hósdagur 31. mai 2007síða 56
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 31. mai 2007
56
summarkapping
Mentanarnátt er blivið eitt afturvendandi tiltak, og í
annaðkvøld, 1. juni, verður mentanarnátt aftur á
skránni í Havn. Her vera nógv ymisk tiltøk á skránni.
Fólk hava fyrr havt møguleika at vitja í
Skansapakkhúsið, tá mentanarnátt hevur verið, og
henda møguleika fáa tey aftur í annaðkvøld. Tá verður
nevniliga skipað fyri rundvísing í Skansapakkhúsið.
Vanliga hevur eisini verið skipað fyri rundvísing úti
á Tinganesi, og hetta verður aftur á skránni hesaferð.
Fólk fáa møguleika at síggja nakað nýtt, tí
Reynagarður er júst settur í stand, og hesin fer at vera
karmur um rundvísingina úti á Tinganesi. Umframt
túrin úti á Tinganesi kunnu fólk eisini fara túr í
Vesturbýnum og oman eftir Tinghúsvegnum, har
ferðaleiðari verður við.
Tað vera eisini avbera góðir møguleikar at keypa
henda dagin, tí handlarnir í høvuðsstaðnum hava opið
líka til kl. 23.
Annars vera nógv tiltøk og nógvar framsýningar á
skránni henda dagin. Dansur, sangur og konsertir vera
eisini á ymsum støðum runt í býnum, so har verður
nokk at fara til á mentanarnáttini í annaðkvøld. Eitt av
teimum heilt góðu tingunum við mentanarnáttini er
eisini, at tiltøkini ikki kosta nakað.
Mentanarnátt í Havn
Nógv tiltøk og nógvar framsýningar vera
á skránni, tá mentanarnátt verður í
Havn fríggjakvøldið
Kom sum Aladdin
flúgvandi til Klaksvíkar
Mánadag 8.12
(bert juni, juli, august)
Mikudag 13.04
Fríggjadag 13.00
Sunnudag 13.52
Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík
Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík
Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo
Vælkomin á Hotel Norð
Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45
hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo
• 15 dupultkømur
• Matstova til 250 gestir
• Fundarhøli
• Barr
• Náttúruvakurt
• Buss til hurðina
Njót nattúruna við klettum,
holum og fuglalívinum við
Vestmannabjørgini. Vit sigla
inn í djúpar holur og millum
lodrøtt fuglabjørg og tætt
millum bogar og sker.
Um tú vilt uppliva nakað
serstakt - royn so ein túr við
einum av okkara bátum.
Trygdin er í hásetri og
manningin hevur góðar
royndir og nógv ár á baki.
Sightseeing túrar eystur undir land
...og kring allar Føroyar
PALLI LAMHAUGE
Tel. 424155 - fax 424383
sight@sightseeing.fo
www.sightseeing.fo
1. floks
toy til skjúrt,
bæði til børn
og vaksin.
Toy til møttil
og fóður
Pr. metur 698,-
Dr. Jakobsensgøta 21
Tel 31 53 15
Buksuvadmál
Buksuvadmál