Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Palau talaði fyri 90.000 fólkum USA: Suðuramerikanski evan­ gelisturin Luis Palau, ið eisini hevur vitjað í Føroy­um, tosaði næstseinasta vikuskiftið fy­ri 90.000 fólkum í amerikanska býnum Nashville. Hetta var í samband við festivalin "The Luis Palau Nashville City­fest", har bæði tónleikur, ekstremítróttur og møtir vórðu hildin. Aftaná kundi Palau fegnast um tiltakið, sum allur býurin hevði verið saman um. ­ Samstarvið millum my­ndug­ leikarnar, felagsskapin millum allar tær y­misku kirkjurnar, stuðulin frá vinnulívinum og ly­klapersónum, saman við tí veruleika at so mong komu saman um Guds kærleika, er ein stór heiðurskvøða til henda býin, segði Palau. Kórsangur og mentan hond í hond Havn: Fy­rsta fríggjakvøld í juni mánaði er árliga Mentanarnáttin í Tórshavnar kommunu. Í kvøld fara nógv y­misk tiltøk av bakkastokki, m.a. eitt við nógvum kórsangi í Ebenezer. Tiltakið by­rjar kl. 22 tá Siloa­ kórið úr Fuglafirði fer at sy­ngja. Síðani sy­ngja Betesda­kórið og at enda Ebenezer­kórið. Kvøldið endar við at øll trý kórini sy­ngja saman. Tómu kirkjurnar skulu brúkast Noreg: Fleiri kirkjur í Oslo hava ov nógv tóm sitipláss undir gudstænastunum. Men nú ætlar kirkjuverjin, Valgerd Svarstad Haug­ land at brúka kirkjurnar til onnur endamál. Í miðbýnum í norska høvuðs­ staðnum eru íalt 1943 sitipláss í 14 meinigheitum, men ein van­ ligan sunnudag eru bert 300 teirra upptikin. ­ Eg trúgvi at mong høvdu fingið eina betri uppliving av gudstænastuni, um kirkjurnar vóru fullar av fólki, sigur Valgerd við norsku Dagsavisen. Arbeitt verður í løtuni við at greina út nýtsluna av Oslo­kirkjunum. Verkætlanin varir fram til 2010, og úrslitið kann føra við sær, at sóknir verða broy­ttar og til at uppgávur og virksemið verður skipaðar á annan hátt. Ætlanin er í øllum førum, at tær tómu kirkjurnar ikki skulu verða verandi tómar. Flyt ikki gomul mørk "Flyt ikki avgomul marka­ skjal, sum fedrar tínir hava sett" Orðtøkini 22, 28 Tað liggur til ungfólk at vilja broy­ta gamlar siðvenjur. Tey­ ungu síggja jú við nýggjum og øðrvísi ey­gum, og sjón teirra sær oftað betrið tað, ið einki gagn er í longur. Vit eiga at fegnast um, at tey­ y­ngru hava dirvið og áræði at taka y­miskar spurningar upp til metingar, tí um tað ongantíð hendir, kunnu vit lættliga stívna í formum, og tað í formun, sum ikki hava Guðs orð aftan fy­ri seg. Men eins og tað er satt og vist, at okkurt ikki er gott, bara tí tað er gamalt, er tað eisini satt, at tað ikki nýtist at vera ringt, bara tí tað er gamalt. Tað kann jú eisini vera, at orsøkin til at tað helt so leingi var hon, at onkur dy­gd var í tí. Tí eiga vit ongantíð at tveita nakað burtur, fy­rr enn við gjølla hava kannað, hvat tað er. Vit leggja ikki merkið til øll virði bara við at skeita at teimum eitt bil. Til tíðir kunnu virði vera inni í, sum vit ikki síggja uttaná. Tá ið høvundin av orðtøkunum ræður okkum til, at vit ikki skulu fly­ta tey­ markaskjal, sum fedrar okkara hava sett, so býr stórur vísdómur aftanfy­ri orð hansara. Hann eigur ta ey­ðmýkt, ið virðir verkið hjá øðrum. Vit eru ikki teir fy­rstu, sum møta á arbeiðsplássinum. Onnur vóru her áðrenn vit, og vit eiga at vera takksom fy­ri, at vit ikki hvørja ferð eitt nýtt ættarlið kemur til, verða noy­dd at by­rja á berum. Tann Guð, ið vil læra okkum øll tað ky­nstur at liva lívið rætt, hevur havt onnur í skúla áðrenn okkum, og tað er stór hjálp fy­ri okkum, at vit kunnu by­ggja víðari á tað, sum Guð lærdi tey­. Amen! orðið Tað hevur gingið væl hjá hjálparfelagsskapi­ num ADRA at selja hús í Kenya. Fleiri føroy­ ingar hava eisini keypt hús til heimleys flótta­ fólk í hesum afri­ kanska landinum Neyðhjálp: Í mars mánaði í ár skipaði ADRA fy­ri einum serstøk­ um tiltaki í Føroy­um, har m.a. tvær gospelkonsertir við donsk songkvinnuni Etta Cameron vóru á skránni. Við hetta høvið var møguligt hjá fólki at key­pa hús til flóttafólkini. Og beinanvegin vóru tað um 50 føroy­ingar sum key­ptu hús í Keny­a. Hetta sama tiltakið er haraftrat sett í verk í Danmark, og í dag kann staðfestast at meiri enn helmingurin av teimum í alt 500 húsunum eru key­pt. Hvørt húsið kostar 3200 krónur, men møguleiki er eisini at key­pa ein part í einum húsi. ­ Tey­ fy­rstu 900 húsini og ein skúli eru longu by­gd við stuðli frá Danida, og tey­ næstu 350 húsini standa í løtuni í gerð. ­ Men talið av flóttafólkum og heimley­sum er framvegis sera stórt. Tí vilja vit fegin hjálpa enn fleiri familjum at fáa sítt egna heim, verður sagt úr ADRA. Hesin felagsskapurin arbeiðir út frá teimum bíbilsku høvuðstrey­tunum um at elska næstan sum sjálvan seg. Íalt arbeiða 4000 starvsfólk hjá felagsskapinum kring allan heimin, og arbeiðir beinleiðis í 120 londum. Tað er kortini ikki bert maðurin á gøtuni, sum hevur veitt donsku deildini av hesum altjóða hjálparfelagsskapinum stuðul. Landsstýrið hevur eisini avgjørt at stuðla verkætlanini í Kongo. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard hevur á fundi við ADRA upplýst, at føroy­ingar sjálvir y­nskja at veita menningarstuðul og ney­ðhjálp, har tað er ney­ðugt. Sjálvur vildi hann ikki y­virfy­ri ADRA­umboðunum seta tøl á hansara ambisjónir fy­ri føroy­sku menningarhjálpina. ­ Men eg vil kortini siga, at vit fegin vilja hagar, har heimurin kring okkum, fer at leggja merki til Føroy­ar og okkara arbeiði, segði hann. Í samrøðuni við ADRA­umboðini metti løgmaður felagsskapin sum virknan, við veruleikakendum og gjøgnumsky­gdum verkætlanum. ­ Tað er ikki trupult at fáa ey­ga á týdningin av at geva heimley­sum flóttarfólkum tak y­vir høvdið og eina nýggja by­rjan í lívinum. ­ Her vilja vit fegin verða við, segði Jóannes Eidesgaard. "Hvussu møta vit nútíðar­ menniskjum við gleði­ boðskapinum?", er evnið sum verður tikið fram leygardagin í næstu viku Toftir: Ley­gardagin 9. juni skipar Heimamissiónin fy­ri boðanar­ skeiði í Missiónshúsinum ”Tabor” á Toftum við dananum Leif Andersen. Leif Andersen er gudfrøðingur og starvast sum lærari á Menig­ hedsfakultetet í Århus og sum ferðaprestur hjá donsku Indre Mission. Í nærum 30 ár hevur hann arbeitt í spenninginum millum tann bíbilska boðskapin og nútíðarmenniskju. Hann hevur nýliga skrivað tvær bøkur um evnið við heitinum ”Teksten og tiden”, sum hava fingið góð ummæli frá ógvuliga y­miskum sjónarhornum. Á skeiðnum við undirheitinum "Gleðiboðskapurin ­ útgáva 2007" verður millum annað umrøtt, hvussu ein kann boða ein óbroy­ttan gleðiboðskap í einum broy­ttum samfelagi, og hvat ey­ðkennir okkara tíð og hvat ey­ðkennir okkum sjálvi. Ein annar týdningarmikil spurningur á skeiðnum er tann, um til eru partar av tí kristna boðskapinum, sum ein í dag skal leggja ein annan dent á? ­ Skeiðið er viðkomandi fy­ri øll, sum onkursvegna hava við boðan at gera, sigur Heimamissiónin. Hesa vikuna: John S. Myllhamar Møta nútíðini við tí gamla boðskapinum Fyrstu 270 húsini eru longu seld