fríggjadagur 1. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Vikuskifti
6
Sunnudagurin 4. mars er ein
dagur, sum hjúnini Andrew og
Margareth Djurhuus ongantíð
fara at gloyma. Hetta var
dagurin, tá ið sunnudagsidyllur í
Syðrugøtu broyttist til lívsvanda
eftir einari lítlari løtu. Barnalátur
og hugnaprát vóru avloyst av
sirenum og hvítum kitlum.
Ungu hjúnini fingu ein kvøkk
fyri lívið, tá ið Andrew fekk ilt
fyri hjartað, og tey vórðu send til
Danmarkar við flogfari á miðjari
nátt, fyri at hann skuldi hava
nakran møguleika at yvirliva. Á
eggini til deyðan upplivdu tey frið
við seg sjálvi og sína støðu.
- Eg visti, hvat kundi henda,
men eg var ikki bangin. Eg
upplivdi ein øgiligan frið, sigur
Andrew um hendingina, sum
kundi spælt øðrvísi av, men sum
við hjálp frá familju, vinfólki og
dugnaligum fólki í heilsuverkinum
endaði væl.
Helt tað var stress
Tað eru farnir slakir tríggir
mánaðir síðani dagin, tá ið lívið
hjá Andrew og Margareth varð
vent upp og niður.
- Vit høvdu fingið vitjan av
vinfólki úr Klaksvík, og børnini
spældu uttanfyri. Knappliga
kendist tað, sum um eg fekk ein
neva í bringuna. Eg hevði ilt við at
anda, hevði pínu og fór at sveitta.
Eg legði meg á sofuna eina løtu
og vildi ikki gera nakað hóvasták
burturúr – helt at tað fór at ganga
yvir, greiðir Andrew frá.
- Eg helt, at tað kanska vóru
symptomir um stress, men vin-
fólkini vildu hava, at eg fór til
Lívssøga
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ung hjún á egg
Hjúnini Andrew og Margareth
Djurhuus fingu ein kvøkk fyri
lívið, tá ið Andrew fyri trimum
mánaðum fekk ein hjartatilburð.
Andrew var í lívsvanda og mátti
flúgvast til Danmarkar á miðjari
nátt fyri at fáa eina lívbjargandi
skurðviðgerð. Her siga tey frá
skakandi hendingini, hvussu tey
fótaðu sær á eggini til deyðan, og
hvussu tað er at koma fyri seg
aftur
Riggaði ikki at ringja
Tá ið Andrew vaknaði eftir skurðviðgerðina, vildi hann geva boð frá
sær, men tað gekk illa við at ringja til fólk.
- Eg fekk einki samband við nakra føroyska telefon. Eg royndi við
mínari telefon, og so við telefonini hjá onkrari av sjúkrasystrunum,
men tað segði tað sama. Einki samband var við tey føroysku nummrini.
Vinamaðurin hjá mær, Símun, býr í Keypmannahavn, og eg dugdi
hansara telefonnummar í høvdinum, so eg ringdi til hansara klokkan
sjey um morgunin og bað hann fáa fatur á Margareth. Hann var helst
eitt sindur kløkkur, tá ið eg ringdi, sigur Andrew.
Andrew saman við
danska læknanum,
sum stóð fyri
skurðviðgerðinum
av honum