fríggjadagur 1. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Vikuskifti
lækna beinanvegin. Vit koyrdu
til læknan í Fuglafirði, men eg
kendi meg betur, tá ið eg kom til
læknan. Eftir eina løtu kom hann
til ta niðurstøðu, at eg skuldi
sendast á Landssjúkrahúsið til
kanningar.
- Ambulansi kom eftir mær, og
portørarnir hildu meg verða so illa
fyri, at teir koyrdu við útrykningi
til Havnar. Eg hevði tað so mikið
gott í ambulansanum, at eg hevði
næstan hug at biðja teir koyra
meg heimaftur. Føldi meg eitt
sindur illa við at fara til Havnar
at seta alt systemið í gongd av
ongum.
Helt seg verða
til fortreð
Á Landssjúkrahúsinum var
Andrew lagdur inn á intensivu
deild til observatión. Tað var
trongligt á deildini, og hann lá í
eini song á gongini.
- Eg føldi meg eitt sindur
býttan, tí eg helt, at eg var bara
til fortreð. Ein sjúkrasystur, sum
vit kendu, segði við meg, at eg
skuldi ikki káva út yvir nakað. Eg
skuldi siga læknanum akkurát,
hvussu eg hevði tað, sigur
Andrew.
Margareth var við manninum
á Landssjúkrahúsinum, og hon
hjálpti Andrew við at fáa okkurt
at eta.
- Sjúkrasysturin segði aftaná,
at hon sá, at eg skar breyðið til
Andrew, og tí helt hon, at alt var
ikki í lagi. Tí bað hon Andrew
lata verða við at lata ov væl at.
Kanska fortrongdu vit tankan um,
at tað skuldi verða nakað alvorligt
galið, sigur Margareth.
Læknin sendi Andrew í CD-
skannaran, og tá ið hann kom
útaftur, var sum vent í holuni.
- Eg merkti beinanvegin, at tey
høvdu sæð okkurt í skannaranum.
Nú var pláss fyri mær inni á
einari stovu, onkur annar varð
koyrdur út á gongina, og fleiri
sjúkrasystrar og læknar rokaðust
rundan um meg. Tá hevði klokkan
hevði sligið, greiðir Andrew frá.
- Læknin kom so inn og segði,
at høvuðspulsæðrin til hjartað var
skrædnað. Tað kundu teir einki
gera við í Føroyum, og tí skuldi eg
sendast til Danmarkar við flogfari
beinanvegin. Í mínum arbeiði sum
flogmekanikari havi eg fleiri ferðir
verið við til at sent fólk niður á
sjúkrahús, og tá veit mann, at
tað stendur einki til, og at summi
koma ikki heimaftur á lívi.
Sendi sms til vinir
og familju
Tíðliga mánanáttina var Andrew
koyrdur á flogvøllin, har flogfarið
hjá Atlantsflogi – hansara egna
arbeiðspláss – skuldi flúgva hann
niður.
- Tað var ein løgin kensla at
koma á flogvøllin. Eg havi sjálvur
fleiri ferðir gjørt børuna klára
umborð á flogfarinum, og eg
havi onkuntíð hugsað, at fyrr ella
seinni kemur onkur í hasa børuna,
sum eg eg kenni. Eg hevði tó ikki
hugsað, at eg skuldi enda í henni,
sigur Andrew.
- Kollegarnir hjá mær stóðu har,
og tá upplivdu teir helst tað, sum
eg hevði hugsað. Magni Arge
kom eisini forbí, og tað var eg
glaður fyri.
Margareth fór við Andrew til
Danmarkar, og á flogvøllinum
upplivdu hon, at maðurin vildi
geva boð frá sær.
- Andrew var sera bevístur
um, hvat hann vildi. Magni og
kollegarnir fingu at vita, hvat
➘
ini til deyðan
Margareth og Andrew Djurhuus búgva í Syðrugøtu
Tey eru bæði 32 ára gomul
Tey eiga børnini Bjørg (8) og Benjamin (6).
Andrew starvast sum flogmekanikari hjá
Atlantsflogi
Margareth er ráðgevi í Eik
Fakta
Andrew og Margareth Djurhuus saman
við børnunum í Syðrugøtu, har tey búgva.
Mynd: Høgni Thomsen