Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnusíðurnar Nr. 102 - 31. mai 2007 Bretar selja alilaks sum villlaks Bretland: Heili 15% av laksinum, sum bretar selja og siga er “villur”, er alilaksur. Hetta vísir ein bretsk kanning, sum bretska matvørueftirlitið hevur gjørt. Kanningin vísir, at bretsk vinnulívsfólk eisini feilmerkja og selja annan aldan fisk sum “villan”. Bretska matvørueftirlitið, FSA, váttar, at feilmerkingar verða gjørdar, har alifiskur verður “dóptur” villur at vera. FSA sigur, at feilmerktur fiskur bæði verður seldur í supermarknaðum, fiskahandlum, fiskamarknaðunum og í ymiskum serhandlum. Kanningin hjá matvørueftirlitinum vísir kortini, at flestu fiskaseljarar geva brúkarunum røttu myndina av vøruni, tó ikki allir. (-vilmund) Spøkilsisskip í havnum Danmark: Ein trupulleiki í donskum havnum eru skip, sum eru løgd, men sum eigararnir ikki tora at høggja upp. Kvoturnar eru fluttar á onnur og nýggjari skip, men óvissa ræður um, hvussu verður við hesum kvotum, um gomlu skipini verða høgd upp. Tí liggja gomul skip, sum eru tikin úr vinnu og mis- prýða danskar havnir. ES-fiskivinnukommiserurin, Joe Borg, hevur nú lovað donskum fiskimonnum at taka henda trupulleika upp, so hann kann verða loystur. Joe Borg var við, tá Danmarks Fiskeriforening helt aðalfund herfyri. (-vilmund) Nýggjari skip loysa tey gomlu av, men danir tora ikki at høgga gomlu skipini upp, tí óvist er tá, hvussu verður við kvotunum Glasállur aftur í havið Sargassohavið: Ráðini fyri londini, sum umsita fiski- veiðina í Eystursjónum og Norðsjónum, eru samd um, at í minsta lagi 75% av glasállinum, sum verður veidd- ur í dag, skal sleppast í havið aftur. Ráðini meta nevniliga, at um hesi stig ikki verða tikin, verða tað ov fáir állar, sum fara longu leiðina aftur í Sargassohavið at gýta. (-vilmund) Laksur til fiskafars Svøríki: Sviar hava brúkt nógvan pening til at byggja laksatrappur, soleiðis at laksur og síl lættari kunnu sleppa niðan í svensku áirnar at gýta. Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki gingið so væl, sum ætlanin var við hesum trappum. Kanningar vísa, at bert 15% av fiskinum kemur heilskapaður oman aftur á sjógvin. Restin av fiskinum verður malin til fiskafars í turbinunum, sum sviar hava sett í árirnar. (-vilmund) Tórshavnar Skipa­ smiðja, sum bæði eigur Skála Skipa­ smiðju og verkstaðin FJM í Runavík, hevur úr at gera í løtuni – bæði við nýbygging, leingjan og øðrum virksemi, sum feløgini hava í Havn, Skála og Runavík Ídnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tórshavnar Skipasmiðja hevur í løtuni fýra byggi- sáttmálar, sum felagið er í holt við at fáa frá hondini. Talan er um bæði supply- skipini, sum Thor letur smíða á Skála Skipasmiðju og tvær tvíkiljur, sum felag- ið herfyri gjørdi sáttmála við Vestlaks um at smíða. Alt í Føroyum Gunnar Mohr, stjóri á Tórs- havnar Skipasmiðju, sigur, at skrokkarnir til tvíkiljarnar eisini verða smíðaðir á skipasmiðjuni – og ikki utt- anlands, sum okkurt annað felag, ið smíðar tvíkiljur, hevur gjørt. – Vit eiga alt arbeiði, bæði design og tekningar, umframt at alt arbeiði verð- ur gjørt á skipasmiðjuni. Hann sigur, at nú supply- skipini verða smíðað á Skála, verða báðar tvíkiljur- nar smíðaðar í Havn. Latast í november – Tvíkiljurnar skulu handast longu í november. Tær verða 13 metrar langar, og sáttmálaprísurin fyri báðar bátarnar liggur um slakar 8 miljónir krónur, sigur skipa- smiðjustjórin. Gunnar Mohr sigur, at í løtuni eru ikki aðrir byggi- sáttmálar í stoypiskeiðini hjá Tórshavnar Skipa- smiðju. – Beint í løtuni er einki nýtt sum so, men vit hava nakrar mans í Eggersund, har boripallar verða bygdir. Enn er ikki komið so langt við hesi verkætlan, at hon gevur so nógv til elektrikarar, men vit liggja fram við – bæði her og aðrastaðni – at fáa nýggjar sáttmálar í lag, sigur Gunnar Mohr OffshOre Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn er einki stórvegis nýtt at frætta um nakran nýggjan sáttmála hjá Pam Offshore í Noregi. Tað er Tórshavnar Skipa- smiðja, sum eigur hetta fe- lag, og tað er Pam Offshore, sum hevur havt teir mongu elektrikararnar í Svøhvit- økinum og í verkætlanini við Orminum Langa. Nú hesar verkætlanir geva minni arbeiði til ar- beiðsmegina, sum føroyska felagið hevur har yviri, hev- ur dúgliga verið leitað eftir nýggjum sáttmálum, so før- oyingar kunnu halda fram at arbeiða í frálandavinn- uni. Gunnar Mohr, stjóri í Pam Offshore, sigur, at felagið fylgir væl við og roynir at fáa í lag munagóðar sáttmálar. – Beint í løtuni er einki nýtt sum so, men vit hava nakrar mans í Eggersund, har boripallar verða bygdir. Enn er ikki komið so langt við hesi verkætlan, at hon gevur so nógv til elektrik- arar, men vit liggja fram við – bæði her og aðrastaðni – at fáa nýggjar sáttmálar í lag, sigur hann. Í løtuni hevur Pam Off- shore einar 30 elektrikarar, sum eru knýttir at ymiskum verkætlanum í Noregi. Byggja boripallar í Eggersund Hevur fýra byggisáttmálar Myndin er tikin, tá Gunnar Mohr og umboð fyri pólsku skipasmiðjuna undirskrivaðu avtaluna um pólsku arbeiðsmegina á Skála í sambandi við sienna byggisáttmálan hjá Thor í Hósvík Mynd: Vilmund Jacobsen