leygardagur 24. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Pengarnir hjá Kirkju-
ráðnum á Eiði eru
uppi, men framvegis
manglar umleið ein
millión krónur í at
gera umvælingarnar í
kirkjuni lidnar
KIRKJA
Eyðun Klakstein
Eiði: Arbeiðið var uppruna-
liga mett til at kosta millum
hálva og eina millión krón-
ur, men higartil hevur tað
kostað eina millión, og tað
restar framvegis líka nógv
í, áðrenn arbeiðið er liðugt.
Hetta er støðan í kirkjuni
á Eiði, sum hevur verið
stongd í eitt ár, meðan stóru
umvælingarnar hava verið í
gongd.
Kirkjan á Eiði er 120 ára
gomul, og tí eru treytir fyri,
hvussu umvælingar skulu
gerast. Millum annað var
tað eitt krav, at gamla til-
farið í gamla gólvinum í
kirkjuni skuldi brúkast
saman við tí nýggja.
Nú gólvið er pussað vísir
tað seg, at gamli parturin av
gólvinum kann ikki brúkast
og má skiftast seinni.
Pengarnir uppi
Stóra arbeiðið, sum er eftir
at gera, er at mála kirkju-
skipið og gera ein kórvegg í
stand.
Saman við øðrum arbeið-
ið kemur upphæddin, sum
krevst fyri at gera ætlaða
umvælingararbeiðið liðugt,
helst upp á eina millión
krónur.
– Vit hava brúkt allar
okkara pengar til hetta ar-
beiðið, og vit eiga ikki fyri
tað, sum er eftir at gera,
sigur Hans Edvard Høg-
hamar, formaður í Kirkju-
ráðnum á Eiði.
– Vit høvdu vónað at
sloppið í kirkjuna aftur á
páskum og havt konfirma-
tiónirnar har, men tað fer
ikki at eydnast. Um máli-
arbeiðið verður gjørt bein-
anvegin, sleppa vit kanska í
kirkjuna aftur hálvan mai,
sigur hann.
Men til tað krevst, at
pengar verða funnir til
arbeiðið.
Í komandi viku skal
fundur verða Føroya Stifts-
stjórn um eina loysn av
fíggjarliga partinum, so
kirkjan kann umvælast
liðug og latast uppaftur.
Meðan kirkjan hevur ver-
ið stongd, hava fólk á Eiði
brúkt missiónshúsið í bygd-
ini.
Klaksvík: Hóskvøldið um
hálvgum seks tíðina vóru
boð eftir sløkkiliðnum í
Klaksvík.
Orsøkin var, at eldur var í
køkinum í einum sethúsum
við Stoksoyrarvegin.
Tað vísti seg, at eldur var
komin í ruskspanninum
undir borðinum í køkinum,
men talan var ikki um álv-
arsaman eld. Ruskspannin
var tikin út úr húsunum, og
so var søgan um eldin av.
Hinvegin hevði eldurin
sett hol á vatnslangurnar
undir borðinum, og vatn-
lekin gjørdi nakað av
skaða. Sløkkiliðið hevur tól
til at taka vatn upp við, og
tað varð brúkt í húsunum.
Í
ruskspannini
vóru
onkrir kemiskir løgir, sum
eru illgruna fyri at verða
orsøkin til eldin.
ek
Mangla pengar til
kirkjuna á Eiði
Eldur í ruskspann
Gólvið í Eiðis Kirkju hevur volt kirkmyndugleikunum
høvuðbrýggj
Mynd: Edvard Joensen
Góður fiskiskapur og
góðir fiskaprísir eru
grundarlagið undir
góða úrslitinum hjá
Norðoya Sparikassa,
sum farna ár hevði
19,3 milliónir í avlopi
áðrenn skatt
ROKNSKAPUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Í gjár kundi
Eyðfinn Reyðberg leggja
sín fyrsta roknskap sum
stjóri í Norðoya Sparikassa
fram.
– Vit eru heilt væl nøgd
við úrslitið. Fyrra hálvár
høvdu vit 4,3 mió. í avlopi,
men seinna hálvár royndist
munandi betri, sigur Eyð-
finn Reyðberg.
Norðoya
Sparikassi
hevði 19,3 milliónir í av-
lopi áðrenn skatt, men tá
landið hevði fingið sín part,
vóru 15,7 milliónir eftir í
sparikassanum.
Hetta úrslitið er nakað
tað sama sum í fjør, men
áðrenn skatt var úrslitið í ár
næstan hálvaaðru millión
betri.
Fiskvinnan avgerandi
Tað eru serliga norðoyingar
og fólk í Lorvík, sum eru
viðskiftafólk í Norðoya
Sparikassa, og hetta er eitt
økið, sum er sera tætt tengt
at fiskivinnuni – bæði á
landi og sjógvi.
At fiskivinnan hevur havt
tað gott seinastu tíðina
merkist aftur hjá Norðoya
Sparikassa.
– Stórur partur av okkara
kundum fáa sína løn í
framleiðsluvinnuni, og tí er
gongdin hjá okkum tengd
at hesi vinnu. Tað er uppá
gott og ilt, og í løtuni kenna
vit tað frá tí góðu síðuni,
sigur Eyðfinn Reyðberg,
stjóri.
Góðu tíðirnar hava eisini
havt við sær, at fólk hava
sett fleiri pengar í spari-
kassan. Innlánini vuksu við
100 milliónum krónum
seinasta ár.
Balansin hjá Norðoya
Sparikassa var fyri fyrstu
ferð omanfyri milliardina
og vendi, so sparikassin
veksur.
Lutvíst færri útlán
Hóast Norðoya Sparikassi
hevur fingið fleiri pengar í
kassan, hevur stovnurin
ikki vaksið eins nógv um
útlánini. Í 1999 vuksu
útlánini við 100 milliónum
krónum, meðan vøksturin í
ár bert er góðar 20 milli-
ónir.
– Vit broyta ikki útláns-
politikk frá einum ári til
annað, men vit halda tað er
hóskandi, at útlánini eru
millum 80 og 90 prosent av
innlánunum, sigur Eyðfinn
Reyðberg.
Við árslok vóru útlánini
88,5 prosent av innlánun-
um. Í 1999 vóru tey 96
prosent.
– Tað eru fleiri pengar at
vinna við at lána pengar út
heldur enn at seta teir í
virðisbrøv, men tað er
sjálvandi eisini ein størri
vági og kostnaður við at
lána út, sigur Eyðfinn
Reyðberg, sum fegnast um,
at sparikassin í ár hevði
kursvinning upp á tvær
milliónir av síni lánsbrøv-
um.
Tænasta í topp
Síðani 1994 eru vinnuligi
útlánini hjá Norðoya Spari-
kassa farin frá ongum og
upp í 27 prosent í fjør.
– Privatkundin hevur
altíð verið høvuðsgrund-
arlagið
undir
Norðoya
Sparikassa, og soleiðis
verður tað eisini framyvir.
Tað er tó sannlíkt, at vit
fara at vaksa nakað um
vinnuligu lánini komandi
árini, sigur Eyðfinn Reyð-
berg.
Norðoya Sparikassi rokn-
ar við einum betri úrsliti
fyri 2001.
– Vit eru væl nøgd við
úrslitið í ár, men vit skulu
sjálvandi miðja eftir einum
betri úrsliti. Men ein fíggj-
arligur málsetningur er lítið
verdur, um tað ikki veruliga
verður gjørt nakað fyri at
náa honum.
– Lykilin til betri úrslit
eru fleiri og betri nøgdir
kundar. Tí skal tænastan og
ráðgevingin verða so góð
sum á nakran hátt gjørligt,
sigur Eyðfinn Reyðberg.
Í
gjárkvøldið
hevði
Norðoya Sparikassa stóran
ábyrgdarafund í KÍ-høllini í
Klaksvík, og har slapp
nýggi stjórin at greiða frá
gongdini farna árið.
Norðoya Sparikassi stórt avlop
– Lykilin til betri úrslit eru fleiri og betri nøgdir kundar. Tí
skal tænastan og ráðgevingin verða so góð sum á nakran hátt
gjørligt, sigur sparikassastjórin í Klaksvik
Mynd: Eyðun Klakstein
– Privatkundin hevur altíð verið høvuðsgrundarlagið undir Norðoya Sparikassa, og soleiðis verður tað eisini framyvir. Tað er tó
sannlíkt, at vit fara at vaksa nakað um vinnuligu lánini komandi árini, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa
Mynd: Eyðun Klakstein
Nr. 59 - 24. mars 2001
5
4
Nr. 59 - 24. mars 2001
gult cyan magenta svart
NÝTT FRÁ TRIUMPH!
Esclave bh fæst í A,B og C skál
einans 258,-
Náttkjólar og pyamas
í bumull við
stuttum ella ongum
ermum
Prísur frá 268,-
Esclave trussur
einans 128,-
Sosialurin 311820
Undirtroyggjur í bumull
118,-
Undirtroyggjur í
50% bumull 50% micro-model
130,- og 158,-
fæst eisini í ull