Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 31. mai 2007 summarkapping 55 MB Tours MB Tours hevur sítt heim á Bryggjabakka 2 niðri í Vágsbotni í Havn. MB Tours er ein ferðaskrivstova, sum fæst við at fáa útlendsk ferðafólk til okkara vøkru oyggjar. MB Tours tekur sær serliga av ferðamannaskipum, sum koma til landið, og í summar fær ferðaskrivstovan heili 22 ferðamannaskip á vitjan í Føroyum. Gestirnir á hesum 22 ferðamannaskipunum vera á leið 18000 í tali, so Magni Mouritsen og MB Tours fáa úr at gera ígjøgnum summarið. MB Tours bjóðar øllum ferðafólkunum, sum koma til Føroya, ymsikar túrar kring landið. Sjálvt um skipini ikki liggja so leingi við kei í Havn, so fáa gestirnir altíð høvið at síggja ein part av okkara landi. MB Tours skipar m.a. fyri gongutúri, har ferðafólkini fyrst vera koyrd niðan á Oyggjarvegin. Haðani ganga tey niðan á Streymoyarsylluna, har náttúran er sera vøkur og sermerkt. MB Tours kann eisini syrgja fyri, at útlendsku gestirnir sleppa ein túr við Norðlýsinum, ein túr undir Vestmannabjørgini ella ein túr út í Havnardal at ríða. Flestu túrarnir, sum MB Tours bjóðar ferðafólkunum, eru tó við bussi. Her vera ferðafólkini koyrd til m.a. Vágar, Kvívíkar, Eiðis, Gjáar og Gøtu, og so steðgar bussurin á teimum støðum, sum eru spennandi og sum gestirnir vilja síggja. Á henda hátt sleppa útlendsku gestirnir at uppliva ein part av okkara landi. Halt frí tá tú hevur frí             Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. www.hogv.fo