Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 31. mai 2007 19 tíðindi gongd beinanvegin, sigur Símun V. Arge. – Seinastu tvey árini eru kanningar regluliga gjørdar av múrinum. Veðurverjan er sett upp fyri at forða niðurbrótandi árinunum og niðubróting, og mátingar, sum gjørdar verða í løtuni, geva okkum møguleika at innsavna data av ymiskum slagi, so sum, hvussu uppturkingin inni í múrunum fer fram, um vætu, hita og saltviðurskifti, sigur Símun V. Arge, sum væntar at núverandi kanningar verða lidnar um eini tvey ár. – Núverandi tildekkingin er bara fyribils. Tað besta hevði verið, at fingið eina endaliga loysn, har Múrurin framhaldandi kann vera so upprunaligur og sjónligur sum møguligt. Men vit mugu kanna múrin, so vit vita hvørjar avleiðingarnar av endaligu verjutiltøkunum kunnu fara at verða, eitt nú um hann verður innilokaður. – Í Hamar í Noregi valdu tey at seta leivdirnar av dómkirkjuni undir glas, men ein tílík loysn skapar nýggjar spurningar, til dømis eitt nýtt inniklima. Og tí má vitanin vera komin upp á pláss fyrst. Sambært ávegis tilmælinum skuldi byggikønur antikvarur standa fyri dagliga arbeiðnum saman við konservatori. Og eftir tíðarætlanini í tilmælinum skal verjan takast niður aftur á sumri 2007. Eingin ábyrgdarpersónur varð settur tá, og Símun V. Arge sigur, at av tí at fleiri avbrot hava verið í arbeiðnum, eigur tíðar­ ætlanin at endurskoðast. Síðsta ávegis tilmæli frá Múrnevndini var, at kunningar­ átøk skuldu setast í verk fyri at styrkja áhugan fyri Múrinum millum vitjandi og í almenningi­ num yvirhøvur. Hetta skuldi millum annað gerast við skeltum á staðnum, einum faldara og eini heimasíðu um Múrin. Petur Zachariassen sigur, at skeltið er sett upp við Múrin, og faldarin er so at siga klárur, men er ikki útkomin enn. – Viðvíkjandi ætlaðu heimasíð­ uni vórðu ymsar fyrireikingar gjørdar í 2002­2003, m.a. við at skanna gamlar blaðgreinir og fáa annað tilfar til vega. Men síðani hevur orka ikki verið sett av til arbeiðið at gera heimasíðuna klára at fara á netið, sigur Petur Zachariassen. Í ávegis álitinum varð eisini sagt, at ein arkitektakapping skuldi fyriskipast, sum so skuldi finna fram til ”eina varandi loysn á varðveitingarspurninginum”. Henda kapping skuldi útskrivast á heysti 2005 og enda á vári 2006. Sambært Símun V. Arge er tíðin enn ikki búgvin til hesa kapping, tí kanningararbeiðini mugu fyrst gerast liðug. – Í Hamar í Noregi valdu tey at seta leivdirnar av eini dómkirkju undir glas. Og Símun V. Arge heldur, at tað besta fyri Kirkjubømúrin hevði verið, at hann framhaldandi kann standa so upprunaligur og sjónligur sum møguligt Jóannes Patursson heldur, at Koldinghus kundi verið brúkt sum fyrimynd fyri eini endurbyggjan, sum eisini er ein varðveitan av fornminninum