Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnusíðurnar Nr. 102 - 31. mai 2007 – Avtalan við Faroe Seafood um leingjanina av ísfiskatrolaranum er skrivað og verður undirskrivað fyrsta dagin, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórs­ havnar Skipasmiðju Ídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Faroe Seafood hevur keypt tveir ísfiskatrolarar úr ávika­ vist Skotlandi og Írlandi, og ein avtala er klár til und­ irskrivingar millum felagið, sum nú eigur hesar bátarnar og Tórshavnar Skipa­ smiðju. Annar av ísfiskatrolaru­ num, Audacious, sum er skottarin, skal leingjast á Tórshavnar Skipasmiðju og Gunnar Mohr, skipasmiðju­ stjóri, veit at siga, at avtalan verður undirskrivað fyrsta dagin. Projektera sektión Stjórin vísir á, at tá Auda­ cious er longdur, hava bæði skipini, sum Faroe Seafood hevur keypt, umleið somu longd. ­ Vit fara at seta 5 metrar upp í skipið, og leingjanin verður framd á sama hátt, sum tá ið vit settu upp í vest­ mannatrolararnar, Fram og Vestmenning. Gunnar Mohr sigur, at arbeiðið at projektera sek­ tiónina er longu farið í gongd, og tá hetta er liðugt, verður farið í holt við stál­ arbeiðið. Hann sigur, at tá sektiónin er liðug, verður skipið tikið upp. – Ísfiskatrolarin verður nú skorin í tvey, og síðan verður sektiónin sett ímill­ um fram og afturskipið. Gunnar Mohr sigur, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur góðar royndir við hes­ um mátanum at leingja skip. – Hetta er ein effektivur háttur, har skipini eru lut­ falsliga stutt úr vinnu, sigur skipssmiðjustjórin. Bíða eftir spaniólum Faroe Seafood hevur annars tveir nýbygningar í gerð í Vigo í Spaniu og sum skist, er tað drigið nakað út við liðugt gerðini av skipunum. Tað er FJM í Runavík, sum Tórshavnar Skipa­ smiðja eigur, ið hevur bygt verksmiðjuna til nýbygn­ ingarnar. – Vit bíða eftir spaniólum, og tá klárt er at fara niður at seta verksmiðjuna upp, fara vit niður hagar, sigur Gunn­ ar Mohr. Stoltenberg á laksavitjan í Ruslandi Rusland: Á vitjan síni í Ruslandi í døgunum 6.­10. juni er ætlanin, at Jens Stoltenberg skal vitja stóra góðskingarvirkið ROK1 í St. Pætursborg. Virkið telist millum tey størstu í Ruslandi av sínum slagi og ein partur av ráfiskinum, sum kemur til góðskingar á ROK1, er norskur laksur. Sum skilst úr Noregi, fer Stoltenberg eisini at hava samrøður við Vladimir Putin, forseta og við russiska forsætisráðharran, Mikhail Fradkov eins og politisk umboð fyri Murmansk og St. Pætursborg. Ætlandi verður vitjað í Moskva, Murmansk og St. Pætursborg. Hugsandi er, at Stoltenberg og Putin fara at tosa um vinnuligt samstarv og marknaðar­ atgongd, men eingin ivi er um, at mong onnur viðurskifti eisini verða á skránni. (­ vilmund) Tórshavnar Skipasmiðja: Skal leingja Audacious hjá Faroe Seafood Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri, sigur, at arbeiðið at projektera sektiónina til annan ísfiskatrolaran, sum Faroe Seafood hevur keypt úr Skotlandi, er byrjað, og tá hetta er liðugt, verður farið í holt við sjálvt stálarbeiðið Mynd: Vilmund Jacobsen Faroe Seafood fær skjótt fýra nýggjar ísfiskatrolarar aftrat teimum, sum felagið longu eigur - tveir brúktar bátar úr ávikavist Skotlandi og Írlandi og tveir nýbygningar úr Spaniu Mynd: Vilmund Jacobsen Nebbasildin ein fiasko fyri danir Danmark: ES vil ikki hækka kvotuna av nebba­ sild. Hetta kemur ógvu­ liga dátt við hjá donskum fiskimonnum, sum høvdu vónað at fingið eina størri kvotu. Seinastu tíðina hava danir lagt trýst á fiski­ vinnumyndugleikarnar í ES fyri at fáa teir at økja kvotuna. Málið hjá dønum hev­ ur verið, at kvotan hækk­ ar við 50.000 tonsum. ES steðgaði herfyri síni nebbasildaveiði eftir at kvotuparturin upp á 170.000 tons, sum fiski­ frøðingar mæla til, er fiskaður. Nú er tað so greitt, at danir hava fingið nei frá ES til eina størri kvotu av nebbasild. (-vilmund)