Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Tríggjar teirra, sum leitaðu sær til Íslands at arbeiða í fiski, vóru Pipan, Jónhild og Meivør av Tvøroyri, og tær siga sum við ein munn, at hetta var besta tíðin í lívinum. Í dag búgva tær allar á Tvør­ oyri, og hóast lív og lagnur teirra hava leitt tær víða, so hava tær, saman við hinum 12 føroysku kvinnunum í sjakkinum, havt eitt serligt tilknýti hvør til aðra øll árini. – Fleiri av teimum gomlu eru farnar í dag. Men vit, sum eftir eru, tosa altíð, tá ið vit hittast, um árini í Íslandi, siga tær, nú tær hava møguleikan at fortelja um felags minnini úr Íslandi. Tað er Meivør, sum hevur bjóð­ að til minningarløtu í hugnaligu stovuni á Sevmýri á Tvøroyri. So meðan myndaalbum skifta hendur millum hvítu kaffikopparnar og rabarbutrifli, tala minnini á beinraknum suðuroyarmáli, bert avbrotin av einum sorgblíðum og suffandi “jau­jau” av og á, sum fær allar at flenna. Arbeiðs­ leysu árini Møguleikarnir at fáa arbeiði í Føroyum vóru rættiliga skerdir í fimti­ og sekstiárunum. Ikki minst hjá kvinnum, sum vildu forvinna sær nøkur oyru. Ávís tíðarskeið var arbeiðsloysið høgt, og støðan á arbeiðsmarkn­ aðinum somikið óstøðug, at nógvir túsund føroyingar leitaðu sær burtur í onnur lond at arbeiða í fiskivinnuni, einamest í Íslandi og Grønlandi. Millum hesu mongu fólkini, fóru eisini fleiri hundrað ungar gentur og kvinnur til Íslands at arbeiða í “vertið”. Hetta var íslendska heitið á vetrarhálvuni, tá nógv fiskaarbeiði var, og harvið eisini góður peningur at forvinna. Í sjakkum við 12­15 arbeiðskvin­ num átóku tær sær at arbeiða fisk hjá reiðaríum. Arbeiðið var árstíðarbundið, við toski og hýsu vetrarhálvuna á Suðurlandinum og til tíðir eisini við sild í summarhálvuni á Eysturlandinum. Kvinnurnar arbeiddu millum annað í Grindavík, Vestmanna­ oyggjunum, Keflavík, Reykjavík og í Sandgerði. Ilt er at siga nágreiniliga, hvussu nógvar føroyskar gentur og kvinnur leitaðu sær eydnuna í Íslandi, men tøl sum hundraðtals og kanska enntá túsund, hava verið nevnd. Nakrar av føroysku kvinnunum vórðu verandi í Íslandi, fingu sær íslendskan mann og familju, og komu ongantíð heim aftur til Føroya at búgva. Ballarí og sjóverk Um hetta mundið sigldu ymisk skip til Íslands, so sum Dronning Alexandrina, Kronprins Frederik, Kronprins Olaf ella Gullfoss. Og tá var um at vera at fáa onkran raskan sjóðgarp, at taka hond um ungu kvinnurnar, sum ikki altíð vóru so sjósterkar. – Av tí at “vertið” var frá 1. januar til 11. mai, var tað altíð óveður, tá vit sigldu yvir um ársskiftið. Og tað var eitt øgiligt halløj av fólki umborð, við nógvum ballaríi og sjóverki, siga tær tríggjar, ið sum blaðungar leitaðu sær burtur heimanífrá. Thora Holm (Pipan) var 20 ár, tá hon fór yvir árini 1964­1965. Jónhild Hentze var 18 ár, tá hon á fyrsta sinni fór yvir í 1960. Hon og Meivør Hovgaard, sum bert var 13 ár, tá hon fór yvir, arbeiddu har árini ’60­’61 og aftur í ‘64­‘68. Bæði foreldrini og systrarnar hjá Meivør vóru har eisini, eins og mamma Jónhildar. Í frakka við pelskraga Spurdar, hví so nógvar kvinnur valdu at fara til Íslands, svara allar við ein munn, at tað var onki arbeiði at fáa her. – Pápi mín Karl Jespersen var politiskt og fakliga aktivur her á Tvøroyri. So hjá honum var púra ógjørligt at fáa nakað arbeiði. Hann og mamman, sum annars hevði arbeitt í fiski her, fóru tí til Íslands, higar tey eisini ráddu fólki úr Føroyum at koma, sigur Meivør. Foreldrini forvunnu Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007 Fólkalív Rigmor Dam blaðkvinna rigmor@sosialurin.fo ➘ Pipan, Meivør og Jónhild á Tvøroyri í dag Mynd: Bjarni Nygaard Grein í Morgunblaðnum frá januar 1968 um føroyingar í Íslandi Vikuskifti