hósdagur 31. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 102 - 31. mai 2007
tíðindi
KirKjubømúrurin
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Fyrst í 1997 vóru tvær ætlanir fyri múrin
í Kirkjubø lagdar framm. Onnur kom úr
Føroya Fornminnissavni, hin frá einum
áhugabólki, sum var mannaður av Páll
Patursson, bónda í Kirkjubø, Tróndur
Paturson, listamálara, og J.P.
Gregoriussen, arkitekti.
Hetta var byrjanin til eitt langt stríð,
um hvør loysn var best, og hvat skuldi
gerast við Múrin. Skiftandi
mentamálaráðharrar høvdu ymiskar
áskoðanir, og gjógvin millum tey, sum
vildu verja, og tey, sum vildu brúka, var
djúp. Í 2001 varð ein Múrnevnd sett, sum
skuldi sameina allar partar og koma við
tí góðu loysnini.
Vit hava leitað í arkivunum hjá
Sosialunum og funni nøkur sitat frá heita
kjakinum hesi árini. Allir partar komu til
orðana, men oddagreinarnar tóku týðiliga
støðu.
Páll Paturson í lesarabrævið í
Sosialinum 25. November 1997
Eg haldi, at Múrurin er ein náttúrligur
bygningur, og tí haldi eg, at besta verja
má vera at verja hann á náttúrligan hátt,
við tekju, hurðum og vindeygum, og ikki
seta hann inn í eitt ella annað. Hann er
bygdur at standa úti, men undir taki.
Landsantikvarur Arne Thorsteinsson
segði í Degi og Viku herfyri, at okkara
Verkætlan vildi skaða Múrin. Eisini segði
hann at nú mátti Múrurin verjast móti
menniskjum. Spurningurin er hvørjum
menniskjum? Embætismenn og yvirvøld
hava ikki altíð verið tey bestu menniskju
fyri fornminnini í Kirkjubø.
Múrurin er og verður í mínari verð
Dómkirkjan, Magnus Katedralurin, sum
myndugleikar og embætismenn eftir
trúbótina hava rivið takið av, vindeygu og
hurðar úr, og flutt ella selt tað burtur. Nú
er tíð uppá at fáa alt hetta gjørt aftur, og
ongantíð ov skjótt.
Símun V. Arge, táverandi savnsvørur á
Føroya Fornminnissavni í samrøðu við
Sosialin 16. apríl 1998
Tað er skelkandi at hoyra, at Múrurin
skal gerast til brúksbygning fyri at nýta
hann í ferðamannavinnuni. Sjálvandi skal
hann vísast fram fyri ferðafólki, men
hann kann og skal ikki nýtast til annað
enn tað hann er, nevniliga eitt fornminni.
Oddagrein í Sosialinum 6. juli 1998
Lógin hevur ikki til endamáls, at einhvør
Hanus og Janus, sum ikki tolir sýnið av
einum fornminni, ið stendur sum toft,
skal sleppa at gera hesa toft til brúkshús.
Lógin hevur hinvegin til endamáls at
tryggja okkum og okkara eftirkomarum,
at jarðføst fornminni fáa frið. Hetta enda
mál kann ikki røkjast, um hægsti
myndugleiki setir allan sakkunnleika og
allar viðkomandi stovnar til viks, hvørja
ferð onkur smartur persónur ella
ørvitisknokkur fær eitt smart hugskot.
Tað er júst hesum smartu og ørvitis
knokkunum lógin skal verja fornminnini
ímóti.
Samrøða í Sosialinum, 15. Juli 1998 við
Annfinn Brekkstein, táverandi
bygdaráðsformanni í Kirkjubøar
kommunu, um ætlanirnar hjá
Forminnissavninum
Eg trúgvi, at tað teir fara í holt við tekur
ikki 23 ár, men millum 1020 ár. Tað er
eitt líknandi dømi um, at arbeiðið skuldi
taka 23 ár, men nú 13 ár eru liðin síðani
farið varð í gongd, veit eingin, hvussu
langa tíð tað tekur, áðrenn tað verður
liðugt. Tað tekur altíð longri tíð enn teir
siga.
Torbjørn Jacobsen í samrøðu við
Sosialin 27. Juli 2000, stutt eftir at hann
varð settur sum landsstýrismaður í
mentamálum
Tað ræður um at avgreiða mál, og eg
síggi onga orsøk til, at t.d.
Kirkjubømúrurin framhaldandi skal
verða smoygdur undan einari politiskari
avgerð
Oddagrein 6. Juni 2001 (tá Óli Holm
varð settur sum nýggjur landstýrismaður
í mentamálum)
Vónandi fer nýggi landsstýrismaðurin at
... lata lóg og landaskil valda, tá tað snýr
seg um størsta fornminni okkara, Múrin í
Kirkjubø, og aftur letur myndugleikan og
stovnin á hesum øki málið upp í hendi.
Torbjørn Jacobsen í grein í Sosialinum
13. Juni 2001 í samband við at hann -
tveir dagar áðrenn hann fór frá sum
landsstýrismaður - setti Múrnevndina við
Petur F. Zachariassen sum formanni
– Vit kunnu staðfesta – bara við at hyggja
at múrinum – at tað hevur verið tosað um
hann í ártíggjur, í árhundrað, men einki
er hent.
Man hevur ikki kunnað loyst upp fyri
nøkrum sum helst. Og hesum havi eg so
tikið avleiðingarnar av og valt ein mann,
sum vit í Mentamálastýrinum hava stóra
virðing fyri og stórt álit á.
KirKjubømúrurin
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Aftaná nógva togtogan í fleiri ár
um, hvat skuldi gerast við Kirkju
bømúrin, setti táverandi
landstýrismaður í mentamálum,
Torbjørn Jacobsen í juni 2001
eina sokallaða ”skjóttarbeiðandi”
Múrnevnd, sum skuldi koma við
tilmæli um varðveitingartiltøk
viðvíkjadi Múrinum í Kirkjubø.
Í september 2002 legði nevndin
eitt ávegis tilmæli fram fyri Annlis
Bjarkhamar, sum tá var lands
stýriskvinna í mentamálum. Seks
ár eru nú liðin, síðani nevndin varð
sett, men enn er endaliga tilmælið
frá Múrnevndini ikki lagt fram.
Formaður í nevndini, Petur F.
Zachariassen, væntar at tilmælið
verður klárt at leggja fram seinni
í summar. Men hann viðgongur,
at arbeiði hevur gingið óvanliga
striltið.
– Hetta er eitt tað tyngsta
nevndararbeiði, eg havi verið við
til, sigur hann. Í nevndini sita
bæði umboð fyri myndugleikar,
sum ynskja at varðveita og friða,
og onnur, sum ynskja, at Múrurin
møguliga skal kunna umvælast
til eitthvørt endamál.
– Eg haldi, at fornfrøðingar
hava rætt í, at Múrurin má varð
veitast sum so, men tað hevur
víst seg at vera torført at finna
fram til, hvussu restaurering og
varðveitsla skulu skipast.
Múrnevndin hevur tikið støði í
teim tilmælum, sum arbeiðs
bólkur í Forminnissavninum kom
við í 1997. Hesin arbeiðsbólkur
hevði eisini brúkt drúgva tíð, tí
hann hevði arbeitt síðani 1986.
Símun V. Arge, deildarleiðari á
fornfrøðideildini á Føroya
Fornminnissavni, hevur verið við
í allari tilgongdini og hevur eisini
útgivið tilfar um Múrin. Hann
greiðir frá, at høvðusendamálið
alla tíðina hevur verið at
varðveita Múrin so órørdan sum
møguligt. Hetta er í samsvar við
fakligar etiskar leiðreglur í
altjóða konventiónum við atliti at
varðveiting av ruinum og kann
hetta fara at fáa týdning fyri
møguleikarnar at koma við á
World Heritage listan.
– Múrurin er eitt jarðfest forn
minni og er tí automatiskt
friðaður. Hetta forminnið er
unikt, og tí má tað sum partur av
Heimsarvinum varðveitast so
upprunaligt sum til ber. Í 1997
legði Forminnissavnið fram eina
verkætlan, men politikkur kom í
málið. Landsstýrismaðurin tók
málið til sín, og har hevur málið
ligið síðani. Fornminnissavnið
hevur tó áhaldandi arbeitt
miðvíst við varðveitingararbeiði
num.
Símun V. Arge er samdur við
Petur Zachariassen um, at
nevndararbeiðið hjá Múrnevndini
er komið væl ávegis.
Uppfylging av ávegis áliti
Í ávegis tilmælinum, sum nevnd
in handaði landstýrismanninum í
2002, varð mælt til at byggja
veðurverju um Múrin. Hesar
veðurverjur vórðu, sambært
Símun V. Arge, uppsettar eftir
løgdu tíðarætlanini. Rannsóknar
pallar vóru eisini uppsettir, men
hesir hava ikki verið brúktir, og
ætlaðu kanningarnar komu ikki í
Stríðið um múrin
Múrurin
tykist
tungur
at syfta
Í 2001 varð ein »skjótt
arbeiðandi« nevnd sett
at koma við uppskoti
um, hvussu Múrurin
í Kirkjubø skuldi
varðveitast. Nevndin
kann ikki sigast at hava
arbeitt serliga skjótt,
tí í dag seks ár seinni
– er álitið enn ikki lagt
fram. Formaðurin í
nevndini sigur tað
vera tyngsta nevndar
arbeiði, hann hevur
verið við til
Kirkjubømúrurin, sum hann sær út í dag