leygardagur 24. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Trupulleikarnir í
útjaðaranum eru
stórir. Tí heldur for-
maður Javnaðarflok-
sins, at føroyingar
eiga at fáa ein lands-
stýrismann í innan-
landsmálum at taka
sær av millum annað
kommunumálum og
útjaðaramenning
ÚTJAÐARAMENNING
John Johannessen
Føroyar skulu hava ein
landsstýrismann, ið burtur-
av tekur sær av kommunu-
málum og viðurskiftunum í
útjaðaranum.
Hetta heldur Jóannes
Eidesgaard, formaður Javn-
aðarfloksins.
– Við gongdini í dag
verður útjaðarin alsamt
veikari, og vandi er fyri, at
Sandoyggin og Suðuroygg-
in eins og útoyggj-arnar
heilt fara at detta niður-
ímillum í samfelagsmenn-
ingini. Tí er neyðugt at nýta
orku til at venda gongdini,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Ábyrgd er neyðug
Í løtuni er tað løgmaður,
sum umsitur kommunumál
og útjaðaran. Hetta heldur
Jóannes Eidesgaard vera
skeivt.
– Sambært stýrisskipan-
ini skal løgmaður umsita
uttanlandsmál, vera fyri-
sitingarligur
leiðari
og
annars hava eftirlit við, at
teir ymisku landsstýris-
menninir umsita málsøki
síni á fullgóðan hátt. Men
tá løgmaður sjálvur umsitur
kommunumál og útjaðaran,
er eingin, sum kann hava
eftirlit við hesum málsøkj-
um, ger Jóannes Eides-
gaard greitt.
Tí heldur Jóannes Eides-
gaard tað vera heilt náttúr-
ligt, at ein landsstýrismað-
ur verður settur burturav til
hesi málsøki. Og so kann
løgmaður hava eftirlit við,
at landsstýrismaðurin um-
situr øki síni á fullgóðan
hátt.
Sjálvstýrismál til
løgmann
Hóast ábyrgdin av uttan-
landsmálum hongur saman
við løgmansembætinum,
hava vit í dag ein landsstýr-
ismann, sum hevur ábyrgd-
ina av sjálvstýrismálum.
Hetta er eitt málsøki,
sum Jóannes Eidesgaard
heldur hanga tætt saman
við uttanlandsmálum, og tí
heldur hann, at løgmaður
eigur at umsita hetta máls-
økið.
Høgni Hoydal, sum er
landsstýrismaður í sjálv-
stýrismálum,
er
eisini
landsstýrismaður í lógar-
málum. Jóannes Eides-
gaard ímyndar sær, at
landsstýrismaðurin í innan-
landsmálum í eini komandi
samgongu eisini er lands-
stýrismaður í lógarmálum.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at Javnaðarflokkurin
umhugsaði hetta, tá Fólka-
flokkurin setti seg í sam-
band við Javnaðarflokkin
undir seinastu samgongu-
kreppu. Og Jóannes Eides-
gaard ger greitt, at hetta
helst eisini fer at verða eitt
krav, um Javnaðarflokkurin
fer í samgongu eftir kom-
andi løgtingsval.
Formaður Javnaðarfloksins heldur, at ein umsitingarlig broyting í Tinganesi kann bjarga
útjaðaranum. Hann skjýtur upp, at vit fáa nýtt landsstýrismannaembæti, nevniliga
landsstýrismann í innanlandsmálum
Jóannes Eidesgaard:
Brúk fyri lands-
stýrismanni í
innanlandsmálum
Løgmaður hevur sett
Bent Jensen,
professara við lærda
háskúlan í Odense at
grópa í skjølum
eystanfyri, ið kunnu
geva eina mynd av,
hvussu Sovjets-
amveldið og Varsjava-
samgongan sóu
trygdarpolitisku
støðu Føroya
HERNAÐARKANNING
John Johannessen
N
ú skal sambandið millum
føroyar og londini eystan
fyri undir kalda krígnum
kannast.
Fyri hálvum ørðum ári
síðani fingu vit sokallaðu
Svørtubók,
sum
lýsir
hernaðarligu støðu Føroya í
sambandi við Danmark og
USA undir kalda krígnum.
Men løgmaður vil eisini
hava sambandið við londini
eystanfyri lýst. Tí hevur
hann sett danska profess-
ara, Bent Jensen, frá lærda
háskúlanum í Odense á
uppgávuna.
Arbeiðssetningurin
hjá
Bent Jensen verður hesin:
1. At lýsa trygdarpolitisku
støðu Føroya í kalda
krígnum, sum Sovjet-
samveldið og tess sam-
eindu
(Varsjavasam-
gongan) mettu hana.
2. At lýsa hernaðarligt
virksemi hjá Sovjetsam-
veldinum og tess sam-
eindu á landi í Føroyum,
á føroyskum havleiðum
og í føroyskum loftrúmi.
3. At lýsa, í hvønn mun
Sovjetsamveldið og tess
sameindu høvdu eina
serstaka
hernaðarliga
ætlan (strategi) mótvegis
Føroyum, eins og tey
eyðvitað høvdu mótveg-
is Danmark.
4. At lýsa fregnarvirk-
semið hjá Sovjetsam-
veldinum og tess sam-
eindu í Føroyum um-
framt uttanlands Føroy-
um viðvíkjandi.
5. At lýsa, í hvønn mun
føroyingar, føroysk fe-
løg og føroyskir myn-
dugleikar luttóku tilvit-
að og/ella ótilvitað sum
umboðsmenn, njósnarar
ella loyniumboð hjá
Sovjetsamveldinum og
tess sameindu.
6. At savna saman við-
komandi skjalatilfar í
skjalasøvnum hjá Sov-
jetsamveldinum og, um
umstøðurnar tala fyri tí,
eisini í Eysturtýsklandi
og á NATO høvuðs-
støðini í Brússel til tess
at greiða tann yvir-
skipaða setningin.
Fara at kanna skjøl
eystanfyri
Nr. 59 - 24. mars 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 59 - 24. mars 2001
CARNIVAL
2.9 Dohc Turbo-Diesel
16 V, 126 HK, 5 hurðar
3 ára garanti/100.000 km. garanti
Dupult airbag, ABS, servostýring,
sentrallás, startsperra, elrútar í fram-
hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl,
miðsetur, sum kunnu vendast og flytast
aftur og fram við borðum, koyrisetrið
kann setast í 8 ymiskar støður, rattið
kann flytast upp og niður, nakkastuðlar,
sum kunnu stillast og takast burtur,
lesiljós framman, kúfangarar í sama liti
sum bilurin, skinnarar á takinum v.m.
Rætti bilurin til mong endamál.
–Pláss fyri 7 fólkum og hópin av
viðføri. Fæst eisini við aut. gearum.
J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 310600
Sosialurin - 311820
Multibilurin
til einhvørja loysn
ROYN HENDAN
SERA VÆLUMTØKTA BILIN
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Familju -
camping -
firmabilur-
og "mini-
bussur"
EINANS
236.800,-
Fæst eisini sum vøruvognur
197.800,-
EINANS
Skal tað bera til hjá
útjaðarakommunum
at hava eina javna
inntøku, skulu inn-
tøkukeldurnar
spjaðast yvir fleiri
øki. Fleiri almennar
inntøkur skulu fáast,
so ikki alt byggir á
fiskivinnuna
ØKISMENNING
Edvard Joensen
Á Sandi:
Útjaðaraøkini
liva fyri stóran part av
fiskivinnuni, og hava eina
ov einstáttaða inntøku.
Skjótt er, at alt koppar, um
eitt nú fiskivinnan verður
fyri bakkasti. Tí má eitt
breiðari inntøkugrundarlag
fáast.
Á økismenningarfundin-
um á Sandi mikukvøldið
royndu politikkararnir, sum
sótru við pallborðið at
koma við ymsum uppskot-
um til loysn á teimum
trupulleikum, sum útjað-
araøkini hava. Men tað
tóktist tungt at koma út til
fundarfólkið við boðskap-
inum.
Tá til dømis borið varð
fram, at eitt samfelag, sum
bara tosar um fisk, er eitt
fátækt samfelag, var bein-
anveg onkur í salinum, sum
hevði hug at mótmæla.
Hendan reaktiónin var í
grundini eitt sera gott dømi
um, hvussu inngrógvin
fiskurin er í føroyinginum,
og hvussu stutt hugflogið í
grundini røkkur.
Tí tað, pallborðsluttakar-
in meinti við, var ikki, at vit
ikki skulu veiða og arbeiða
fisk. Men at vit eiga at
finna okkum onnur bein at
standa á eisini, so vit ikki
verða púra avlamin, um
hetta eina bein okkara
brotnar.
Fjølbroyttari samfelag
Jóannes Eidesgaard vísti á,
at 43 prosent av allari inn-
tøku í Sandoynni stava frá
fiskivinnuni. Tí er oyggin
sera sárbær, um eitt hótta-
fall kemur á fiskivinnuna.
Tí er tað ikki nøktandi
bara at siga, at vit skulu
hava nýggj virki, hóast vit
skulu tað, segði hann.
Vit mugu hava eitt nú al-
mennar tænastur út á økini,
so inntøkurnar verða javn-
ari býttar.
Í Havn stava 40 prosent
av inntøkunum frá almenn-
ar lønir, meðan bara átta
prosent koma frá fiskivinn-
uni.
Vit mugu bróta vanan við
at leggja alla fyrisiting í
Havn. Eitt nú tann nýggja
oljufyrisitingin átti at verið
løgd onkra aðrastaðni segði
Jóannes Eidesgaard.
Hann helt tað vera vana-
hugsan, at leggja oljufyri-
sitingina í Tórshavn. Hetta
er nýggjur stovnur, sum
ongar traditiónir hevði í
Havn. So hví ikki byggja
hann
upp
aðrastðani?
Heimurin er tódnaður mun-
andi við Internetinum, og
ein fyrisiting kann tað sama
liggja í einum útjaðarøki,
sum í Havn. Hon kann eins
væl byggjast upp av Sandi
sum úr Hoyvík, vildi hann
vera við.
Jóannes Eidesgaard segði
frá, hvussu tað gekk í
Svøríki, tá stjórnin gjørdi
av at flyta umsiting úr
Stockholm.
Tað var eitt øgiligt rok
beinanveg, tað frættist, at
talan var um flyting. Fyrst
og fremst sjálvandi frá
teimum, sum tað rakti. Men
har hendi tað, tá aðalstýrini
vórðu flutt, at trýstið á
Stockholm minkaði, umsit-
ingin gjørdist dýrari, men
trivnaðurin í teimum býum,
har tey vórðu løgd, vaks
munandi.
Jóannes
Eidesgaard
segði, at hann vil hava lagt
nøkur stýri út á økini. Tá
má vera stýri, tí deildir eru
ikki nokk, tá allar tær tungu
avgerðirnar kortini liggja í
Havn. Tað verður eitt gníst
beinanveg, men fleiri fara
tó at gleðast seinni. Tað
ræður um at hava rygg.
Fiskiloyvini
Tað er greitt, at tá tosað
verður um økismenning í
Føroyum, verður ofta hugs-
að um fiskivinnu. Fiski-
vinnan er sterk og at kalla
einaráðandi í hesum land-
inum.
Tí er tað eisini, at onkur
politikkari hevur ta meting,
at eitt nú almennar tænastur
eiga at leggjast út á økini
fyri at fáa fleiri fastar lønir
og størv, sum seta krøv til
tann, sum røkir tey. So-
leiðis hevði borið til at
fingið útbúgvið fólk av
staðnum aftur til heim-
bygdina og ikki bara til
Havnar, tá tey koma aftur
uttanlendis við sínum út-
búgvingum.
Á økismenningarfundin-
um á Sandi varð komið inn
á, at bara trý fiskiloyvi til
størri skip vóru eftir í
Sandoynni, og varð hetta
mett sum ein hóttan móti
fiskivinnuni á staðnum.
Tað varð beinanveg hild-
ið upp í móti, at tað gjørdi
ikki so nógv nú, tí nú varð
alt selt um uppboðssølu
kortini, og so kundi fisk-
urin bara koma aðrastðani
frá.
Men Egil Olsen, stjóri á
Sandoy Seafood, sum var á
fundinum, helt kortini, at
tað hevði rættiliga stóra
ávirkan, hvar fiskiloyvini
lógu. Hann nevndi skip,
sum selt varð av oynni fyri
tíð síðan, og sum teir ikki
høvdu sæð aftur.
Grundin var einføld, helt
hann. Tá menn koma aftur
av túri, vilja teir fegnir vera
heima, og tí verður alt gjørt
fyri at sleppa at landa har,
skip og manning búgva.
Tað er bara ein sannroynd,
staðfesti Egil Olsen og tók
undir við teimum, sum
halda, at manglandi fiski-
loyvi kunnu vera ein ávís
hóttan móti útjaðaraøkjun-
um.
Fjølbroyttari inntøkur skulu til
Verður kaffi at fáa í steðginum? Tað kundi Hentze
Mynd. Edvard Joensen
Fundarfólkið harmaðist um, at fiskiloyvini verða seld av oynni
Mynd: Edvard Joensen