hósdagur 31. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 102 - 31. mai 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Teir skulu føla, at tað eru føroyingar,
sum teir spæla ímóti
Mikkjal Thomassen
KÍ annað
beinið í
finaluni
B36 kvinnurnar
løgdu rygg til 4-
0 tap í Klaksvík,
meðan tað í hinari
hálvfinaluupp-
gerðini er púra opið
eftir fyrra dystin
millum AB og GÍ
Fótbóltur
Jákup Mørk
Tað skal vilja heilt illa til
hjá KÍ kvinnunum, um
tær ikki verða annað lið
ið í steypafinaluni. Fyrra
hálvfinalan millum KÍ
og B36 varð spæld í
Klaksvík í gjárkvøldi.
Heimaliðið vann 40,
eftir at tað hevði verið
málleyst í 1. hálvleiki.
Sigrid Jacobsen setti
hol á smáar tíggju min
uttir eftir hvíldina, og so
skoraðu Vivian Bjartalíð
og Bára S. Klakstein,
sum skoraði tvær ferðir.
Í 2. hálvleiki var KÍ yvir
vágin ógvuliga stór, og
hesum megnaði annars
so stinna B36verjan ikki
at standa ímóti.
Hetta var triðja ferðin,
at KÍ spælir móti B36 í
ár. Í Havn hevur B36
fingið fýra av seks stig
um móti meistarunum,
men KÍsigurin hesa ferð
prógvaði so ruddiliga, at
KÍkvinnurnar
avgjørt
ikki ætla at lata meistara
heitið frá sær uttan
víðari.
Í hinari hálvfinaluni
vann AB á heimavølli 4
3 á GÍ, og tí er púrasta
opið undan seinnu hálv
finaluni teirra millum.
Seinnu hálvfinalurnar
verða
mikudagin
13.
juni.
Finalan
verður
sunnudagin 1. juli.
Skotar vunnu í
gjárakvøldið ein
linligan vinardyst
ímóti Eysturríki,
og eru nú klárir til
at møta føroyska
landsliðnum komandi
mikudag
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Seinasta hond varð løgd á
fyrireikingarnar hjá skotska
landsliðnum, tá ið liðið í
gjárkvøldið var í Eysturríki
og spældi venjingardyst.
Gaman í vann Skotland
dystin, men spælið hjá
skotsku manningini hekk
als ikki væl saman. Kanska
ein avleiðing av, at fleiri av
vanliga føstu spælarunum
høvdu givið avboð vegna
skaðar.
Einsamalla málið í dyst
inum skeyt Garry O’Con
nor, tá gott korter var farið
av sienna hálvleiki.
Tað er heilt vist, at skotar
ikki undirmeta Føroyar.
Hetta váttaði eisini skotski
venjari, Alex McLeish, eftir
dystin.
Vit hava jú verið har
fyrr, og vit vita hvussu tað
er. Vit fáa ein torføran dyst,
segði venjarin við Sky
Sports, og vísti á, hvussu
vánaligt graslíkið er á
Svangaskarði. Okkurt bend
ir á, at McLeish hevur sæð
dystin millum Føroyar og
Ukraina fyrr í ár, tá ið gras
ið á vøllinum var nærri líkt
einum svínastalli.
Tað skal tó leggjast aftur
at, at toftamenn hava gjørt
eitt stórt arbeiði síðani tá.
Sum skilst, so er grasið á
Svangaskarði sum fyrsta
dagin, hóast Ukrainadyst
urin fór ógvuliga illa við
undirlagnum.
Skotar stóðu royndina
Sigfríður Clementsen
skrivaði í gjárkvøldið
undir sáttmála við
AB, har hann verður
venjari restina av
hesum kappingar-
árinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki leingi, at AB lá
í venjaraloysi. Í blaðnum í
gjár skrivaðu vit, at besta
boðið upp á nýggjan venjara
helst var Sigfríður Clement
sen, og tann spádómurin
varð staðfestur í gjárkvøldi,
tá AB kundi boða frá, at
júst Sigfríður varð settur
sum venjari.
Eg havi hildið frí higartil
í ár, og eg hava kanska havt
ta pausuna, sum skuldi til.
Hetta er ein avbjóðing, sum
ikki kann sammetast við
hana, sum eg hevði í B36.
Avbjóðingin er at fáa AB at
verða verandi í deildini,
segði Sigfriður Clementsen
við portalin, tá sáttmálin
var undirskrivaður.
Enn er ikki heilt greitt, í
hvønn mun hópurin hjá AB
verður styrktur, tá flytingar
vindeygað letur upp. Ein
asta, sum er heilt vist, er, at
Allan Mørkøre kemur til
felagið, og at danski mið
vallarin, Peter Christiansen
flytur av aftur landinum.
Eyðun Dalsgarð, formaður,
segði við Sosialinum í gjár,
at arbeitt verður við fullari
ferð við at styrkja um hópin,
og at ætlanin er, at AB skal
fáa í minsta lagi tveir spæl
arar afturar Allani Mørk
øre.
AB er í løtuni á 9. plássi í
Formula deildini við seks
stigum. KÍ og B71 liggja
beint oman fyri strikuna við
12 stigum.
34 ár og royndur
Hást hann bert er 34 ára
gamal, so hevur Sigfríður
longu skapt sær eitt veruligt
navn innan føroyska fót
bóltsheimin. Eftir at hann
hevði virkað sum ungdóms
venjari, gjørdist hann í
2003 venjari hjá ÍF, sum tá
var í 2. deild. Ætlaða upp
flytingin gjørdist veruleiki
fyrsta árið, men í fremstu
deildini gekk ikki eftir vild,
og á sumri 2004 fekk Sig
fríður sekkin frá felagnum.
Í 2005 gjørdist hann venj
ari hjá B36, og hóast fleiri
vildu vera við, at tað var
rættiliga vágið at seta ein
venjari, sum var yngri enn
elstu spælararnir í hópinum,
so ivaðist eingin, tá árið var
av. Saman við Magna Mohr
stóð Sigfríður tá nevnliga
sum venjari hjá meistarun
um, umframt at B36 á sumri
gjørdist
fyrsta
føroyska
liðið, sum spældi seg víðari
í UEFACup kappingini.
Í fjør endurtók – og betr
aði felagið tað bragdið, tá
teir spældu seg víðari í eur
opisku meistarakappingini.
Í landskappingini vann B36
bronsu, meðan teir tóku
gull í steypakappingini við
finalusigri á KÍ.
AB fekk ynskisvenjaran
Sigfríður Clementsen er maðurin, sum skal royna at lyfta AB upp um niðurflytingarstrikuna seinastu 16 umførini av Formula-
deildini