fríggjadagur 1. juni 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Vikuskifti
16
somikið væl hesi árini, at tey
fingið ráð til at keypa sær hús,
handil og bát á Tvøroyri, tá tey
fluttu heim aftur.
– Vit høvdu ongantíð sæð so
nógvan pening áður. Tað var
heilt fantastiskt. Men ymiskt var,
hvussu hann var nýttur. Vit ungu
brúktu hann beinanvegin, meðan
tey eldru spardu upp og sendu
heim til Føroyar, greiða tær frá.
Og Pipan minnist, tá hon kom yvir
á fyrsta sinni í 1964. Tá høvdu
hinar longu verið har í nøkur ár.
– Jónhild ráddi meg yvir, og
eg minnist enn, tá hon kom eftir
mær á keiini. Í síðum frakka við
pelskraga og øllum, sigur Pipan,
og allar flenna, tí soleiðis høvdu
tær ikki torað at gingið á Tvøroyri
tá. Sostatt var her talan um heilt
aðrar peningaligar umstøður enn
tær vóru vanar við í Føroyum, og
eitt hitt fyrsta Meivør keypti sær
var konfirmatiónsfrakkan.
Látur og grátur
á Grundini
Tær 15 føroysku kvinnurnar í
teirra sjakki arbeiddu fyri reiðaríið
H/F Miðnes, sum átti bæði skip
og virki. Tær fegnast allar um
góðu umstøðurnar, tær fingu frá
reiðarínum. Frítt hús, flutning og
sjúkratrygging.
– Vit arbeiddu og búðu í
Sandgerði, ið liggur skamt frá
Bláa Lóninum, sum flest øll,
ið hava ferðast í Íslandi, helst
kenna. Húsini vórðu rópt Grundin,
og har búðu vit allar samlar.
Mammur, mostrar, systrar og
døtur. Arbeiðið innandura var
býtt hegnisliga millum okkum.
Tær eldru gjørdu mat, og vit
ungu vaskaðu, greiðir Jónhild frá.
Og hinar skoyta uppí, at hóast
aldursmunin, eindust tær sera
væl.
– So har var sjálvandi eitt lív
av aðrari verð, bæði við látri
og gráti, siga tær flennandi og
minnast aftur á dansin í Sam
komuhúsinum og í Krossinum.
– Hetta var fyrstu ferð eg sá
konufólk berjast. Tær íslendsku
vóru meira framligar og drukku
meira, minnist Pipan. Enn
einaferð tekur onkur teirra til
niðurlagið Jaujau, tá stuttur
steðgur er í lívliga prátinum, og
eyguni líta út í rúmið, meðan
minnini ferðast aftur til hesi besti
árini í lívinum. Og tær greiða
frá kvøldunum, tá tær allar sótu
uppi og sungu fleirræddaðir
nostalgiskar sangir, meðan
tær grótu um heimlandið og
fjaðursára fuglin í búri.
Vesipappír um
lokkarnar
Uttan fyri stóðu íslendsku
sjeikarnir og floytaðu eftir
uppsnollaðu føroysku gentunum.
Og onkuntíð eydnaðist tað
teimum at fáa tær við ein biltúr
og í biograf.
– So drukku vit sodavatn og
hugnaðu okkum, sigur Jónhild,
og tær eru samdar um, at tær
ongantíð vóru fyri nøkrum
keðiligum hendingum, tí tær
fylgdust altíð nógvar saman. Tær
minnast, hvussu standurin var, tá
lønin kom og sesongin var liðug.
– Eins og í dag, vóru íslend
ingarnir meira amerikaniseraðir,
og vit vóru nakað so smartar, tá
vit komu heim til Tvøroyrar aftur.
Tá lønin kom, fóru vit beint til
Reykjavíkar við øllum pengunum
og keyptu okkum alt millum
himmal og jørð. Klæði, sminkur
og fóru til frisør.
– Einaferð minnist eg, at eg
hevði verið hjá frisør, sum hevði
sett hárið so flott upp. Tá bant eg
vesipappír um lokkarnar, so teir
skuldu halda sær allan vegin til
Føroyar við bátinum, sigur Meivør
og flennir.
Fremmand
arbeiðsmegi
Allar minnast serliga væl, at tað
altíð arbeiddu nógvir útlendingar
saman við teimum.
– Tá vóru vit føroyingar fremm
andaarbeiðarar, og har kundu
vera 13 ymsar tjóðir umboðaðar
á einum stað. Líka úr Mexiko
og Cuba til Føroyar, og øll fingu
vit líka løn og somu sømdir sum
vanligi íslendski arbeiðarin. Hetta
hugsi eg ofta um, tá eg hoyri
um, at føroyskir arbeiðsgevarar
undirbetala fremmandari
arbeiðsmegi. Tað líkist svartasta
ongum, sigur Meivør hvassliga,
og hinar nikka samtykkjandi og
senda ein takksaman tanka til
grannarnar fyri norðan.
Sum vaksnar hava tær tríggjar
heldur ikki verið bangnar fyri at
taka fatt, bæði úti sum heima.
Pipan, sum í dag er 63 ár,
hevur arbeitt á posthúsinum á
Tvøroyri í mong ár. 64 ára gamla
Jónhild hevur tikið sín kjans á
sjúkrahúsinum, har hon starvast
enn í dag, meðan 60 ára gamla
Meivør í mong ár hevur staðið í
handlinum, sum pápin lat keypa
fyri vinningin úr Íslandi.
Gomlu myndirnar eru privat ogn
Handan íslendska mannin stendur Poula av Tvøroyri. Pipan við kamera og brillum og Jónhild í vatteraðum jakka
Tríggjar lekrar í fiski. Meivør, Jónhild og Michela (systir Meivør) við svintu og kovboyhatti. – Vit vóru altíð
snollaðar upp. Eisini tá vit arbeiddu. Í hatti og sminkaðar, við touperaðum hárið og valki. Ella vit rullaðu tað upp
og bundu turriklæði um.
Ungdómar úr øllum Føroyum hugna sær á Grundini í Sandgerði. Nógv teirra eru bæði ommur og abbar í dag.
– Fýra koyggjur vóru á hvørjum kamari, sum vit hugnaðu um við teppum, hillum og plátuspælara