Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 103 - 1. juni 2007 – Tá ið samráðingar verða við reiðararnar í heyst, fara vit at krevja, at hýru­ prosentið verður munandi hækkað, sigur formaðurin í Fiskimannafelagið Manningarhýrur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fiskimenn skulu nú hava munandi meiri í inntøkum. Tað verður eitt treytaleyst krav frá Fiskimannafelag­ num, tá ið samráðingar verða aftur við reiðararnar í heyst. Sáttmálin millum Fiski­ mannafelagið og Reiðarafe­ lagið gongur út 30. novemb­ er í ár og tá ið samráðingarnar verða, fer Fiskimannafelag­ ið at krevja munandi inn­ tøkuhækkingar. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at Fskimannafelagið fer at krevja, at hýran skal hækka fleiri prosent, annars verður ein nýggjur sáttmáli ikki góðtikin. – Sjálvandi fara allir part­ ar at gera sítt ítarsta fyri at finna eina semju, tí endar tað við at skipini verða løgd, verður tað samfelag­ num til stóran skaða, sigur hann. Kortini staðfestir hann, at vilja reiðararnir ikki góð­ taka, at hýruprosentið fer munandi upp, er onki at gera, uttan at leggja skip­ ini. Sostatt ásannar hann eis­ ini, at fær Fiskimannafe­ lagið eina munagóða ábót hesuferð, er vandi fyri, at fiskiflotin verður lagdur. Hava givið reiðarum milliardir Formaðurin í Fiskimanna­ felagnum heldur seg hava góðar orsøkir til at seta hørð krøv í næstu samráð­ ingunum við reiðararnar. – Í nítiárunum lækkaðu hýruprosentini hjá manning­ unum á fleiri skipabólkum nógv. Hann vísir á, at hýrupro­ sentið hjá manningunum á nótabátunum er nógv lækk­ að og tað sama gjørdi pro­ sentið hjá manningunum við línuskipum, tá ið svøvla­ línan kom umborð. Men hesar lækkingarnar komu ongantíð upp á hýru­ prosentini aftur og sostatt eru fiskimenn rættiliga nógv afturúrsigldir og hýru­ prosentini eru av tí sama nógv lægri, enn tey eiga at vera. Jan Højgaard sigur, at sostatt hava fiskimenn á hendan hátt givið reiðarun­ um eina gávu upp á hundr­ aðtals milliónir, kanska milliardir og tað er ikki nógv galið, at vit í veru­ leikanum hava goldið ein stóran part av flotanum. ­ Og nú er stundin komin til at fiskimenn fáa hetta aftur, leggur hann afturat. Hann vil kortini ikki enn siga, hvussu stór krøvini verða. – Men kravið er ein muna­ góð hækking og í summum førum er talan um, at hýru­ prosentið skal hækka fleiri prosent, sigur hann. Reiðarar keypa- fiskimenn betala Men nú hava skipara­og Navigatørfelagið og Maskin­ meistarafelagið staðfest í eini frágreiðing, at reiðarar rógva frammundir, at pro­ sentbýtið ímillum skip og manning verður broytt. Tað kann bara merkja, at mann­ ingarhýrurnar skulu lækka. Orsøkin til tað er helst, at í summum førum eru skip og fiskirættindi keypt so dýrt, at tað tyngir munandi um raksturin. Merkir Fiski­ mannafelagið nakað til hetta? – Hetta merkja vit eisini. Í løtuni merkja vit tað mest við tað, at í summum førum royna reiðarar at snúgva sær uttanum sáttmálan fyri at spara útreiðslur. Tað fara vit sjálvandi heldur ikki at góðtaka. – Men eg vóni heldur ikki, at reiðarar hava keypt skipini fyri ovurhonds upphæddir í eini vón um, at teir kunnu koma til fiski­ menn við rokningini. – Vit hava longu givið teimum milliardir og geva teimum ikki meiri. Teir skulu ikki spenna seg fyri hundraðtals milliónir og lata tað ganga útyvir fiski­ mannin. – Vit fara ikki at góðtaka grundgevingar frá reiðarum um, at tað er so tungt at reka skipini, at teir hava ikki ráð at hækka hýrurnar. Teir skulu ikki seta seg fyri dýrari skip enn at teir klára at betala fiskimonnum eina hóskandi hýru. – Fiskimenn eru ein týð­ andi partur í samfelagshjóli­ num og vit hava heilt avgjørt ongan áhuga í at ein stórur partur av vinningin­ um endar á útlendskum hondum ígjøgnum føroysk­ ar stráðmenn. – Tí fara vit at royna at varðveita sum mest í umfari í Føroyum og tað er ein orsøk afturat til at krevja, at hýrurnar skulu hækkast. – Fyrr ella seinni endar trupulleikin hjá mann­ ingunum. Men so leingi hesar garvillu skipasølur­ nar ikki halda uppat, kemur ikki upp á tal at slaka, sigur formaðurin í Skipara­og Navigatør­ felagnum Manningarhýrur Áki Bertholdsen – Fyrr ella seinni endar trupul­ leikin hjá okkum. Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara­og Navigatørfelagnum, er alt annað enn fegin um gongdina í fiskivinnuni. Tað er serliga hesir ovurdýru skipahandlarnir, hann hugsar um. Hann vísir á, at tað eru nógv dømi um, at skip og fiskirættindi verða keypt so dýrt, at tað er ógvu­ liga torført at fáa skilagóðan rakst­ ur burturúr. Tú ivast hann ikki í, at fyrr ella seinni fara reiðarar at krevja, at hýr­ urnar hjá manningunum skulu lækka fyri at fáa bíligari rakstur. Hann sigur, at hetta er ein gongd, sum tey longu merkja. – Í okkara dagliga samskifti við reiðarar fáa vit í heilum at vita frá teimum, hvussu tungt at tað er reka skipini. Kortini staðfestir hann, at í teim­ um samráðingum, sum hava verið við reiðararnar, eru enn ongi form­ lig krøv komin um at lækka hýrur­ nar. Men hann er púra sannførdir um, at fyrr ella seinni endar hesin trupul­ leikin á samráðingarborðinum, tí rokningin skal jú gjaldast og tað er onki at ivast í, at hon verður bara skumpað niður ígjøgnum skipanina, so at hon til seinast at enda hjá manningini. Hinvegin ger hann eisini púra greitt, at tað verður av ongum. – So leingi hesir garvillu skipa­ handlarnir fara fram, kemur ikki upp á tal at slaka fyri krøvum frá reiðarum um at lækka hýruprosentið, sigur Eyðstein Djurhuus. Ongin viðmerking til lønarkrøv Formaðurin í Reiðarafelagnum hevur onga viðmerking um lønarkrøvini frá Fiskimanna­ felagnum Manningarhýrur Áki Bertholdsen – Ongin viðmerking. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagið hevur als onga viðmerking til krøvini, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum boðar frá í aðrari grein her á síðuni. Men hann staðfestir, at tað er ikki almenna áskoðanin hjá Reiðarafelagnum, at býtið ímillum skip og manning skal broytast, soleiðis sum Skipara­ og Navigatørfelagið og Maskin­ meistarafelagið boða frá í eini viðmerking til lógina um vinnuligan fiskiskap. – Hvat onkur einstakur reiðari kanska hevur sagt ella ikki, kann Reiðarafelagið onki gera við, sigur Jákup Sólstein. – Vit hava ikki boðað frá okkara støðu til hýruprosentini fyri nakran skipabólk og tað ætla vit heldur ikki at gera, fyrrenn samráðingar verða, sigur Jákup Sólstein. Svartiper endar hjá okkum Fiskimenn og reiðarar: Brynja seg til harðan dyst - Reiðarar skulu ikki halda, at teir kunnu keypa skip fyri hundraðtals milliónir fyri síðani at koma til fiskimannin at biðja um pengarnar. Vit hava longu givið reiðarunum fleiri milliardir og tað skulu vit nú hava aftur sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Siga frá fongulsmissión í Rumenia Frá 31. mai til 7. juni vitjar danin Thorkil Jørgensen saman við Hans Jacob á Lava í Føroyum. Teir fara at hava møtir kring landið, har teir greiða frá arbeiði teirra fyri fangum í Rumenia. Vanliga vitja teir í fongslunum einar seks ferðir um árið, og meta teir seg hava tosað Guds orð fyri eini 40.000 fangum íalt. Møtiskrá teirra er henda: Byrjað varð í gjárkvøldið í Oasuni í Hoyvík, í kvøld verða teir í Hebron í Leirvík og leygarkvøldið í Kelduni í Skálafirði. sunnudagin luttaka teir við trý møtir – kl. 11 í Filadelfia í Vágum, kl. 18 í Evangeliihúsinum í Havn og kl. 22 luttaka teir á útimøti á Vaglinum. Vinnuvitan nr. 100 Í gjár kom blað nummar 100 út hjá Vinnuvitan. 2. desember í 2004 kom Vinnuvitan út fyri fyrstu ferð, og 31. mai 2007 útgáva nummar 100 á hillunum. Í oddagrein í nýggjastu útgávu fegnast blaðstjórin Óli á Deild Olsen, um at føroyska samfelagið, og ikki minst vinnulívið, sum tikið verður til, hava tikið blaðið til sín. Á Vinnuvitan fegnast tey um at hava prentað 100 útgávur av blaðnum. Í farnu viku var fagnaðurin í Vágsbotni stórur, tá Sosialurin fylti 80 ár. Útvarp Føroya hátíðarhelt hálvthundrað ára dag teirra í fjør, og næsta ár fyllir Dimmalætting 130.