fríggjadagur 1. juni 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 1. juni 2007
summarkapping
52
Berlin – ein
áhugaverdur býur
Berlin er ein sera áhugaverdur býur at vitja á so mangan hátt. Umframt at vera
høvuðstaður í størsta landinum í Evropa, so er hann eisini serligur á annan hátt. Hann er
ein av nýggjastu høvuðsstaðum í Evropa. Stórbýurin, ið fyrst var ein býur, síðani býttur
í tveir býir í tveimum sera ymiskum londum fyri aftur at verða samanlagdur til tann
stórbý, hann í dag er vorðin til.
Berlin sigur frá eini sera sermerktari søgu, eini søgu, ið fleiri okkara minnast. At vitja
í Berlin við ferðaleiðara er eisini nakað heilt serligt. At síggja tey kendu støðini, ið nú
bert standa sum kám minni um eina keðiliga tíð í søgu Týskalands. Partar av
Berlinmúrinum síggjast enn, og tá tú sum ferðafólk stendur eystaru megin múrin, ber til
at hugsa um tey mongu, ið royndu at flýggja vesturum, hóast píkahegn og vaktartorn.
Til ber at vitja staðið, har Hitler búleikaðist og læt lív, og tú kanst vitja hópin av
søvnum av alskins slagi. Í Berlin eru ymisk listaverk, ið lýsa tíðina, tá Hitler sat við
raðið. Til ber t.d at síggja løgna listarverkið, ið sær út eins og ein djúpur brunnur, ið tú í
fyrstani als einki høpi sær í. Hyggur tú nóg leingi niður í dýpið, sært tú hillarnar, ið
mynda allar tær bøkur, ið vórðu brendar í Hitlertíðini. Eisini ber til at vitja labyrintina,
ið er gjørd til minnis um allar teir jødar, ið liðu undir jagstran Hitlers.
Kurfürstendamm er kenda høvuðsgøtan í Berlin við alskins handlum, sølumiðstøðum
og matstovum. Ein sannur dreymur hjá teimum, ið dáma stórar handilsgøtur.
Berlin er høvuðsstaður í størsta landinum í Evropa, Týsklandi. Býurin hevur eina
sermerkta søgu, sum flestu okkara minnast, og harafturat hevur býurin eina ørgrynna av
spennandi støðum, sum eru áhugaverd fyri ferðafólk
Aberdeen er við sínum góðu handilsmøguleikum og bíligu prísum altið eina
vitjan verdur. Býurin hevur nógvar matstovur, náttklubbar og pubbir.
Íroknað prísin er:
• Flogferð Vágar – Aberdeen og aftur við øllum avgjøldum
• 3 nætur á Brentwood Hotel í dupultkamari við morgunmati
• Eyka fyri einakamar kr. 270,-
P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo
EyKA túrur til Aberdeen
Hósdagin 19. juli til sunnudagin 22. juli
www.ff.fo
kr. 3.195,-
fyri hvønn
Sertilboð
Kom sum Aladdin
flúgvandi til Klaksvíkar
Mánadag 8.12
(bert juni, juli, august)
Mikudag 13.04
Fríggjadag 13.00
Sunnudag 13.52
Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík
Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík
Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo
Vælkomin á Hotel Norð
Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45
hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo
• 15 dupultkømur
• Matstova til 250 gestir
• Fundarhøli
• Barr
• Náttúruvakurt
• Buss til hurðina
1. floks
toy til skjúrt,
bæði til børn
og vaksin.
Toy til møttil
og fóður
Pr. metur 698,-
Dr. Jakobsensgøta 21
Tel 31 53 15
Buksuvadmál
Buksuvadmál