Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 103 - 1. juni 2007 Søkt verður hervið eftir deildarleiðara til Sjódeildina á Strandfaraskipum Landsins at byrja skjótast gjørligt. Viðmerkjast skal, at Sjódeildin er fyrrverandi Rakstrardeildin Starvið fevnir um Leiðarin hevur dagligu fyrisitingarligu ábyrgdina av deildini, sum uppgáva er at seta mál og tryggja at fyrisiting og skipsleiðsla arbeiða miðvíst sum eitt "toym" móti sama máli. Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðarinum er at tryggja eff ektivan rakstur av strandfaraskipunum, herundir samskipa manningarviðurskifti, viðlíkahald og trygd. Deildin hevur tætt samstarv við Skipaeftirlitið, klassa, skipasmiðjur v.m.. Leiðarin kemur eisini at virka sum designeraður persónur. Aðrar uppgávur eru: • Fyriskipa deildina eftir tekniska stýringartørvinum • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á anleggum og útbúnaði • Fyriskipa verkætlanir í sambandi við størri broytingar innanfyri tekniska økið • Fyriskipa projektarbeiðið í sambandi við nýbyggingar • Tryggja undirvísing og upplýsing um trygd á skipum (ISM, altjóða trygdarkrøv) • Hava innanhýsis ISM-audit Førleikakrøv • Skipsføraraútbúgving ella útbúgving sum kann samanberast • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Kunnleiki og royndir í prosjektleiðlsu er ein fyrimunur • Kunnleiki og royndir inna EDV-nýstlu • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum Setanartreytir Starvið er lønt í 35. lønarfl okki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Arbeiðsstaðið er í løtuni Yviri við Strond 4 í Tórshavn. Frá 1. januar 2008 er arbeiðsstaðið á Tvøroyri Umsóknir Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tú fært meira at vita við at seta teg í samband við Regin Vágadal, stjóra, tel 343012 ella t-post rev@ssl.fo Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att: Páll Heinesen Yviri við Strond 4 Postboks 88 FO-110 Tórshavn Ella teldupost: pah@ssl.fo Og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007 kl. 12:00 Leiðari til Sjódeildina Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. „Tað er gott at vita, hvar familja og vinir eru. Eisini um tørvur ikki er á teimum“ - Pætur Pumm - Føroya Tele er samtak vi› Mó›urfelag, FT Net, FT Samskifti og Televarpinum. Í samtakinum eru 235 starvsfólk vi› sera fjølbroyttum útbúgvingum og royndum Starvsfólk til Goymsluna á Føroya Tele Søkt verður eftir starvsfólki til goymslu okkara í Havn at byrja 1. juli 2007 ella skjótast gjørligt. Á Goymsluni starvast 5 fólk. Uppgávurnar á Goymsluni eru • umvælingar og returvørur • avgreiðsla við diskin • pakka vørur út • senda vørur til økini • viðlíkahald av ordraskipanini • annað vanligt goymsluarbeiði Førleikakrøv • evni at arbeiða sjálvstøðugt • kunnleika til KT á brúkarastøði • skandinaviskt og enskt mál • góðan røkjuskap • góð samstarvsevni Løn sambært avtalu millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag galdandi fyri Føroya Tele. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Leif Ellingsgaard ella Starvsfólkadeildina á tlf. 303030. Umsóknir við avritum av prógvum og ummælum skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juni 2007 og skulu sendast til Føroya Tele Starvsfólkadeildin Box 27 110 Tórshavn Vit ynskja at takka øllum tykkum ið mintust og gjørdu silvurbrúdleypsdag okkara 24. apríl 2007, so minningarríkan. Katrin og Markus Tummas Brúðarmyndir Vit vilja hervið hjartaliga takka øllum, ið gjørdu okkara 60 ára føðingardagar og hjúna­ band 3. febr. 2007 ógloymandi. Stóra takk fyri allar tær vøkru gávurnar. Takk Marjun fyri hátíðarliga vígslu. Takk Oddvør fyri góða matin. Takk Tórgerð, Hjalmar, Dagfinn og Hans Jacob fyri sera gott borðhald og tónleikin. Takk Kollbrún sum pyntaði Sjónleikarhúsið so vakurt. Takk tit allar sum bakaðu ­ takk til kvøðararnar. Takk fyri allar tær vøkru talurnar. Eina serliga tøkk fáa Bárður, Bryn­ hild og Sólja og øll tykkara vinfólk fyri sera stóra hjálp. Stóra takk øll somul. Bigga og Palle Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á silvurbrúdleyps­ degnum, og tit, sum við sangi og aðrari hjálp gjørdu okkum dagin ógloymandi, takka vit so hjartaliga. Anna og Magnus Skýlindal lýsingar Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Lýsið við brúktum bilum