fríggjadagur 1. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 103 - 1. juni 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit skulu tora at spæla fótbólt. Eisini tá vit spæla
móti Italia
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari
Tað spældi so hampu
liga friðarliga av, tá
italsku stjørnurnar í
gjárkvøldið komu við
leiguflogfari úr Firen
ze
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nýggi fíggjarmálaráðharrin
man vera lættur um hjartað,
at virðið á italsku fótbólts
beinunum ikki telur við á
handilsjavnanum. Um so
var, so hevði hesin versna
við milliardatølum. Neyvt
handilsvirði kann neyvan
setast á allan italska hópin,
men fleiri av spælarunum
hava eitt søluvirði upp á
hundraðtals
milliónir
á
altjóða fótbóltsmarknaðin
um.
Tað kundi tó verið huga
ligt, um sami fíggjarmála
ráðharri setti krav um, at
somu spælarar skuldu rind
að skatt av teirri upphædd,
sum teir forvinna á Føroya
ferðini, tí við vikulønum í
milliónaflokkinum
hevði
hetta eisini kastað nakað av
sær. Eisini hóast steðgurin
bert er fáar vikur.
Upphæddirnar, sum eru
nevndar omanfyri, vísa eisi
ni, at talan er um nakrar av
heimsins bestu fótbóltsspæl
arum. Og tí var einki for
gjørt í, at fleiri ungdómar
høvdu leitað sær á flogvøllin
í vónini um at fáa ein auto
graf á blokkin. Ella kanska
bara sleppa at síggja stjørn
urnar, sum vanliga bert sígg
jast á sjónvarsskíggjanum,
tá altjóða stórdystir eru á
skránni.
Tað spældi tó bara heilt
friðarliga av, og scenurnar
vóru á ongan hátt eins
ógvusligar, sum tær vóru
tað, tá franska landsliðið á
sinni vitjaði. Hesa ferð varð
heldur ikki á sama hátt
almannakunngjørt, júst nær
heimsmeistararnir komu til
landið, og tí vóru bíðirøðir
nar minni. Men tað er tó lít
ið at ivast í, at bíðirøðirnar
uttan fyri Tórsvøll verða
stórar, tá Italia fríggjadagin
hevur sína fyrstu – og einas
tu – venjing á ferðini. So er
spurningurin, hvørji kynstur
teir megna at vísa, tá sjálvur
dysturin skal spælast. Og
tað verða teir vónandi ikki
einsamallir um at gera av.
Tað
er
undir
øllum
umstøðum greitt, at okkara
fara at stríðast fyri hvørjum
tí einasta bólti í hesum
møguleika, sum helst er
teirra størsti nakrantíð. Um
tað røkkur til sensatiónina,
skulu vit lata vera ósagt.
Men royndin skal gerast –
eisini hóast leggirnir hjá
nøkrum av spælarunum eru
eins virðismiklir sum nær
um heil Norrøna.
Milliardir á
flogvøllinum
Telji ikki
longur
Hóast dysturin
móti Italia
ætlandi verður
nummar 50 hjá
Jákupi á Borg
fyri føroyska
landsliðið, so
heldur hann ikki,
at hetta hevur
nakað at siga
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað merkir ikki so
øgiliga nógv hjá mær,
at eg raki dyst nummar
50, um eg eri við ley
gardagin. Tað er kans
ka meira nakað, sum
tú hugsar um aftaná.
Tú fært sjálvandi eina
gullnál, og tað í sjálv
um sær er sjálvandi.
Eg vil heldur siga tað
so, at tú telur teir fyrstu
25, og so hugsar tú
ikki so nógv um tað.
Men sjálvandi fert tú
at hugsa eitt sindur, tá
talið er hálvthundrað.
Tað eru so hóast alt
nakrir dystir, sigur Ják
up á Borg.
Enn kanst tú illa
roknast
sum
nakar
gamal spælari. Verður
talan eisini um aðrar
50 landsdystir?
Tað veit eg ikki.
Nú
byrja
skaðarnir
spakuliga at koma, so
teir kunnu í sjálvum
sær gerast ein forðing.
Men eg ætli mær so at
halda á fram, so leingi
sum eg tími og verði
úttikin. Og í løtuni er
hugurin til landsliðsfót
bólt í øllum førum øgi
liga góður, sigur Ják
up.
Spenningurin um sjálvt
dystartalið var størri
fyrstu árini, heldur Jákup
á Borg, sum tó kortini er
errin um at fara um 50
dystir
Mynd: Álvur
Talan var ivaleyst um dýrasta førning, sum nakran tíð er komin um flogvøllin, tá italsku heimsmeistararnir í gjárkvøldið komu til Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang