Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007 Vikuskifti 17 Arhhh, øll tit sum vilja hava ein góðan film, í bátarnar, tí hendan skútan er um at søkka. Pirates of the Carribbean er sum ódjórið hjá Dr. Frankenstein, sum fekk egið lív og fór at pína umheimin. Hetta er triða stóra pøsin av hesari beisku og rotnu vætuni, ið hesin ummælarin mátti drekka um hesar so evindarligu bannandi og søltu sjórænarar. Við fyrsta filminum var tað, sum um søgan var liðug, men nei, Hollywood elskaði so nógv allar teir deiligu pengarnar, sum hesir filmarnir kunnu kroysta upp úr lummunum hjá fólkum, at filmbossarnir í Hollywood hava sent hundratals milliónir eftir hesi røðini, sum skuldi sjóseta gomlu og steindeyðu sjórænarafilmgenruna enn einaferð. Longu í 1920’unum var tað Douglas Fairbanks, sum skuldi sveiggja seg í mastrunum við svørðinum í munninum, nú er tað so hin vakrasti maðurin í okkara tíð, Johnny Depp, ið fær hendan ivasama heiðurin. Hesir filmanir vóru romantiseraðir og høvdu lítið og einki við sjórænarar at gera, og støðan í “Pirates of The Carribean” røðini er ikki nógv betur. Klisje omaná klisje Johnny Depp hevur nú fyri triðu ferð leikt hin nógv hataði Jack Sparrow, sum nú hevur roynt at stolið eitt gamalt sjókort. Alt í hesum filminum er ein klisje, sjálvt Sparrow og alt um loyndarfull skattakort, fullir menn, rom, Kraken, Flúgvandi Hollendaran. Her eru allar skrønurnar og allar myturnar um sjórænarar. Hesuferð skulu sjórænarar frá øllum heiminum møtast. Teir nýggju sjórænarakongarnir skulu møtast. Hetta er einaferð hent í veruleikanum. Sjórænarnir í hesum filminum er fyri ein stóran part bygdir á veruligar sjórænarar, men hesir livdu ikki um somu tíð. Keith Richards er við Nakað heilt serligt við hesum filminum, ella tað um man heldur at tað er serligt, er, at guitarleikarin Keith Richards frá Rolling Stones er við í hesum filminum. Líkamikið um Pávin so var við í hesum filminum, so haldi eg at hann er um ikki 100% óneyðugur, so nær við, og so er hann eini 70 minuttir ov langur. The Simpsons The Complete 8. Season er ein ótrúligur pakki av genialum partum. Herfyri fyltur tey 20 ár hesi gulu fólkini hjá teknarinum Matt Groening, ið búgva í Spring­field. Ein spælifilmur er ávegis um hesa politisk ókorrektu familjuna frá USA. Her eru nógvir genialir partar frá 1996-1997, m.a. flyta Fam. Simpsons itl Cypress Sreek, Homer sum boksari, Burns finnir sín 60 ára gamla son, foreldrini hjá Milhouse skulu skyljast, Lisa forelskar seg í Nelson og nógvir nógvir aðrir super partar. 6 stjørnur av 6. Wallander 13: Hemmeligheden er ein í røðini av krimisøgum eftir kenda Henrik Mankell. Hesir filmar hava eitt budgett uppá 190 milliónir krónir. 11 ára gamli Johannes verður funnin dripin og neyðtikin í einum grótbrotið. Men hví endaði hann í Ystad? Eisini hesin Wallander filmurin er nógv betur gjørdir krimifilmar enn vanligt er. 89 minuttir. 4 stjørnur av 6 Í filminum Venus fra Vestø frá 1962, eru allir teir fólkakæru donsku leikarnir sum vit kenna so væl, sum Arthur Jensen, Dirch Passer og ein blaðung Malene Schwart (Maude frá Matador), Henning Moritzen (frá Festen). Søgan er um eina dansk oyggj, sum er hersett av týskarum, men eingilsmennirnir vilja hava fatur á eini serligar fínari kúgv sum er á oynni. Ein spennandi danskur filmur. 3 stjørnur av 6 Der var engang en dreng - som fik en lillesøster med vinger er ein sera óvanligur danskur barna- og familjufilmur. Við eitt skal familjan hava eina lítla systir kalla Lille. Gentan hevur veingir. Tónleikurin spælir ein høvuðsleiklut í filminum. Wikke & Rasmussen fingu longu ein Grammy fyri ”Hannibal og Jerry”, ið m.a. hevði kenda sangin ”Brug dit hjerte som telefon”, ið seldi upp móti 30.000 eintøk. Í filminum eru nógvir sangir. Her er mangt og hvat gott at siga um hendan danska barna- og ungdómsfilmin, ið torir meiri enn hinir, her hugsi eg um allar løgu senurnar og flotta pallsetingin gjøgnum allan filmin, men innast inni er hann bert ein fittur danskur barnafilmur. 4 stjørnur av 6. 92. minuttir. Einki aldursmark. Pirates of the Caribbean - Endiliga er røðin liðug Pirates of the Caribbean: At World’s End Leikandi Jack Sparrow Johnny Depp Barbossa Geofferey Rush Will Turner Orlando Bloom Elizabeth Swann Keira Knightley Norrington Jack Davenport Davy Jones Bill Nighy Guvernør Swann Jonathan Pryce Pintel Lee Arenberg Ragetti Mackenzie Crook Gibbs Kevin R. McNally Cotton David Bailie Bootstrap Bill Stellan Skarsgård Cutler Beckett Tom Hollander Tia Dalma Naomie Harris Kaptajn Sao Feng Chow Yun-Fat Kaptajn Teague Keith Richards Leikstjóri Gore Verbinski. Longd 168 minuttir. 11 ára aldursmark. Sýndir í Havnar Bio Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com