leygardagur 24. mars 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 24. mars 2001
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 59 - 24. mars 2001
gult cyan magenta svart
SAMSKIFTI
Eirikur Lindenskov
Telefonbókin 2001 er nú
aftur á gøtuni, men hesa-
ferð verða tað bara fastnet-
telefonfelagar, sum fáa
telefonbókina ókeyps frá
Føroya Tele. Tey, ið hava
fatelefon, mugu hesaferð
keypa telefonbókina fyri 50
krónur.
Føroya Tele sigur í tíð-
indaskrivi, at út við 27
túsund telefonbøkur verða
bornar út, og hetta verður
avgreitt í vikunum 13 til
15.
Sum grundgeving fyri, at
fartelefonfelagar ikki fáa
telefonbókina, sigur Føroya
Tele, at tað í framtíðini
verður møguligt at leita
eftir telefonnumrum v.m.
beinleiðis frá fartelefonini
og á internetinum.
Annars eru onkrar smá-
vegis broytingar gjørdar frá
seinastu útgávu. M.a. eru
felagatreytir nú prentaðar í
bókini og kápan er eisini
broytt nakað. Per á Hædd,
fotografur,
hevur
tikið
myndirnar, sum ímynda
ymiskar kundastøður.
Telefonbókin 2001 er
prentað í 33.000 eintøkum.
Tað er Prentsmiðjan Oddi
hf. í Reykjavík, sum hevur
havt prentingina um hendi.
Bókin er 32 síður størri enn
seinasta útgávan og telur nú
592 síður. Økta síðutalið
kemst serliga av at fleiri
virkir og stovnar lýsa í
Gulu síðunum fyri á henda
hátt at geva seg til kennar.
Annars verður Telefon-
bókin 2001 at fáa til keyps í
Telebúðunum kring landið
og á Tænastumiðstøðini.
Bókin kostar 50 krónur við
bleytari permu. Í ár eru
framleiddar 1000 bøkur við
harðari permu. Hesar vera
at fáa til keyps fyri 100
krónur eintaki.
Aftur í ár hava viðskifta-
fólk vent sær til Føroya
Tele við uppskotum til
broytingar í Telefonbókini.
Hóast ikki øll hugskotini
eru brúkt í nýggju útgávuni
eru tey á Føroya Tele sera
takksom fyri øll uppskot og
allar viðmerkingar til tele-
fonbókina, og tey siga seg
vóna, at Telefonbókin 2001
eisini verður eitt hent
uppslagsamboð hjá øllum
føroyingum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Uttanlandsnevndin viðger uppskot til nýggjan
sjálvstýrisleist. Áhugavert verður at síggja,
hvussu fastlæst samgongan er, nú Javnaðarflokk-
urin sigur seg í ávísan mun kunna taka undir við
tilgongdini, men tá vil hava ymsar broytingar.
Løgmaður hevur ein trupulleika, og hann eitur
framvegis Tjóðveldisflokkurin. Hóast løgmaður
ber fram føgur orð um, hvussu týdningarmikið
tað er at fáa eina breiða semju og fáa Javnaðar-
flokkin við, er tað eingin loyna, at kreftir í Tjóð-
veldisflokkinum vilja einki hava við Javnaðar-
flokkin at gera. Haturið hjá hesum kreftum móti
javnaðarfólki er so stórt, at tær heldur vilja leggja
seg á knæ fyri Fólkaflokkinum enn at skula
samstarva við Javnaðarflokkin.
Og nettupp hetta er knúturin í føroyskum poli-
tikki. Tjóðveldisflokkurin hevur síðani formans-
skiftið fullkomiliga negligerað Javnaðarflokkin
og hevur við floksapparati sínum gjørt alt fyri at
háða og tváa flokkin og formann hansara. Hóast
formaðurin letst sum hann virðir demokratiið,
stendur hann kortini á odda fyri einum flokki,
sum javnsetir javnaðarfólk við quislingar og
landasvíkjarar. Hvussu skal samstarv spyrjast
burtur úr slíkum hugburði! Lagnunnar speisemi
er tað eisini, at eingin hevur verið meira víð-
gongdur í hesi herferð móti javnaðarfólki enn
formaðurin í Uttanlandsnevndini, sum nú skal
eina finna skilagóða og breiða loysn, um vit skulu
ganga eftir orðum løgmans.
Tað má hugburðsbroyting til í Tjóðveldisflokkin-
um skal hann koma á tal aftur við Javnaðar-
flokkin. Skal nakað henda á sjálvstýrisleið, er tað
einasti útvegurin. Tað kann henda, at Tjóðveldis-
flokkurin setur seg uttan fyri ávirkan í føroyskum
politikki, um hann ikki sannar hetta. Tað er tó
greitt, at fer Sambandsflokkurin at halda fram við
gomlu sambandslinjuni, vil tað koma væl við hjá
Tjóðveldisflokkinum. Tí tá verður ringt hjá
Fólkaflokki og Javnaðarflokki at hava nakað við
Sambandsflokkin at gera. Og tað kann tvinga
Fólkaflokkin saman aftur við Tjóðveldisflokk-
inum. Vil Sambandsflokkurin ikki innsíggja, at
meiri sjálvstýri er einasta leið, verður hann orsøk-
in til, at núverandi samgonga kann halda fram
eftir valið. Hvør enn verður formaður í flokkinum
eigur hann at gera sær hetta greitt. Tað er neyvan
nakar ivi um, at hevði Sambandsflokkurin flutt
seg meira á sjálvstýrisleið, hevði ynskisamgong-
an hjá løgmanni verið A,B og C. Nógvir fólka-
floksmenn høvdu fegnir viljað skift út E við B.
Gevast tjóðveldismenn ikki við sínum haturi til
Javnaðarflokkin, kunnu teir lættliga koma at seta
seg sjálvan uttan fyri alt vald.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Møguleikar
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara høgt
elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Poul Nicolaj Jacobsen
ættaður av Glyvrum
búsitandi í Tórshavn
andaðist hósmorgunin 22. mars, 73 ára gamal.
Kistan fer úr Kapellinum á Landssjúkrahúsinum
leygardagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr
Havnar Kirkju sunnudagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Asta, Sigrun, Djóni og Marianna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan hátt
vístu samkenslu og ógloymandi hjálpsemi, tá ið
elskaða dóttir mín og systir okkara
Birita Persdóttir Hansen
doyði og varð jarðað.Tøkk øll tit, ið vóru so góð
við Biritu
Ása
Nýggja telefonbókin komin
FERÐSLA
Ferðslutrygd www.info.rff.fo
Tórshavnar Kommuna hev-
ur gjørt ymiskt seinastu
tvey árini við Sundsvegin,
sum fólk kæra seg nógv um
framvegis. Tveir nýggir
gonguteigar á horninum
millum
Ringvegin
og
Sundsvegin við gongu-
teigaljósum og skeltum eru
komnir.
Harafturat er Sundsveg-
urin og gongubreytin as-
falterað. Marius Müller,
tekniskur stjóri hjá komm-
ununi, sigur, at fyri at bøta
um ferðslutrýstið á Sunds-
vegnum, hevur kommunan
ætlanir um at føra Sunds-
vegin oman í verandi rund-
koyring
við
endan
á
R.C.Effersøesgøtu. Eisini
er ætlanin at gera ein veg úr
Sundsvegnum yvir í Vill-
ingardalsvegin og eina
rundkoyring við Sunds-
vegin/Óluvugøtu. Hesi ar-
beiði verða væntandi gjørd
samstundis, sum Berja-
brekka 3-ætlanin verður
framd, sum m.a. umfatar
bygging av uml. 120 íbúðm.
Sundsvegurin
fullkomiliga broytast
FERÐSLA
Ferðslutrygd www.info.rff.fo
Fleiri av løgreglumonn-
unum tykjast ikki so harmir
um, at vit í Føroyum ikki
hava sokallaðu fotofellurnar.
Ein fotofella virkar soleiðis,
at eitt upptøkutól automat-
iskt tekur mynd av bili við
førara, – og dagin eftir fær
førarin myndina í postinum
við upplýsing um, hvussu
skjótt hann koyrdi, tá ið
myndin varð tikin.
Førarin kemur ongantíð í
samband við løgreglu ella
vegamyndugleika,
men
tekur støðu til eina mynd
og eini kravboð í postinum
um t.d. eina bót.
Fleiri av føroysku løg-
reglumonnunum
innan
ferðsluna halda, at persón-
liga sambandið millum
løgreglu
og
bilførarar
hevur nógv størri týdning
og ávirkan
á atburðin í ferðsluni,
enn elektrónisk eftiransing
sum eitt nú fotofellur.
Ópersónligar fotofellur
Birita Andreasen
Tórshavnar Sløkkilið hevur
saman við tryggingarfeløg-
unum keypt nýtt tól, ið ger
tað møguligt at finna fólk
og skaðar í bølamyrkri.
Tólið er fyrst og fremst
keypt til at bjarga mannalív,
men afturat tí so er tað sera
hent at hava, tá ið tað
kemur til fjaldar rørskaðar
og annað, sum er ómøguligt
at síggja við berum eyga.
Hetta fer at lætta munandi
um arbeiðið hjá sløkki-
liðinum.
Á støðini hjá Tórshavnar
Sløkkiliði var hósdagin
framsýning, fyri at vísa
hvussu tólið virkar. Eitt nú
bleiv man sleptur inn í eitt
rúm, sum var fult av royki.
Ógjørligt var at síggja fram
um nøsina. Men tók ein
brillurnar uppá, so var
beinavegin møguligt at
síggja eitt fólk í einum
horni í rúminum.
Tólið, sum kallast Fire
Flair, er amerikanskt. Peter
Seloy,
sløkkjuliðsstjóri,
sigir frá at hann mátti
skriva undir eitt skjal frá
bretska verjumálaráðharr-
anum, um at tólið ikki
skuldi nýtast til nakað
hernaðarligt endamál, og at
hann sjálvur var endaligi
brúkarin. Tað vil siga at
hann ikki vildi selja tólið
víðari.
Tryggingarfeløgini
Tólið er saman við sløkki-
liðnum, fíggja av Trygging-
arfelagnum Føroyar og
Trygd
Peter Seloy greiðir frá at
tólið kann skerja umfangið
av eitt nú rørskaðum, á tann
hátt at tað verður gjørligt at
síggja hvar nágreiniliga
skaðin er. Sostatt verður
man førur fyri at avmarka
skaðan munandi, og slepp-
ur undan at bróta óneyðugt
upp. Við
hesum
vilja
tryggingarfeløgini
eisini
minka um teirra útreiðslur.
Framkomin tøkni
Saman við nýggja tólinum
hevur sløkkiliðið eisini
fingið nýggja roykkavara-
útgerð. Hetta eru brand-
hjálmur og trýstluftsam-
boð, ið ger tað gjørligt hjá
einum sløkkiliðsmanni at
vera longri enn áður, inni í
einum rúmi sum er fult av
royki.
– Hendan tøknin tekur
okkum frá sjeytiárunum,
beint inn í ár 2000. Her
hava vit ongantíð áður
verið, sigur sløkkiliðsstjór-
in. Hann leggur síðani
afturat, at tólið er eitt frálíkt
hjálparamboð til ein væl-
vandan
sløkkiliðsmann,
men at tað ikki kann setast
ístaðin fyri nakað annað.
Tórshavnar Sløkkilið fingið nýtt tól
Tólið, sum kann síggja í myrki
Mynd: Jens K. Vang
Soleiðis sær fólk út gjøgnum
nýggju brillurnar hjá
sløkkiliðnum
Mynd: Jens K. Vang