Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á hvørjum ári vitja meiri enn hálv onnur millión fólk Legoland í Billund Billund Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Næstan ár eru 40 ár, síðani leiðsl­ an á leikuverksmiðjuni LEGO gjørdi av at gera eina serliga leika­ lund í Billund. Úrslitið varð tað væl kenda Legoland, sum í dag verður roknað sum eitt tað besta og mest livandi tekinið um, hvat skapanarevni og hugflog kunnu kasta av sær. Upp ígjøgnum tey 40 árini er leikalundin bygd út fleiri ferðir ­ bæði eftir tørvi og við tí nýggja, sum tíðin og hugflogið hava evnað til. So í dag er Legoland ikki bara ein lund, men eitt heilt land við alskyns tilboðum og avbjóðingum, har dentur verður lagdur á, at tann einstaki skal medvirka. Har eru tokbreytir, bóndagarðar, sjúkrahús og annað ­ alt bygt úr teimum kendu LEGO­kubbunum. Tað sigur ikki so lítið, at meiri enn 50 milliónir kubbar eru brúktir til Legoland, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Tað vardi ikki leingi, til umheim­ urin fekk eyga á leikalundina í Billund, og skjótt vaks talið á útlendskum gestum nógv. Í dag vitja meiri enn hálv onnur millión fólk Legoland á hvørjum ári, og leikalundin er sostatt tað størsta einstaka ferðamálið í Jyllandi. Tann stóri útlendski áhugin fyri Legolandi hevði sum frá leið við sær, at fyritøkan fekk sær tilsvar­ andi leikalundir í Týsklandi, Bret­ landi og í USA, og ætlanin er at byggja næstan tjúgu afturat. Upprunaliga átti Kirk Christ­ ensen­ættin Legoland, men í dag er tað altjóða fyritøkan Merlin Entertainment Group, sum eigur Legoland­leikalundirnar. Legoland – eitt altjóða ferðamál Puntur nummar 18 av 23 Nógvir føroyingar vitja á hvørjum ári Legoland. Hesin drongurin av Skála hugnaði sær í leikalundini í hvítusunnuvikuni