Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 102 - 31. mai 2007 ] Dreingja­ dreymurin er veruleiki Teir eru sterkir. Millum heimsins bestu. Men Mikkjal Thomassen metir, at hetta bara kann fáa tað allar-besta fram í føroysku spælarunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í átta ár var Mikkjal Thomassen ikki at finna á føroyska fótbóltslandsliðnum. Hetta hóast hann í fleiri ár varð mettur millum teir allar bestu í landinum. Í fjør fekk hann tó møguleikan á miðvøllinum, tá nógvir skaðar gjørdu um seg, og við sannførandi avrik­ um beit hann seg frá fyrsta minuttir mest sum fastan í byrjunaruppstillingina. Tí kann roknast við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu á Tórsvølli, og sjálvur heldur Mikkjal, at hetta væl kann metast sum ein ynskisdreymur hjá sær. ­ Í fótbólti kanst tú ikki taka nakað fyri givið, men tað er sjálvandi ein dreingjadreymur, tá tú fært møgu­ leikan at dystast móti heimsmeistarunum. Tað er ein møguleiki, sum tú ert beinleiðis takksamur fyri at fáa, sigur Mikkjal, og leggur afturat, at hann støðugt vil stríðast fyri sínum plássi. ­ Tað eru jú nógvir góðir spælarar, sum vilja troka seg framat, og tí krevur tað, at tú støðugt ert á toppi­ num. Men eg vil so stríðast fyri mínum møguleika, sigur hann. Bakkar ikki fyri Gattuso Og tað er ikki eiti á møguleika, sum føroysku spæl­ ararnir hava hesaferð. Heimavøllur móti sjálvum heimsmeistarunum. Og Mikkjal viðgongur, at tað er uppgávu, sum kann tykjast mest sum ræðandi. ­ Tað eru jú nakrir av heimsins bestu spælarunum, sum vit skulu dystast við. Men júst tann veruleikin eigur eisini at fáa tað allar­besta fram í okkum. Tað ger tað í øllum førum hjá mær, og eg verði ikki bangin. Líkamikið, hvørjum spælari eg standa ímóti. Og tú bakkar heldur ikki, um tað er ein Gattuso, sum kemur í fullari ferð? ­ Nei, ikki ein senti­ metur. Teir skulu føla, at tað eru føroyingar, sum teir spæla ímóti. Drúgva fráveran frá landsliðnum tykist – um nakað – bara hava økt svongdina hjá Mikkjali Thomassen eftir landsliðsfótbólti Mynd: Álvur Riis tveittur úr ítróttar­kanon Berlingske skrivar í morgun, at Kanonudvalget í Danmark hevur á serligum fundi hevur tikið avgerð um, at Bjarne Riis skal tveitast úr Danmarks eliteidrætskanon. Í 1996 vann Bjarne Riis Tour de France og bragdið varð mett at vera so stórt, at hann gjørdist limur í Danmarks idrætskanon. ­ Vit ætla ikki at broyta ítróttarsøguna, men tá Bjarne Riis sjálvur hevur viðgingið tað, so meta vit hansara avrik vera snýt, og tí kann hann ikki vera við í kanon’ini, sigur formaður í eliteidrættens kanonudvald, Else Trangbæk, við DR Sporten. Buffon óttast Heimsins besti málverji verður Gianlugi Buffon nevndur. Men hóast hann er málverji hjá sterkastu fótbóltstjóðini í heiminum, so er hann í ongan hátt vísur í, at talan verður um lætta uppgávu á Tórsvølli leygardagin. – Slíkir dystir eru ofta truplari enn teir sonevndu truplu dystirnir. Í veruleikanum hevur tú einki at vinna og alt at tapa, og tí er umráðandi, at vit eru púrasta til reiðar til uppgávuna sigur Buffon við heimasíðuna hjá italska fótbóltssambandinum. Eftir fyrstu venjingina hjá landsliðnum fingu vit orð á Magna Mohr, sum er fysiskur venjari hjá A- landsliðnum. Magni hevur millum annað arbeitt við spælarunum hjá Juventus, og tí veit hann helst betri enn nakar annar, hvørjum føroyingar eru upp ímóti, tá teir fara á vøllin leygardagin. Í øllum førum, tá tað ræður um fysiska partin av spælinum. - Eg var fyri nøkrum árum síðani við til at testa spælarar hjá Juventus, og tey úrslitini hava vit samanborið við spælarar í donsku superliguni. Og her vísti tað seg, at italsku spælararnir vóru eini 30 til 40% betri enn teir donsku, sigur Magni. - Við hesum meini eg tó ikki, at teir renna tað meira. Talan er um tá tú ferð eftir ferð arbeiðir við høgum intensiteti, og tað er ofta hetta, sum er avgerandi innan fótbólt. Í kilometrum er teinurin á leið tann sami, men spurningurin er, hvussu væl tú hvílir millum spurtirnar. Og verður tosað um dystin, so leggur Magni afturat, at munurin í tølum kanska er enn størri. - Tú kanst siga, at í so máta er tað kanska órættvíst móti føroysku spælarunum, tí tað er einki at ivast í, at føroyingarnir í nógv størri mun koma at renna aftan á teimum italsku. Tað gevur enn fleiri háintensar renningar hjá okkara monnum, sigur Magni. Eitt er tó, hvussu kropsliga styrkin kann mátast. Tað, sum ikki kann mátast – og sum føroyingarnir mugu prógva – er, hvussu nógv tú kanst fara út um egin mørk, tá nóg nógv stendur upp á spæl. - Tað mugu vit vóna, at okkara megna. Og tað er ein veruleiki at hetta ofta kann bera heilt langt. Eg vil tó siga tað so, at fysiskt er fyrsta og seinasta korterið avgerandi. Fyrstu 15 minuttirnar er talan um eina brádliga møði, sum kemur av at vera undir trýsti. Tann møðin rennur tó avaftur, so um vit vinna á hesari, so er nógv vunnið. Hin møðin kemur móti dystarenda. Rennur ein spælari í tann múrin, sum tá kemur, so er vónleyst at stríðast víðari, sigur Magni Mohr at enda. -mørk Eyka megi neyðug Føroysku spælararnir skulu væl og virðiliga út um egiið mark leygardagin. Vónandi kann íblástur fáast frá gandadrykkinum, sum Asterix ofta gjørdi nýtslu av, tá hann og gallisku vinmenninir skuldu stríðast móti rómverjum Tekning: Óli Petersen