mánadagur 4. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2007
tíðindi
Í dag almanna
kunngjørdi Føroya
Banki prospekt
fyri útboði av parta
brøvum í sambandi
við skrásetingina á
íslendska virðisbræva
marknaðinum og
Københavns Fonds
børs. Við hesum
er skjøtil settur á
privatiseringina av
tveimum triðingum
av bankanum
einskiljing
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroya Banki er størsti pen
ingastovnurin á føroyska
marknaðinum við 44% av
útlánunum og 39% av inn
lánunum. Bankin bjóðar
somu tænastur, sum hinir
norðurlendsku
bankarnir.
Bankin hevur 225 starvsfólk
á 20 deildum, sum veita
tænastu til 18.000 privat
kundar og 1.700 vinnukund
ar.
Føroya Banki er seinastu
árini vaksin munandi og
hevur við royndari leiðslu
eina visión um at verða leið
andi bankin í Føroyum.
Bankin ætlar haraftrat at
víðka um vikrsemið uttan
lands við bæði at gagnnýta
verandi førleikar og at
styrkja bankan við nýggjum
serkunnleika og førleikum.
Góð fíggjarstøða
Fyrsta
ársfjórðing
2007
vuksu nettorentu og tæn
astuinntøkurnar við 23%
samanborið
við
2006.
Úrslitið fyri skatt gjørdist
54 milliónir krónur saman
borið við 30 milliónir fyrsta
ársfjórðing 2006. Vaksandi
inntøkustøðið stendst av
sunnum vøkstri í útlánum
bankans. Í 2006 vuksu
útlánini 33% og bara fyrsta
ársfjórðing 2007 eru útlán
ini vaksin 7%.
Føroya Banki væntar ett
gott úrslit í 2007 orsakað av
munandi vøkstri á øllum
økjum umframt góða ávirk
an av nýggjum virksemi.
Bankin væntar í 2007 ein
samlaðan vøkstur í útlánu
num upp á 1,2 milliardir
krónur og nettorentu og
tænastuinntøkur á 320340
milliónir. Útreiðslurnar økj
ast væntandi samanborið
við 2006 orsakað av hækk
aðum útreiðslum til KT,
marknaðarføring og starvs
fólk, men útreiðslurnar fyri
hvørja inntøkukrónu fara
væntandi at falla. Bankin
væntar eitt úrslit áðrenn
burturleggingar og skatt á
145165 milliónir krónur,
og eitt úrslit eftir skatt á
135155 milliónir.
Fíggjarliga mál bankans
er ein árligur vøkstur í
nettorentu og tænastuinn
tøkunum á 10% og í longd
ini ein renting av eginognini
á 12% eftir skatt. Haraftrat
hevur bankin sum mál at
minka solvensin niður í
12%.
Partabrævaútboðið
Partabrævasølan
verður
framd í sambandi við at
Føroya Banki verður privati
seraður, so sum løgtingið
gjørdi av í 2006. Seljandi
partaeigarin er Fíggingar
grunnurin frá 1992, sum
undan søluni eigur 99,4%
av partapeninginum í bank
anum. Útboðin verða 6
milliónir partabrøv gjøg
num alment útboð í Føroy
um, Íslandi og Danmark
umframt eitt altjóða útboð
til stovnsligar íleggjarar.
Harumframt ein rættur til
yvirtillutan á 600.000 parta
brøv aftrat. Eftir útboðið
fer Fíggingargrunnurin frá
1992 væntandi at eiga
39,4% av partabrøvunum
ella 33,4%, um rætturin til
yvirtillutan verður brúktur
til fulnar.
Sølukursurin verður lagd
ur fastur millum 162 og
189 krónur eftir book
buildingháttinum.
Tekningartíðarskeiðið
Tekningartíðarskeiðið verð
ur væntandi frá og við 11.
juni til 19. juni. Latast kann
aftur fyri móttøku av ordr
um upp í tvær milliónir
krónur, áðrenn latið verður
aftur fyri øðrum útboðum,
tó í fyrsta lagi 13. juni
klokkan 17 danska tíð.
Gjaldast skal fyri útbodnu
partabrøvini
í
donskum
krónum. Útbodnu partabrøv
ini verða væntandi latin
elektroniskt tann 26. juni
2007 gjøgnum Værdipapir
centralen,
Eurolear
og
Clearstream ímóti kontant
um gjaldi. Handil við parta
brøvum á ICEX og Køben
havns
Fondsbørs
undir
navninum FOBank byrjar
væntandi
um
21.
juni
2007.
Føroya Banki á børsin
Stjólu stuttleikabát
Ein útróðrarbátur stjól í gjárkvøldið ein
stuttleikabát í Danmark. Maðurin, sum eigur
stuttleikabátin, sat uttanfyri við einum
kaffikoppi, tá ein útróðrarbátur legði upp á
síðuna av stuttleikabáti hansara, sum lá fyri ýla,
og fór avstað við honum.
Tilburðurin var nærhendis Kolding, men enn
hevur løgreglan ikki funnið stuttleikabátin aftur.
Sambært løgregluni er talan um eina rættiliga
óvanliga framferð.
Krav um útflýggjan er burturvið
Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur lítið um bretska kravið um at fáa ein
fyrrverandi KGBmann útflýggjaðan. Bretska kravið er burturvið og tápuligt,
segði Vladimir Putin, forseti, á tíðindafundi í gjár.Bretsku myndugleikarnir vilja
hava fatur fyrrverandi KGBmanninum Andrej Lugovoj í sambandi við morðið á
Alexander Litvinenko í november í fjør. Men russar halda lítið um bretska
kravið. Bretska ákæruvaldið sigur seg hava prógv fyri, at Lugovoj var saman við
Litvinenko um tað mundið, tá Litvinenko bleiv eitraður.
Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, sum eigur Føroya Banka, Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, Janus Petersen, forstjóri og Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður,
á tíðindafundi fyrrapartin
Mynd: Jens Kristian Vang
Janus Petersen, forstjóri,
greiðir frá ætlanunum at
einskilja Føroya Banka
Mynd: Jens Kristian Vang