Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 103 - 1. juni 2007 eru bestu vinir morgun. Hennara er tynri og við hvítum gimsteinum. Hon hevur í mong ár gingið í Frelsunnar Heri­ num í Havn, men nú hon býr í sambýli í Runavík, gongur hon í Berøa. Foreldrini hava dekkað pent morgunmatarborð í heiminum, nú bæði børnini, eitt starvsfólk úr Runavík og Sosialurin eru savnað um borðið. Góðar tíðir Tá Ann verður spurd, um hon minnist okkurt serliga gott tíðar­ skeið í lívinum, nevnir hon beinan­ vegin hálva árið á Æbeltoft í Dan­ mark, har hon millum annað lærdi um heilsugóðan kost. ­ So á borðinum er bara sunnur matur, sigur mamman Diana. Finn tekur yvir og sigur, at ein hin besta tíðin í lívinum hjá Tóri var, tá hann gekk í skúla fyri menningartarnað í Danmark. Hetta vóru árini 88­91. ­ Har fekk eg ein góðan vin, sum kemur at vitja meg í summ­ ar, sigur Tórur, meðan hann, sum ein rættur lítlibeiggi, sníkir ein fingur upp í nakkan á Ann, og við einum skálkabrosi kitlar hana. Hon krýpur saman og flennir til hansara. ­ Lat vera beiggi, lat vera, gnístir hon. Granni hjá mammu ­ Tórur hevur búð á sambýli, men tað riggaði ikki so væl, so nú býr hann her hjá okkum, sigur Diana. Hon greiðir stolt frá, um ein dagin Tórur sjálvur hevði sett seg í samband við ein byggi­ harra, sum fer at byggja fleiri íbúðir í grannalagnum. ­ Hann spurdi, um hann kanska kundi sleppa at keypa eina av íbúðunum, sigur hon, og Tórur skoytir uppí, at tað hevði verið so deiligt at fingið sítt egna. ­ Og so beint her. Tætt við hjá mammu og pápa, sigur hann. Ann hevur seinastu árini búð saman við fimm øðrum búfólk­ um í sambýlinum í Runavík. Men gjøgnum árini hevur hon búð í fleiri øðrum stovnum fyri menningartarnað, eitt nú á Eirar­ garði, á Mýruni og á Pen­ sjonatinum. Og so heima hjá foreldrunum eisini. ­ Mær dámar sera væl í Runa­ vík, og eg vóni at verða búgvandi har í nógv ár afturat, sigur hon í morgun. Country er best Báðum systkjunum dáma sera væl tónleik. Ann lurtar nógv eftir Magna Kristiansen, og tá Árni og Marnar syngja og spæla. Tórur er sera hugtikin av country tónleiki. ­ Tað besta er leygarmorgun klokkan 11, tá Petur Rouch velur løgini til Rót og rútmu. Tá er eg altíð klárur og tendri fyri útvarpin­ um, sigur Tórur. Og Finn skoytir uppí, at hetta hevur verið fast á skránni í tíggju ár nú, men at tað enn ikki hevur eydnast Tóri at hitta stóru fyrimyndina Petur Rouch. Hetta var okkara lagna Foreldrini vistu ikki av, at Tórur og Ann vóru menningartarnað, fyrr enn barnagarðurin gjørdi tey vart við tað. Tá vóru børnini ávikavist 2 og 3 ára gomul. ­ Fyri okkum hevur tað ongan­ tíð verið tann stóra sorgin, sum tað er hjá nógvum foreldrum, ið fáa boð um, at børn teirra eru menningartarnað, sigur Diana. Hon hevur altíð hevur litið á Harran, tá ið á stóð. ­ Alt verður lættari at bera, tá vit leggja tað í Harrans hendur, sigur hon, og heldur fram: ­ Hetta var okkara lagna, og soleiðis skuldi tað bara vera. Bæði Diana og Finn fegnast um, at tey hava havt eitt ríkt lív, hóast tað hevur verið øðrvísi enn hjá teimum flestu. Tosaði við løgmann Ann er óvanliga tilvitað um støðuna sum menningartarnað. ­ Eg kann ikki tað sama sum hini, sigur hon erliga. Spurd, hvat hon heldur um umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu, sigur hon seg millum annað fegnast um, at hon sleppur til orðanna, tá teirra viður­ skifti eru til viðgerðar. Eitt nú á aðalfundinum hjá Javna herfyri, har hon tók orðið og heitti á løgmann um at flyta varda verk­ staðin Stíggjur, sum hon arbeiðir á, til eitt stað við minni ferðslu. ­ Eg segði eisini við løgmann, at vit ynskja at ítriv, timbur og handil skulu vera fyri seg. Og hann lovaði at hyggja uppá tað, sigur hon vónrík. Ann er eisini sera glað fyri starvsfólkini, ið eru um hana í gerandisdegnum. ­ Starvsfólkini siga, at vit skulu siga tað, um vit ganga og hugsa um okkurt, og eisini tá vit ikki hava tað gott. Um eg siti inni á kamarinum og perli og lurti eftir tónleiki, so koma tey ofta inn og práta við meg. So siga tey: Vit eru her fyri at hjálpa, so sig til um okkurt er. Tað eri eg glað fyri. Tí eg hevði ikki klárað meg uttan tey, sigur Ann, sum eisini hevur eitt sera gott forhold til Tór, ið hon rópar Beiggi. ­ Ofta ringi eg til hann frá fartelefonini. So biði eg hann ringja meg upp, og tað ger hann altíð. So práta vit í telefon saman, sigur hon, og smílist yvir til Tór, sum eisini er ómetaliga góður við Systir, sum hann rópar hana. Óttast ikki framtíðina Umframt hvønn annan, hava tey bæði Ann og Tórur eisini nógvar aðrar góðar vinir. ­ Mín besti vinur eitur Magni, og hann býr á Bústovninum í Runavík. Hann dugir ikki at tosa, men so hálar hann bara í meg, um hann vil vísa mær okkurt. Magni teknar og lurtar eftir tónleiki, sigur Ann. Tórur greiðir frá, at besti vinur hansara er Eyðbjørn, sum hann koyrir bløð út saman við fyri Prentmiðstøðina. ­ Eg beri bunkarnar av bløðum inn í handlarnar og kioskirnar hvønn mánadag og fríggjadag, bæði í Havn og í Eysturoynni, sigur hann stoltur. ­ Hetta, at tey hava so nógvar góðar vinir, ger eisini, at vit ikki óttast tann dagin, vit ikki eru longur, sigur Diana, sum eisini hevur stóra tiltrúgv til, at bústaðar­ møguleikarnir hjá teimum menn­ ingartarnaðu fara at batna kom­ andi árini, nú ein bústaðarpakki við vardum íbúðum er í umbúna. ­ Eg kenni á mær, at lands­ stýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, kennir okkara tørv, sigur Diana, ið var forkvinna í Javna í 11 ár, og annars altíð hevur stuðlað felagnum. ­ Av tí, at Tórur hevur búð heima meginpartin av tíðini, hevur hann fingið samband við onnur menningartarnað gjøgnum Javna. Har hevur hann eisini lært vinir felagsins at kenna, sigur Diana. Og Tórur skoytir uppí: ­ Eg kenni, at Javni er mítt fel­ ag, sum eg altíð kann venda meg til. Best á floti Annars hevur Tórur nógv um at vera um dagarnar. Hvønn gerandisdag arbeiðir hann á verkstaðnum Vón millum klokkan 9 og 13. Har smíðar hann prestar og rippar húkar. Hvønn hósdag venur hann saman við orkestr­ inum Ælaboganum, har hann spælir trummur. Og sum sagt koyrir hann bløðini út fyri Prentmiðstøðina mánadag og fríggjadag. ­ Men tað besta er tó at vera á floti við babba í bátinum hjá mær. So seti eg fiskin í stand og blóðgi hann. Fiskin eta vit sjálvi, og restina geva vit fólki, sigur Tórur at enda. Grønlendingar fleiri stórhvalir Altjóða Hvalaveiðinevndin feldi eitt japanskt uppskot um at seta bannið ímóti stórhvalaveiði úr gildi. Grønlendingar høvdu biðið um at sleppa at veiða 212 sildrekar, 19 nebbafiskar, tveir grønlandshvalir og 19 kúlubøkur. Men Altjóða Hvalaveiði­ nevndin vildi ikki ganga ynskinum um 10 kúlubøkur á møti. Kortini fingu grønlendingar fleiri hvalir, tí nevndin gav teimum loyvi at veiða 25 sildrekar eyka. Japan legði fram uppskot um at avtaka tað 21 ára gamla bannið ímóti vinnuligari stórhvalaveiði, men tað fekk ikki undirtøku. 37 lond atkvøddu fyri at varðveita bannið, og bara fýra atkvøddu fyri at ógilda tað. Danmark, Ísland og 24 onnur lond atkvøddu ikki. Sunda Kommuna vitjar í Vági Í fjør vitjaði Vágs Kommuna í Sunda Kommunu og í dag eru so umboð úr Sunda Kommunu í Vági á vitjan. Gestirnir vitjaðu Varda Verkstaðið, á Ullvirkinum Sirri og í Stóra Pakkhúsi. Dagurin í dag er kanska væl valdur, tí nógv hendir í Vági í dag, nú tiltakið »Vilt í Suðuroy« ferw av bakkastokki fyri fyrstu ferð.