fríggjadagur 1. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Vikuskifti 11
at vaksa um virksemið, jú vit
valdu valdu tað seinra og tað eri
eg glaður fyri í dag leggur Jákup
afturat við einum smíli.
Vit gjørdu fyri tað mesta rørar
beiði og at instalera hita fyri
fólk, sum bygdu ella skiftu gamla
instalatión út við nýggja, men vit
royndu eisini at selja útlenskar
ketlar.
Vit gjørdu útlendskar ketlar
uppá licens eina tíð, men tá ið
verksmiðjan vit samstarvaðu við
fór á húsagang, byrjaðu vit við
okkara egnu ketlum, sigur Jákup
Vit meta, at ketlarnir hjá Hógv
eru bara blivnir betur og betur, og
í 2004 avgjørdu vit at fáa hetta
dokumenterað.
Fyri at gera hetta arbeiði so gott
sum gjørligt, var avrátt, at senda
ein av okkara ketlum niður til
kanningarstovu í Danmark.
Teknologiskt Institut kannaði
ketilin og góðu honum sera góð
viðmæli og í dag eru ketlarnir hjá
Hógv nevniliga CE góðkendir.
Vit fingu sera gott viðmælið og
tá settu vit eisini fer á føroykst
framleiddu ketlarnar, sigur Jákup.
Og Jákup kann sannliga gleð
ast, tí í hesum døgum er hann
á ferð í Finlandi, har hann er í
samráðingum við fleiri finskar bá
taverksmiðjur, um at levera Hógv
Marinuketlar.
Finlendingar eru eitt av heims
ins stóstu framleiðarunum av
stuttleika bátum og bátum í
støddini 27 til 39 fót, og tí hava
vit sett okkum fyri, at fáa eitt
sindur av hesum marknaðinum
til okkara bátaketlar ella Marinu
ketlar sum vit kalla teir. Bara her
í Kokkulaumráðnum í Botnisku
víkini eru tíggju verksmiðjur, so
vit eru sera áhugaðir í hesum
økið.
Jákup sigur, at hetta er ikki
einasti útlenski marknaðurin
Hógv hevur, tí nakað er selt til
Ísland og Grønland, sigur hann.
Við einum marknaðarparti uppá
65 % á føroyska húsamark
naðinum og við einum væntandi
útflutninginum eru vit komnir eitt
stórt fet víðari á leiðini.
Jákup er málrættaður, eitt virkið
uttan málsetning hevur onga
framtíð, og okkara málsetning
urin er, at Hógv skal náa at útflyta
30 % av síni framleiðslu og vit
arbeiða hart við hesum, sigur
Jákup.
Ì tøttum samstarvið við Shell,
sum hevur leverað oljufýringina
til sjálvan Hógvmarinuketlin,
hava vit nú innstalerað fysta
bátaketlin í ein bát á eini finskari
bátaverksmiðju. Tíðin má vísa,
um vit fáa sáttmálar upp at
standa, men útlitini eru góð sigur
Jákup.
Í dag eru vit vanliga 610 fólk í
starvið hjá Hógv sigur hann, men
kemur útflutningurini fyri seg,
verður helst neyðugt við enn
fleiri. Jákup sigur, at byggivirkse
mi í føroyum er eisini í hæddini
í løtuni, so vit ríða helst á einum
aldudali í løtuni.
Tað kemur helst tann tíð, tá vit
skulu líta á vanligar umstøður og
vónandi á útflutningin, sum vit nú
leggja lunnar undir í løtuni, sigur
Jákup Olsen at enda við Sosialin.
gv í Finlandi
Hógv er stovnað sum P/F 1990
Stjóri Jálup Olsen
Størv 6 – 10
Nevndarlimir
Poli Jacobsen
Jákup Mørkøre
Kristian Martin Petersen
Jálup Olsen
Framleitt uml. 1400 ketlar til føroyska marknaðin higartil.
Virkisøkið vvs og rør.
FAKTA
Sosialurin í
Finlandi
Í hendan bátin settu Hógvfólkini
ein føroyskan marinu-ketil.