hósdagur 31. mai 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 102 - 31. mai 2007 ]
Daniel skal venja
VÍF-kvinnur
Tað verður Daniel Rápa, sum í vetur skal taka sær av besta
kvinnuliðnum hjá VÍF. Eftir fráveru í eitt ár skulu
vestmannakvinnur nú aftur spæla í Sunset-kappingini, og nú
er venjaraspurningurin loystur. VÍF boðar á heimasíðuni frá,
at Daniel Rápa er settur sum venjari hjá kvinnunum. Daniel
hevur eisini áður virkað sum venjari hjá VÍF. Í fjør var hann
ein av berandi spælarunum hjá KÍF, og tað er sannlíkt, at
hann eisini komandi árið fer at spæla við teimum.
Meistararnir styrkja
hópin
Manchester United hevur boðað frá, at teir hava gjørt avtalu
við portugisisku Porto og Sporting Lissabon um at keypa
ávikivast Anderson og Nani. Teir báðir spælararnir verða
mettir sum komandi stjørnur í europiska fótbóltsheiminum,
og tí var tað ein errin stjóri í felagnum, David Gill, sum
kundi kunngera, at teir eru keyptir. Undan hesum hevur
Manchester United vissað sær undirskriftina hjá Owen
Heargraves, og samlaða upphæddin fyri teir tríggjar
spælararnir sigst liggja um 450 mió kr.
Motorítróttarfelagið
FIA hevur kannað
atburðin hjá McLar
en Mercedes í formil
1 koyringini í Mon
aco sunnudagin og
hevur avgjørt, at
McLaren einki galið
hevur gjørt
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eftir sigurin hjá McLaren
Mercedes bilunum á breyt-
ini í Monaco sunnudagin,
segði annar av koyrarun-
um, Lewis Hamilton, at
hann hevði fingið boð um
ikki at trýsta ella fara fram-
um liðfelagan, Alonso.
Sambært reglunum hjá
FIA, er tað ikki loyvt at
brúka sonevnd ólóglig lið-
boð, har ein av koyranum
fær boð um ikki at fara
framum hin. Motorítróttar-
felagið FIA kannaði tí
atburðin hjá felagnum.
Í Monaco er nærum
ómøguligt at fara framvið
bilum, og yvirhálingarnar
kundu teljast á einari hond
hendan dagin. Tí hevði ein
nærdystur
millum
teir
báðar í McLaren væl
kunna endað við, at báðir
bilarnir fóru í sor.
Vanlig mannagongd
FIA hevur kannað radio-
samskiftið millum McLar-
en pittin og bilarnar, og har
var ikki mett at nakað galið
var farið fram. Í grundgev-
ingini skrivar FIA m.a.:
- Tað ein vanlig manna-
gongd hjá einum liði, at
biðja koyrarar sínar, um at
koyra spakuligari, tá tey
eru nóg langt frammanfyri
avbjóðandi lið, hetta fyri
at minka um vandan fyri
tøkniligum ella øðrum
trupulleikum. Tað er somu-
leiðis vanlig mannagongd
og sum heild skilagott, at
biðja koyrarnar hjá liðnum
um ikki at vera til vanda
fyri hvør annan.
Stjórin í Formil 1 Bernie
Ecclestone segði annars í
gjár
við
Reuters,
at
McLaren liðið kundi fáa
eina metstóra bót ella enn-
tá verða koyrt úr kapping-
ini, um liðið hevði brotið
reglurnar sunnudagin
Schumacher
reglugerð
Reglugerðin um liðboð
varð broytt, tá Ferrari fyri
nøkrum árum síðan góvu
Rubens Barrichello boð
um at lata Michael Schu-
macher
koma
framvið
honum og fáa sigurin.
Henda hending østi nógv
fólk, og hóast reglugerðin
ikki var heilt greið tá, so
fekk Ferrari eina millión
dollarar í bót. Størstu bót-
ina higartil, fingu turkisku
formil 1 fyriskipararnir í
fjør. Hon var áljóðandi 5
milliónir dollarar.
McLaren
snýtti ikki
Lewis Hamilton
hevði enn eitt
fínt vikuskiftið
á breytini í
Monako, uttan
fyri breytina
var hansara
orðaval munandi
óhepnari
mynd: Polofo/AP
Ímóti Italia verður
Jákup á Borg sjeyndi
føroyingurin, sum
røkkur hálvt hundrað
landsdystum, og
møguleiki er fyri,
at Jákup Mikkelsen
ímóti Skotlandi
røkkur sama
dystartalinum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tá ið føroyska landsliðið
leygarkvøldið fer í eldin
ímóti italsku heimsmeistar-
unum, verður tað 50. ferðin,
at Jákup á Borg fer at
umboða føðilandið. Tá ið
Føroyar
mikukvøldið
í
næstu viku fara at spæla á
heimavølli ímóti Skotlandi,
verður tað 50. ferðin, at
Jákup Mikkelsen fer at
verja málið fyri Føroyar.
Jákup á Borg verður tann
sjeyndi, og Jákup Mikkelsen
verður tann áttandi føroy-
ingurin, sum fer at røkka 50
landsdystum.
Teir,
sum
higartil hava rokkið so nógv-
um dystum, eru Óli Johanne-
sen (80), Jens Martin Knud-
sen (66), Julian S. Johnsson
(63), John Petersen (57),
Allan Mørkøre (54) og
Øssur Hansen (51).
Jákup á Borg spældi
fyrstu ferð á landsliðnum í
1998. Tann 19. august hetta
árið, sendi Allan Simonsen
Jákup, sum tá umboðaði
barndómsfelagið B36, á
vøllin í Sarajevo, tá ið tað
restaðu tólv minuttir. Jákup
loysti Una Arge av. Bosnia
vann 1-0.
Føroyar
hava,
síðani
Jákup var við fyri fyrstu
ferð, spælt 58 landsdystir.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at Jákup á Borg síðani
tá hevur verið við mest sum
hvørja ferð. Undantakið
var, tá hann gav avboð til
eina
venjingarlegu
av
arbeiðsávum, og tá skaðar
ella leikbann hava forðað
honum at spæla.
Jákup á Borg er føddur
26. oktober í 1979 og harvið
27 ára gamal, og hann hevur
umboðað B36, OB og HB á
landsliðnum.
20. árið
Føroyska landsliðið er kom-
ið væl inn í sítt 20. ár í
altjóða fótbólti. 24. august
1988 spældu Føroyar fyri
fyrstu ferð, eftir at altjóða
limaskapurin var vorðin
veruleiki. Søguliga uppgerð-
in var ímóti grannunum fyri
vestan. Ísland vann vinar-
dystin í Akranesi 1-0.
Higartil eru 111 lands-
dystir spældir. Tann síðsti
var í Tbilisi í Georgia, har
Føroyar leygardagin 28.
mars taptu 3-1. Rógvi Jacob-
sen skoraði føroyska málið,
tá ið hann í 57. minutti
minkaði um munin til 2-1.
Jákup alla tíðina
Um alt gongur, sum tað verð-
ur vónað og roknað við, at
tað skal gera, so fer Jákup
Mikkelsen at verja føroyska
málið bæði leygarkvøldið
ímóti Italia og mikukvøldið
ímóti Skotlandi.
Jákup Mikkesen var við í
Akranesi 24. august 1988.
Tá sat 18 ára gamli KÍ ung-
lingin alla tíðina á beinkin-
um. Jens Martin Knudsen
var málverji. Nógvu tær
næstu ferðirnar vóru ikki
landsliðsboð eftir Jákupi, tí
Kaj Leo Johannesen varð út-
tikin
saman
við
Jens
Martini.
Síðani 1992 hevur Jákup
verið fast inventar á lands-
liðnum. Eingin hevur víst
sovorðið tol at bíða eftir
møguleikanum, sum Jákup
Mikkelsen hevur gjørt tað. 2.
juli í 1995 spældu Føroyar
og Ísland á Neskaupstaðum
á Eysturlandinum. Tað var
fyrsta ferðin, at Jákup vardi
føroyska málið. Íslendingar
vunnu vinardystin 2-0.
Jákup Mikkelsen er fødd-
ur 14. august 1970 og sostatt
36 ára gamalur. Hann man
vera ein av spælarunum,
sum hevur umboðað flest fel-
øg á landsliðnum. Umframt
barndómsfelagið KÍ og B36,
sum hann nú spælir við,
hevur Jákup verið landsliðs-
spælari fyri Herfølge í Dan-
mark, Molde í Noregi og
Partick Thistle í Skotlandi.
Næstu spælararnir, sum
hava møguleika at røkka
hálvt hundrað landsdystum,
eru Fróði Benjaminsen og
Rógvi Jacobsen. Teir hava
báðir spælt 42 landsdystir.
Fróði Benjaminsen er leik-
bannaður leygarkvøldið, tá
ið Rógvi Jacobsen fer at
spæla fyri Føroyar fyri 43.
ferð.
Jákup og Jákup fara
um teir 50
Jákup á Borg hevur síðani 1998 spælt 49 av 58 dystum. Fyrstu
árini sum innskiftari, men síðani 2-0 sigurin á útivølli móti
Luksemburg hevur hann við einum undantaki verið millum
teir fyrstu ellivu
Mynd: Álvur Haraldsen