Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 1. juni 2007 41 Maskinfólk til Brennistøðina hjá IRF Søkt verður við hesum eftir einum maskin­ fólki til Brennistøðini hjá IRF, at byrja 1. juli 2007 ella skjótast til ber. Arbeiðið umfatar: 1. Vaktararbeiði 2. Viðlíkahaldsarbeiði 3. Annað fyrifallandi arbeiði innan IRF Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving, s.s. maskinmeistari, elektrikari ella maskinsmiðjur, hevur góðan teldukunnleika, og er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og avvarðandi fakfelag. Umsóknir, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skulu sendast til IRF, Postboks 39, FO­ 520 Leirvík, og skulu vera okkum í hendi innan fríggjadagin 15. juni 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf. 414243, Jacob Petur Johannesen. IRF Postboks 39 520 Leirvík Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Starvslýsing Vit søkja eftir einum røktarstarvsfólki fyri eitt av starvsfólkum okkara, sum fer í farloyvi. Talan er um farloyvisstarv frá 1. juli 2007 til 15. oktober 2008 − 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum. Vit sóknast eftir einum fólkið, ið hevur: • røktarfakligliga útbúgving og/ella royndir innan økið • áhuga í at starvast innan eldrarøkt • hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar Vit bjóða: • góðar arbeiðsumstøður í nýggjum heimi • eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt • eitt starv við nógvum avbjóðingum • eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til virkandi deildarleiðaran á Mørkini, Kristbjørg Toftegaard, á telefon 471050 ella 214570. Umsókn: Send eina umsókn til: Røktarheimið á Mørkini 435 Streymnes Stílað:Kristbjørg Toftegaard Umsóknarfreist: 15. juni 2007 Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimatænastuni Vágar/ Norðurstreymoy. Á Røktarheiminum á Mørkini eru 32 búpláss býtt út á 4 eindir við 8 búplássum á hvørjari eind. Aðalsetningurin fyri heimið er at skapa eitt so heimligt og livandi umhvørvi sum gjørligt. Røktarstarvsfólk til Røktarheimið á Mørkini Heimatænastan Almanna- og Heilsumálaráðið hevur avgjørt at seta í verk eina royndarskipan við koyrandi náttarvakt í Suðurstreymoy. Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum ella heilsuhjálparum at arbeiða í skiftandi vaktum, skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar røkt og umsorgan til heimabúgvandi borgarar og til búfólkini á eldrasambýlunum í Hoyvík og Kollafirði. Førleiki • røktarfakligar royndir • evni til at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd • førur fyri at loysa bráðfengis uppgávur • førur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum • góð samstarvs- og samskiftisevni • koyrikort til persónbil Vit bjóða: • eitt starv við møguleika at menna starvsinnihaldið • eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum røktarfakligum uppgávum • eitt gott arbeiðsumhvørvi Setan, umsókn og freist: Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Nærverkið, og tænastustaðurin í løtuni er Heimatænastan í Suðurstreymoy. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Metu av Fløtum, økisleiðara, á tlf. 317249. Send eina umsókn við prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum og ynskjum um setanarbrøk til: Heimatænastan Skálatrøð 14 100 Tórshavn Stílað: Meta av Fløtum, økisleiðari Umsóknarfreist: 15. juni 2007 Náttarvakt til Heimatænastuna í Suðurstreymoy Heimatænastan lýsingar Pick uP Til sølu Mitsubishi L200 árg. 09/01 koyrt 85.000 km. Lastbilurin hevur sleipikrók. Tlf 211269 P/F Normek søkir eftir goymslulærlingi til at byrja skjótast gjørligt Arbeiði umfatar innkeyp, sølu, logistik og annars verða við til at optimera lagri. Førleikar tínir: Dentur verður lagdur á, at tú hevur góðan førleika at arbeiða við teldu. Lærutreytir: Lærutíðin byrjar skjóast gjørligt, og arbeiðið og útbúgvingin eru skipað eftir galdandi reglum. Løn: Lønin verður ásett sambært galdandi lærusátt­ mála. Umsókn og tíðarfreist: Umsókn skal sendast til P/F Normek, Tróndagøta 63, FO­512 Norðragøta, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. Juni 2007. Aðalfundur Aðalfundur hjá Bygdarfelagnum Glæmuni verður í Glæmuni týskvøldið 19. juni kl 20 við hesi fundarskrá: 1. Formansfrágreiðing 2. Rokniskapur 3. Væl av 2 nevndarlimun 4. Ymiskt Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur ½ tíma seinri Bygdarfelagið Glæman