fríggjadagur 1. juni 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 103 - 1. juni 2007
Starvsfólk til:
Tórshavn
Søkt verður eftir lærlingi til Thomas
Dam ítrótt í Tórshavn.
Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði
innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k,
sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit
bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum
Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport-
og Sport Direct samtakinum og hava vit 3
ítróttarhandlar. Umframt handilin í Tórshavn
hava vit eisini ein á Glyvrum og ein í Klaksvík.
So ert tú ein fryntlig/ ur persónur við áræði og
ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í tá á
stendur ert tú vælkomin at søkja hetta læru-
pláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og 3 ár
við FHS prógvi.
Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at
senda til:
Thomas Dam Ítróttur
Niels Finsensgøta 5
Boks 268
FO-110 Tórshavn
Námsfrøðingur
til Frítíðarskúlan í Fuglafirði
Frítíðarskúlin í Fuglafirði søkir eftir náms
frøðingi, at arbeiða 30 tímar um vikuna, frá 14
august 2007.
Frítíðarskúlin heldur til í skótahúsinum
»Kambur«, á Kambsdali og er ætlaður børn
um, sum ganga í 1. og 2. flokki.
Vit bjóða:
• áhugavert og avbjóðandi starv
• rúm fyri nýhugsan
• náttúruvakurt umhvørvi
Vit vænta at tú:
• kann taka ábyrgd
• dámar væl at vera úti
• dugir væl at samskifta og samstarva
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgev
arafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið
við at venda sær til Jógvan Philbrow leiðara
telefon: 73 77 91.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 15. juni 2007 kl. 10.00.
Umsóknir skulu sendast til: Fuglafjarðar
Kommuna, Norður í Gerði 10B, FO530 Fugla
fjørður.
Býráðið skilir sær rætt til at velja millum inn
komnu umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjarðar
Kommuna
Teknikkari
Søkt verður eftir teknikara at byrja
skjótast gjørligt.
Førleikakrøv:
Fyrimunur er um umsøkjarin er útbúgvin
radiomekanikari, radioteknikkari ella hevur
líknandi royndir.
Hevur kunnleika til teldur og net.
Kann arbeiða sjálvstøðugt.
Koyrikort er ein treyt.
Arbeiði umfatar:
Uppsetan og tænastuveitan av:
Navigatións-, fiskileiti- og samskiftisútgerð
og fylgisveinatænastur til skip.
Vestara Bryggja · Postsmoga 3033
110 Tórshavn · Tel. 352182 · info@vikmar.fo
www.vikmar.fo
L e i ð a r i
til Látipípuna
Hervið verður søkt eftir leiðara til dagstovnin
Látipípuna í Vestmanna at arbeiða 40 tímar um
vikuna.
Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving, og
starvið verður sett frá 1. august 2007 at rokna.
Látipípan er ein stovnur við 20 útibarnagarðs
børnum í aldrinum 5 til 7 ár og frítíðarstovu við
25 børnum í 1. og 2. flokki.
8 starvsfólk eru tilsamans í Látipípuni.
Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku – í vøkrum
náttúruumhvørvi ímillum Hórará og Gjógvará
og tætt við hagan.
Í útibarnagarðinum leggja vit dent á:
• gott foreldrasamstarv
• virðing fyri tí einstaka barninum
• upplivingar í náttúruni
• at búgva børnini til at fara í skúla
Frítíðarstovan heldur til í einum sethúsum Inni á
Fjørð tætt við Fossá, fjøruna og sandin.
Í frítíðarstovuni leggja vit dent á:
• gott foreldrasamstarv
• virðing fyri tí einstaka barninum
• upplivingar saman við javnaldrum
• at læra tey at virða hvønn annan
• at hava tað stuttligt saman
Leiðararnir í Vestmanna eru í einum leiðarabólki
saman við leiðarum úr Suðuroynni, Sandoynni,
Vágoynni og Kvívík.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg
í samband við Maluna Stórá á tlf 230145 ella
tpost ms@vestmanna.fo.
Skrivlig umsókn við prógvi og møguligum við
mælum skal verða kommunuskrivstovuni í hendi
í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007, kl. 12:00.
Vestmanna Kommuna
SKIPARAR
Um tú hevur siglt og kundi hugsa tær eitt
leiðandi starv á sjónum, so kann Klaksvíkar
Sjómansskúli bjóða útbúgving til skipara.
Útbúgvingin gevur rætt til at vera stýrimaður
og skipari á øllum støddum av fi skiskipum.
Eisini gevur skiparaprógv rætt til at vera
stýrimaður ella skipari á handilsskipum upp
til 3000 BT.
Lesnaðurin til skipara tekur 1½ ár og byrjar
6.august.
Klaksvíkar Sjómansskúli
Garðavegur 11
Postsmoga 330
FO - 700 Klaksvík
Tlf. + 298 45 61 28
fax. + 298 45 79 17
t-post : klaknav@klaknav.fo
Hús í Vági til sølu
Sethúsini – Toftalíð 24, matr. nr. 92 – til sølu, um
hóskandi boð fæst.
Tlf. nr. 373044 - 583044
Ogn í Mykinesi til sølu
Ognin – matr. 23, jørð og sethús – til sølu, um
hóskandi boð fæst.
Eisini kunnu húsini og jørðin seljast hvør sær.
Nærri upplýsingar fáast á:
Tlf. nr. 373019 ella 332056
lýsingar
www.sosialurin.fo