hósdagur 31. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 31. mai 2007
17
tíðindi
KirKjubømúrurin
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Bóndin í Kirkjubø, Jóannes
Patursson, hevði í farnu viku
forvitnisliga vitjan av norskari
kvinnu, sum saman við øðrum
bjóðar seg at geva bæði tekju til
Múrin og eftirlíkningar av kirkju
bøstólunum til Jóannes Paturs
son, bónda, til ognar.
Marta Hoftunn úr Noregi hevði
longu í 2001 skipað so fyri, at
fleiri norskir skógeigarar bjóðaðu
seg til at geva tilfar til eina
møguliga komandi tekju yvir
Kirkjubømúrin. Hetta tilboðið
sendi hon til Jóannes Patursson,
men hann sendi takkarbræv aftur,
har hann mátti siga nei takk til
tilboðið, tí ætlanirnar at endur
byggja Dómkirkjuna vóru avvíst
ar av bæði Fornminnissavninum
og politisku mynduleikunum.
Nú er norska kvinnan í Føroy
um og ferðast og við sær í við
førinum hevur hon eitt nýtt tilboð
til Kirkjubøbóndan.
– Vit vilja sera fegin geva
bóndafamiljuni kopi av øllum
Kirkjubøstólunum sum gávu. Ein
skógeigari, hevur bjóða allan
tann neyðuga viðin. Og hann vil
eisini gjalda einum sera
hegniðum træskerara úr Litavia
at búgva hjá sær, meðan arbeiði
fer framm. Lønina til træskeraran
hava vit eisini fingið stuðlar til.
Bóndin fegnast um tilboði.
Hann hevði umhugsað at søkt
fyritøkur og feløg um stuðul til at
gera eftirlíkningar av kirkjubø
stólunum, so tey mongu vitjandi
eisini hava møguleika at síggja,
hvussu stólarnir síggja út í
Kirkjubø. Gávan passar tí væl
inn í hansara ætlanir.
– Men eg eri noyddur at hugsa
meg væl um. Alt sum skal gerast
í Kirkjubø má góðkennast á
hægri stað. Og tá tað kemur til
Kirkjubøstólarnir er støðan
kanska serliga fløkt. Nú eru
upprunaligu stólarnir komnir til
Føroya, men teir standa í kjallara
num í Fornminnissavninum. Ikki
er greitt, hvat framtíðarætlanirnar
eru, men eg má vera varin, so eg
ikki geri nakað, sum kann skaða
útlitini fyri, at teir koma aftur til
Kirkjubøar.
– Sjálvandi hevði tað verið
fantastiskt, at havt eintøk av
stólunum her. Teir kundu til
dømis hingið á vegginum í
sóknarkirkjuni, har teir stóðu í
nøkur ár. Ella teir kundu verið
brúktir í einum tekjaðum Múrið,
só fólk sóu teir í tí umhvørvi, har
teir upprunaliga hoyrdu heima.
Patursson familjan
stóran týdning
Í 2000 var Marta Hoftun í Før
oyum saman við millum øðrum
formanninum í norskføroyska
felagnum, Gunnar Larne. Eitt av
støðunum, sum tey vitjaðu var
Kirkjubøur. Tá stóð Múrurin
berur.
– Eg helt tað vera ov galið, at
onki tak var sett omanyvir fyri í
minsta lagi at verja múrin. Eftir
at eg var komin heim aftur til
Noregs, setti eg meg í samband
við skilfólk, sum eiga stór
skógarøki. Og tey vildu fegin
geva tilfar til tak sum gávu til
føroyska fólki.
– Nógvir normenn kenna
føroyingar sum sítt bróðurfólk og
vilja gjarna hjálpa. Tí sendu vit
tilboðið um tak til ’Magnus
Katedralen’, sigur norska
kvinnan.
Í Føroyum verða leivdirnar í
Kirkjubø bara kallaður Múrurin,
men í útlendskum faldarum og
heimasíðum, verður ofta tosa um
Magnus Katedralen.
– Í dag er breið semja um, at
Múrurin hevur staðið liguður
sum Dómkirkja, sigur bóndin í
Kirkjubø, Jóannes Patursson. –
Hildið verður, at takið varð tikið
niður í seinnu helvt av 1500
talinum, tá Kongur yvirtók
Kirkjuna eftir trúbótina. Hetta
var vanlig framferð aðrastaðni.
Jóannes Patursson heldur, at
Koldinghus kundi verið brúkt
sum fyrimynd fyri eini
endurbyggjan, sum eisini var ein
varðveitan av fornminninum.
– Sagt verður at Múrurin skal
verjast og ikki brúkast, men fólk
eru inni har hvønn dag, so í
roynd og veru verður hann
brúktur.
Marta Hoftun hevur stóra
virðing fyri Patursson familjuni í
Kirkjubø. Hon heldur, at tey hava
stóran part av æruni av, at virðini
í Kirkjubø eru so væl vard, sum
tey eru.
– Um vit hyggja at søguni, so
er tað tey, sum hava búð her, sum
hava roynst best fyri staðið. Og
um tey ikki høvdu verið so sterk,
so hevði alt verið fornleivdir í
dag, sigur norska kvinnan.
Gomlu bóndahúsini eru friðað,
men Jóannes Patursson býr har
saman við familju síni. Tey hava
valt at leggja alla orku í ferða
vinnuna, og Kirkjubøur er eitt
sterkt brand.
– Vit hava vitjandi hvønn dag.
Og mánadag og hósdag, tá
Norrønna leggur at í Føroyum, er
altíð fult av fólki.
Vit fáa ongan almennan
stuðul. Tað einasta vit kunnu
søkja stuðul til er 20 prosent av
umvælingunum. Viðlíkahaldið
annars gjalda vit sjálvi. Men
samstundis sum vit ikki eru
alment stuðlað, so verður ikki
dámt at vit gera nakað við
vinningi fyri eyga.
Norska kvinnan, Marta Hoft
un, var í Kirkjubø við ein av
mongu ferðaløgunum henda
hósdagin. Sama dag fór hon
víðari til Noregs.
– Allar avtalur um bæði tak og
stólar eru upp á pláss. So nú er
bert upp til bóndan og føroysku
mynduleikarnir at finna út av,
hvat tey ynskja.
Norsk kvinna bjóðar tak og
stólar til Kirkjubømúrin
– Vit vilja sera fegin geva bóndafamiljuni
kopi av øllum Kirkjubøstólunum sum gávu,
sigur Marta Hoftun úr Noregi, sum í farnu
viku var í Kirkjubø og vitjaði. Í 2001 bjóðaði
hon saman við øðrum at senda neyðuga
viðin til at leggja tekju yvir Múrin, men tá
mátti bóndin takka nei. Hesuferð hevur hann
hug at taka av tilboðnum
Bóndin í Kirkjubø, Jóannes Patursson, hevði í síðstu viku forvitnisliga vitjan av norsku kvinnuni, Marta Hoftun, sum saman við øðrum bjóðar seg at geva Kirkjubø bæði tekju til Múrin og
eftirlíkningar av kirkjubøstólunum