fríggjadagur 1. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 103 - 1. juni 2007 ]
Ingi venur aftur
Eftir at A-landsliðið var liðugt við sínar venjingar hósdagin,
vandu nakrir av spælarunum hjá B36 á niðara vølli í
Gundadali. Millum spælararnar var eisini Ingi Højsted,
sum var partur av landsliðshópinum, til hann fyri einum
ári síðani fekk krossbandsskaða. Nú er Ingi tó av álvara
byrjaður at venja aftur, og í B36 vóna tey ivaleyst, at hann
verður tøkur, tá farið verður undir seinnu hálvu av
kappingini í Formula-deildini.
Aðru ferð hjá Gattuso
Tá Glasgow Rangers í 1997 spældu Europa-Cup dyst móti
Glasgow Rangers, var ein av spælarunum í skotska
hópinum tann tá bert 18 ára gamli Ivan Gennaro Gattuso.
Italski stríðsmaðurin var tá bert eykamaður hjá skotsku
meistarunum, og hann kom als ikki á vøllin, men hann var
tó við, tá gøtumenn vitjaðu í Glasgow. Millum spælararnir
hjá GÍ ta ferðina vóru Jens Martin Knudsen, sum nú er
málmansvenjari hjá landsliðnum og Sámal Joensen, sum
hesa ferð hevur givið avboð vegna skaða.
Hvat halda bestu
føroysku spælararnir
um bestu av italsku
stjørnunum
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen/
Polfoto
Hóast bæði Frakland og
Týskland áður hava vitjað í
Føroyum, so hevur mótstøð-
an ongan tíð verið so stór,
sum hon er tað í morgin hjá
føroyska fótbóltslandslið-
num. Hóast fyrimunin av
heimavølli, so er tað í løtuni
heimsins sterkasta fótbólts-
tjóð, sum vit skulu royna
okkum ímóti. Á styrkislista-
num hjá FIFA, har Italia alt-
so toppar, eru vit at finna
sum nummar 185, og tí er
tað neyvan so, at italsku
spælararnir vita tað allar
minsta um okkara menn.
Hinvegin man hvørt mans-
barn í Føroyum bera kenslu
við nøvn sum Buffon, Can-
navaro, Zambrotta, Gattuso,
Pirlo, Del Piero og Inzaghi
fyri bert at nevna nakrar.
Og eisini eru hetta spælarar,
sum føroysku »stjørnurnar«
síggja upp til. Onkrar enntá
sum fyrimyndir, ið á mang-
an hátt kunnu virka til at
geva íblástur.
Eftir landsliðsvenjingina
hóskvøldið hittu vit fýra av
okkara á máli og bóðu teir
um at greiða frá, hvat eyð-
kennir teir spælarar á mót-
støðuliðnum, sum vanliga
spæla somu leiklutir, sum
føroysku spælararnir sjálvir
á vøllinum.
Okkara um stjø
Jákup Mikkelsen um
Gianluigi Buffon
- Eg veit ikki, hvat eg skal
siga. Hann hevur bara alt.
Bæði góðar reaktiónir og
sterkur í feltinum. Enn er
hann eisini hampuliga ung-
ur, og tí kann hann eisini
gerast enn betri. Tað verða
í øllum førum fleiri ár, áðr-
enn formkurvan hjá hon-
um fer at ganga niðureftir.
Og ert tú samdur við
teimum, sum siga, at Buff-
on er heimsins besti mál-
verji?
- Ja, tað haldi eg, at
hann er.
Óli Johanne
sen um Fabio
Cannavaro
- Hann hevur jú alt, sum
ein verjuspælari skal hava.
Serliga um tú tosar um
modernaðan verjuspælara,
sum eisini skal duga at
spæla fótbólt. Tað er jú
heldur ikki av tilvild, at
hann er kosin heimsins
besti. Hann er stýrimaður
á liðnum hjá heimsmeis-
tarunum. Hann er sterkur í
luftini, hóast hann ikki er
av størstu monnum. Hann
hevur eitt sera gott avsett,
er kropssterkur og dugur
væl at spæla fótbólt.
Var hann spælarin, sum
tú atkvøddi fyri, tá ársins
spælari skuldi kjósast.
- Tað haldi eg ikki. Eg
minnist ikki reiðiliga, hvar
mín atkvøða fór, men eg
haldi ikki, at hon fór til
hansara.
Christian Høgni
Jacobsen um
Filippo Inzaghi
- Fyrst og fremst hevur
hann eina góða nøs fyri at
fáa mál, soleiðis at hann
dugir væl at plasera seg.
Og hartil er hann eisini
rættiliga
provokerandi.
Togar og heldur og nýtir
allar snildir fyri at koma
til kjansirnar. Faktiskt ein
typiskur og fantastiskur
áleypari.
Kanska ein av slagnum,
sum tú kanst læra nógv av,
bara við at hyggja at hon-
um?
- Heilt bestemt. Eisini tí
hann setir krøv til viðspæl-
arar, og er eftir teimum,
um hann ikki verður spæld-
ur rætt. Tað er kanska nak-
að, sum vit hava ov lítið
av í Føroyum. Hetta at
tora at vera egoistiskur og
frekur og krevja nakað.
Súni Olsen um
Andrea Pirlo
- Hann er ein øgiliga tekn-
isk sterkur spælari. Hann
hevur
ótróliga
neyvar
sendingar, og hann hevur
eitt stórt arbeiðsøki á vøll-
inum. Og so arbeiðir
hann eisini knallhart. Fyr-
st og fremst, so er tó tekn-
iski førleikin og yvirblikk-
ið, sum gera hann til nak-
að heilt fyri seg.
Tað er kanska ein slíkur
spælari, sum tú sært upp
til, tá tú sært hann á vøll-
inum?
- Sjálvandi. Har eru jú
nógvir góðir spælarar á
miðvøllinum. Ikki minst
Gattuso og Ambrosini,
men teir eru kanska meira
arbeiðsmenn.
Men við tekniska
f ø r l e i k a n u m
skínur Pirlo kan-
ska meira enn
hinir báðir, tá
um ræður fót-
bóltsevnini.