hósdagur 31. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 31. mai 2007
13
viðmerkingar
Fyri fáum mánaðum síðani var fyri
eina ferð skyld ein konstruktiv
roynd til fordómsfrítt orðaskifti um
ta undarligu og forkryplaðu
málstøðuna í Føroyum. Vit høvdu
leingi havt brúk fyri hesi debatt, -
bæði í útvarpi og bløðum, tí vit eru
allarhelst einasta natión í verðini,
har nógv fólk neurotiskt hveppa seg
við at brúka sítt egna dygdargóða
móðurmál, sjálvt tá ið tey skulu
skriva ein illan brævastubba ella
eina umsókn.
Hvussu ber tað til, at so nógvir
føroyingar hava fingið ta undarligu
vanlagnu, at teir ikki tora at brúka
tað natúrliga og ókonstrueraða
málið, teir hava fingið frá
foreldrum og ættarumhvørvi?
Jú, svarið er tað einfalda faktum,
at í Føroyum situr, uttan heimild í
nakrari løgtingssamtykt, ein lítil
junta av fanatiskum
smaksdómarum, og billar sær inn,
at hon hevur rætt og format til at
avgera, hvussu føroyskt skal vera.
Men føroyskt er so nógvar ferðir
øðrvísi, rúmligari og hópin meira
fjøllbroytt, enn tann blóðfátæka
betong-dialektin, sum okkara
fantasileysu dogmatikarar sita og
fuska við. Føroyskt gerandismál er
avgjørt nógv ramligari, orðaríkari
og stílsterkari enn tann selektiva og
ofta óforstáiliga sunnudags-kodan,
sum teir totaliteru og freku
málfundamentalistarnir vilja noyða
fólk at velja fram um sítt egna mál.
Puristar eru nalvaskoðandi
skapikrukkur
Teir provinsiellu dogmatikararnir,
sum sjálvir kalla seg puristar, vilja
lata føroyskt mál úr sínum nossliga
og nuanceraða búna og smoyggja
løggutar og óklæðiligar íslendskar
spjarrar niður yvir okkara
móðurmál í staðin fyri. Men teir
íslendsku kloddarnir rigga slett
ikki. Tann íslendska
spennitroyggjan hylkir ógvuliga illa
uppi á føroyskum máli.
Í allarflestu kulturmálum er
puristur eitt skemdarorð, sum ber
boð um heimføðisliga, trongskygda
og diktatoriska tankagongd, men
okkara málhøvuðkambar breggja
sær av purismu og eru ernir av at
vera fantasileysir afturhaldsmenn
við nalvahorisonti.
Teir hvørki vilja ella kunnu fata,
at føroyskt mál fyrst og fremst er
tað, sum føroyingar brúka, og
avgjørt ikki tær fjákutu og
hjálparleysu orðakonstruktiónirnar,
sum óhegnigir orðaskraddarar sita
og rimpa saman við kanska góðum
vilja, men oftast smáum evnum.
Av tí orðameingi, málskraddarar
barsla við, er bert hendingaglosa
brúkilig. Málmenn duga óivað
formella grammatikk, men teir hava
sjáldan nakað subtilt máloyra ella
serligt hegni til skrivaðan tekst.Teir
hava, stutt sagt, ikki skaldakynstur,
og tað mugu næstan lyriskar gávur
til fyri at loyva sær at pilka við tann
hevdvunna grund-strukturin í
málinum.
Hættislig bronglan av fak-
terminologi
Tað lítla sindrið av tekst, sum
higartil er komið frá teimum
núlivandi puristunum, hevur, ið
hvussu so er, ikki stílistiskt impo-
nerað nakran – tað hevur, mjúkt
sagt, verið elegant sum betong, og
hartil ikki sørt komiskt. Hjá
mongum yngri føroyingi hevur tað
ofta verið ein plága og eitt
fortvivlað Sisyfos-arbeiði at fáa
nakra logiska meining burtur úr tí
irrationella orðavavstrinum, sum er
komin frá teimum ráðaríku
puristunum (sí t.d. sonevndan
”frymil” um tekstanalysu hjá Skúl-
abókagrunninum).
Teir fata ikki, at málið er til fyri
at upplýsa, forklára og týðiliggera.
Eitthvørt tungumál er eitt viðbrekið
og fínt instrument; tað er okkara
avgjørt mest týðandi intellektuella
amboð, sum slett ikki tolir bondska
og óstortsliga viðferð, men kortini
vilja summir av málmonnunum
partout sleppa at mishandla málið
við at lúka, pilka, klípa, skera,
høgga, deformera og uniformera
tað, og so steindoyr tað! Fyri hesar
menn er formurin meira avgerandi,
enn innihaldið. Hjá summum av
teimum er formurin alt, og tá
kemur øll faklig terminologi í
álvarsaman vanda.
Úrslitið verður, at mong sonevnd
”føroysk” faklig tekst er óforstáilig,
uttan serligar facit- ella orðalistar.
Sjálvt í barnaskúlanum verður
fakligt erkennilsi forstýrað av ”filo-
logiskum” refleksiónum. Relevantir
brúksanvísningar verða reint vola-
pykk. Tekniskar vegleiðingar kunnu
beinleiðis blíva lívsfarligar, men
her kunnu tey flestu tíbetri enn
ráðføra seg við lættforstáiligar og
klárar danskar tekstir. Sjálvt poesi
og litteraturur verður vavt inn í
mjørkatalu, sum ofta má dekodast
fyri at fáa nakra meining burturúr.
Fleiri næmingar í matematikk
mugu gevast á hendur, - og tað er
ikki tí, at teir fakliga ikki kunnu
fylgja við, men tí, at teir ikki duga
málkoduna, sum uppgávurnar eru
krógvaðar í.
Ein slík ”kryptering” hevði í
øðrum londum verið roknað fyri
kyniskt tilætlað social sortering, so
bara tey heilt fáu, sum duga at
dechifrera ta ”serføroysku” koduna,
sum matematikkin er ballað inn í,
sleppa at loysa uppgávurnar.
Kaotiskar próvtøkuepisodur
Tað verða fortaldar groteskar søgur
frá fleiri próvtøkum, har hvørki tey
vakthavandi, skúlastjórar, ella
næmingar hava kunnað gitt, hvat
eksamiu-uppgávu-juntain meinar
við tí problematikki, hon mystiskt
og esoteriskt, hevur vovið og
broderað, sum um tað var gandur
og kabbalisma. Tað tykist, sum um
endamálið er, at bara tey fáu, sum
hava orkað at sett seg inn í ta
stupidu og primitivu rebus-
terminologiina hjá puristunum, fáa
ein tjans til at vísa, hvat tey duga av
matematikk. Henda ósømuliga og
ódemokratiska pedagogikk er
eftirhondini við at gerast rein
parodi.
Bara tað, at menn av sínum
eintingum innføra eina óforstáiliga
kodu í eksaminerings-málbrúki, er
longu púra óacceptabult! Tað finst
hvørki juridisk ella moralsk heimild
í nakrari skúlalóg til slíkt makt
misbrúk. Tað er altavgerandi, at tað
mál, sum verður brúkt til eksamina-
tión, er alment brúkt, alment kent
og ikki elitert! So leingi sum bara
ein fanatiskur partur (valla fjórð-
ingur) av fólkinum brúkar tey
”kunstigu” skapikrukku-orðini, skal
tað almenna uppgávutilfarið verða
formulerað á vanligum og ókrukk-
utum talimáli.
Hava okkara fólkavaldu politikk-
arar verið for hampiligir ella
gáloysnir? – Eftir øllum at døma
hevur lítið og einki parlamentariskt
eftirlit verið við teimum puristisku
fundamentalistunum. Teir hava jú
tikið sær púra fríar hendur til nógv
onnur absurd tiltøk.
Td. hava teir, uttan nakra heimild,
beint fyri einum parti av alfabeti-
num, tí teimum ikki dámar vissar
bókstavir. Teir hava eisini lokkað
Føroya tele til at brúka eina
fulkomuliga vitleysa alfabetisering,
har ein persónur við
forbókstavinum ”á” ikki longur
kann finnast undir ”a” sum hann
kundi fyrr, ein við ”í” ikki longur
undir ”i”, etc. Hetta er ófólkaligt og
hartil irriterandi fyri allar brúkarar,
men heilt óacceptabult fyri
útlendingar.
Tann skandaløsa mannagongdin í
Skúlabókagrunninum
Harumframt hevur ein lítil klika av
fólki við serligari persónligari dags-
skrá sitið í Skúlabókagrunni og
ymsum málnevndum og favoriserað
ávís puristisk og ofta fakliga illa-
skrivað manuskript, meðan teir líka
so systematiskt hava saboterað
útgávuna av fakliga solidum
manuskriptum.
Tað mátti verið tankavekjandi hjá
føroyskum skattaborgarum og
politikarum at vita, at Skúlabóka-
grunnurin, sum hevur fingið
monopolstatus í Føroyum, fyri skatt-
gjaldarans rokning kritikkleyst
sleppur at velja og vraka eftir
puristiskum- og ikki fakligum
princippum.
T.d. hevur ein av okkara bestskriv-
andi monnum fingið eitt
manuskript saboterað í áravís, bara
tí at hann ikki vil lúta fyri
heimføðingum og heldur ikki vil
lata seg kúga av teimum
censurerandi puristunum. Manu-
skriptið er annars fakliga góðkent
og mett at vera framúr vælskrivað.
Tey flestu skúlafólk kenna eisini
barokku søguna um atlassið, har
geografurin Rolf Guttesen fyrst var
konsulentur, men seinni varð frásett-
ur, tí hann ikki vildi ganga við til
tað fakligt óforsvarliga navna-
brúkið, sum Skúlagrunna-
fundamentalistarnir kravdu. So setti
man eitt super-frell í staðin fyri
Rolf Guttesen.
Tað ovurfúsa orðafrellið, sum
avloysti Rolf er als ikki geografur,
men tað førdi seg kortini fram sum
frelstur og fanatiskur orða
politistur.. Soleiðis valdi man ta
bornertu fanatismuna fram um ta
kønu ekspertisuna. Konsekvensurin
er, at vit hava eitt totalt avskeplað
atlass, sum tey allarflestu ikki hirða
ella orka at brúka.
Sjónleikarafólk vórðu noydd til
at skriva tittulin til tann kenda
sjónleikin hjá Henriki Ibsen: Peer
Gynt sum Per Gúnt, tí onkrum
erkvisnum puristi ikki dámdi ”y”.
Hetta er serliga tragikomiskt, tí
Henrik Ibsen hataði norskar
puristar og stríddist móti teimum alt
lívið. Hann helt, at teir forpestaðu
litteraturin við sínum smáttskorna
og fjákuta censuri. Hevði hann
livað og vitað um ta føroysku
purist-versiónina, hevði hann óivað
alt fyri eitt skrivað ein nýggjan
sjónleik, sum hevði verið spoyskari
enn Peer Gynt.
Tey spinklu argumentini tola ikki
rationella debatt
Sum fleiri hava nevnt, átti
herostratiska Pisakanningin at verið
eitt álvarsamt og pínligt memento
fyri allar føroyskar politikarar.
Tann málkøni debattørurin Regin
Eikhólm hevði nógv føroysk
fakfólk við sær, tá ið hann fyrst í
útvarpinum og síðani í bløðunum,
nevndi, at føroyskt mál ikki kann
brúkast sum amboð, so leingi sum
man firnast alt, sum bara líkist
donskum og samstundis liggur á
búkinum fyri næstan øllum íslendsk-
um. Henda debattin er tíbetri ikki
kódnað enn. Og tá ið tað ræður um
málbrúk eru øll ekspertar, og vitan
um grammatikk gevur ongum
málmanni størri autoritet, enn
vanligi brúkarin. Eingin kann taka
patent uppá málið!
Tessvegna livir debattin fram-
vegis í hvørjum heimi, á hvørjum
læraraverilsi og á mongum arbeiðs-
plássi, og hvørt mansbarn hevur
demokratiskan rætt til eina málsliga
meining! Puristarnir vildu helst
havt, at alt orðaskiftið doyði ella
var forhondscensurerað á bondum
(sic)! Tí teir ráðaríku
máldreingirnir hava ongantíð torað
ella maktað rella debatt.
Hetta sóu vit einabest í 90´unum,
tá ið tann barokt stuttligi og sam-
stundis relevanti málteigurin í
Sosialinum gav trongskygdum
málmonnum svøvnleysar nætur.
Purismumenninir tordu ella kláraðu
ikki at svara aftur við argumentum.
Tí teir høvdu eingi; teir høvdu bara
sínar fjaðursáru grammatikk-
dogmur, totaliterar doktrinir og
onnur illa undirbygd absoluttir.
Hjá teimum skuldi alt vera ”ex
cathedra”, sum hjá Pávanum,so at
sjálvt tey mest steinøru tiltøk ella
páfund ikki kravdu nakra
motivering ella grundgeving! Hjá
so einoygdum monnum standa
sjónarmið ikki til debatt. Men
sjónarmið eru ikki natúrlógir!
Tað føroyska almenna málið má
og skal vera liðiligt og hent fyri
einhvønn føroyskan brúkara.
Tað føroyska skúlamálið skal
eisini vera líka brúkiligt fyri allar
føroyskar næmingar, og tað verður
tað aldri, so leingi sum tað situr ein
puristisk klika við monopolrætti til
útgávu av føroyskum skúlabókum.
Tí mugu tað koma direktiv frá løg-
tinginum um, at fakmálið í skúla-
bókum skal vera so klárt og
prægnant, at eingin misskiljing
kann vera – annars verða føroyskir
næmingar, sum frá líður, somu
hjálparloysingar sum íslendingar, tá
ið teir skulu studera á tí europeiska
kontinentinum.
Tað kann ikki vera ein sømulig
uppgáva hjá ”vaksnum monnum” at
sita og plága skúlabørn við at sløra
meiningina og skeikla tann hárfína
logikkin í fakligum teksti við van-
skeplaðum og talentleysum orða-
skrímslum. Hesar andskræmiligu
konstruktiónir obstruera og
distrahera fakligu innlæringina;
harafturat drena tær tann fakliga
tekstin fyri konsekvens og relevans,
men eisini seriøsitet, soleidis at
innihaldið risikerar at blíva lágkom-
iskt og láturligt. Slíkur atburður er
ein pedagogisk brotsgerð móti tí
viðbreknu fak-terminologiini.
Vit hava ikki brúk fyri orðafútum
Tey allarflestu vilja sleppa undan
arrogantum orðafútum, sum í
heilum gera seg inn á folk við teirra
vitleysu puristisku krøvum og
vánaligu ”ráðum”. Máldreingir
hava ongan moralskan rætt til,
hvørki telefoniskt ella skrivliga, at
leggja trýst á t.d. blaðfólk,
útvarpsfólk, bókaútgevarar,
sjónleikarar, lærarar ella onnur
tekstafólk um at sleppa at halda um
skøvningin á teimum, so tey
málbera seg øðrvísi, enn tey sjálvi
høvdu ætlað!
Vit liva enn í einum samfelag,
sum ikki hevur innført málella
orðapoliti! Skilagóð fjølmiðlafólk
skullu hava arbeiðsfrið, og ikki
órógvast av orðafútum. Tey skullu
fyrst og fremst hugsa um, at mót-
takarin forstendur tey, og so mugu
puristiskar lótir víkja.
Tíbetri gevur tann danska grund-
lógin okkum øllum fullkomuligt
skrivi- og talifrælsi enn! Í samsvari
við hesa skilalóg er allur censurur
strikaður á donskum ríkisøki, so tí
er alt moldvørpuarbeiðið, líka frá
teimum meinigu málpolitistunum
og heilt upp til tann ”allarhægsta”
orðafútan, púra ólógligt.
Tíðin má nú vera komin til at
taka eina uppgerð við
fanatikararnar. Fólkið treingir til
eitt dugiligt, funktionelt og lætt
mál, sum bæði tann skrivandi, tann
lesandi og tann lurtandi forstendur,
uttan ”ekspertar” ella aðra
konsulenthjálp. Fólk eru við at vera
leidd og troytt av kodumáli og
kryptering. Tey vilja fata tað, sum
sagt og skrivað verður! Vit mugu
krevja parlamentariskt kontrol við
intrigunum og lobbysjúkuni í
almennum stovnum, serliga í Skúla-
bókagrunninum, soleiðis, at málið
aftur verður fólksins ogn!
Puristarnir skullu sjálvandi
privat og sínámillum sleppa at
tíggja sær akkurát, sum teir vilja,
men teir mugu halda heilt upp at
við at plága onnur við sínum
orðaskepilsum. Teir mugu heldur
ikki sleppa fram at journalistiskum
virksemi, tí har ræður serliga nógv
um ikki at grugga, men týðiliggera
og forklára, so at móttakarin hvørki
ivast ella misfatar!
Málkrukkurnar skulu avgjørt
sleppa at dyrka sítt løgna
”newspeak” í serligum
felagsskapum ella klubbum, har tær
kunnu spæla sær alt samdøgurið
við krypteringini og meinings-
mjørkanum bara tær lata øll onnur
hava sítt ektaða føroyska mál í friði
og náðum.
Tá høvdu puristar sýnt
tilkomnan og demokratiskan
atburð, og vit onnur áttu sjálvandi,
um enn við undrandi brosi at
tolerera teirra absurdu og grotesku
gruggingar-hobby sum eitt
antikverað og anakronistiskt, men
ikki óinteressant kuriosum.
Hvítusunnuaftan 2007
Tann provinsiella og primitiva purisman
Virgar T.
DalsgaarD