fríggjadagur 1. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 103 - 1. juni 2007
Atlantsflog søguliga
stórt virksemi
Partafelagið Atlantic Airways hevði aðalfund í gjár. Har kom fram, at
virksemið í felagnum vaks nógv í 2006. So nógv, at tað ongantíð hevur verið
størri. Sjálvur umsetningurin vaks úr 379,5 milliónum upp í slakar 519
milliónur krónur í 2006 – ein vøkstur uppá 139,4 milliónur ella 36,7 %.
Størsti partin av vøkstrinum kemur frá virksemi uttanfyri Føroyar. Nakrar
tillagingar í viðtøkunum vóru eisini samtyktar. Hesar eru gjørdar til tess at
búgva felagið til skráseting á partabrævamarknaðinum. Somuleiðis var í gjár
ein endaligur sáttmáli, um keyp av tveimum flogførum við Swiss, gjørdur.
hátíðarhald
Rigmor Dam
Leygarmorgunin verður eitt stórt
tjald sett upp í túninum hjá Dianu
og Finn í Puntabyrgi, tá vinir, bú
felagar og starvsfelagar hjá teim
um báðum kendu systkjunum, Tór
ur (40) og Ann (45), eru vælkomin
til opið hús í Blómubrekku.
So nú er bert eftir at vóna, at
veðrið lagar seg, sigur pápin, sum
ikki hevur avdúkað fyri Ann og
Tóri, hvat verður á skránni stóra
dagin.
Tað er eitt yvirraskilsi, siga
tey bæði vaksnu børnini, sum eis
ini sjálvi hava boðið nógvum
fólki í føðingardag.
Krossar í gávu
Tað er ein errin Tórur, sum tekur
ímóti heima í durinum í morgun.
Hann hevur akkurát pakkað
føðingardagsgávuna upp frá
foreldrunum ein vakur svartur
og silvurlittur krossur í einari hál
sketu.
Eg havi leingi ynskt mær
hendan krossin, sum eg havi sæð
í 3’aranum í SMS, har eg ofta
gangi og hyggi, sigur hann.
Um eg verið nervøsur, so taki
eg bara í krossin. So veit eg, at
Harrin er hjá mær, sigur hann
skilagóður.
Systurin Ann hevur eisini fing
ið ein kross í føðingardagsgávu í
Systir og beiggi
Tvær sólir hava føðingardag, og mong munnu leggja sær leiðina framvið Blómubrekku fyrrapartin leygardagin at gratulera føðingardagsbørnunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Leygarmorgunin halda systkini
Ann og Tórur í Puntabyrgi
45 og 40 ára føðingardag .
- Ofta ringi eg til beiggja frá fartelefon-
ini. So biði eg hann ringja meg upp, og tað
ger hann altíð. So práta vit í
telefon saman, sigur Ann
Skrímsl á Barna
bókasavninum
Í samband við mentanarnáttina í Havn í morgin,
verður tiltak á Barnabókasavninum. Birita Mohr
lesur virðisløntu bøkurnar um stóra skrímsl og lítla
skrímsl, og tey sum koma at lurta fáa møguleika at
vinna eina skrímslabók. Tiltakið byrjar kl. 16.00 og
er ókeypis.