Tá
viðurskiftini
aftur
gjørdust vanlig, høvdu 16
fólk, 13 ferðafólk og trý av
manningini, fingið skaða,
men kortini valdi flogskip
arin at halda fram til Osaka,
sjálvt um ferðin tekur
umleið tólv tímar. Tá flog
farið setti seg í Osaka, stóð
fleiri sjúkrabilar fyri tí, og
níggju fólk høvdu fingið so
mikið álvarssamar snuddir,
at tey vórðu flutt á sjúkra
hús.
Ein talsmaður hjá jap
onsku loftferðslumyndug
leikunum segði í nátt, at
mynduglerikarnir fara at
kanna, um flogskiparin tók
ta røttu avgerðina, tá hann
valdi at halda leiðina fram
eftir ta óvgusligu viðferðina,
flogfarið fekk. Sambært
Reuters skal flogskiparin
hava sagt, at hann helt ikki,
at nakar hevði fingið so álv
arssaman skaða, at tað var
neyðugt at venda aftur til
Amsterdam.
Ein harðlig ferð í luftini
KLM-flogfarið hevur sett seg á flogvøllinum í Osaka
Lars Emil
Johansen