Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2007 - Hevði landskassin fingið 300 miljónir krón­ur fyri veiði­rætt­ indi um árið, kun­di skatturin hjá hvør­ jum einstøkum skatt­ gjaldara verið lækk­að­ ur við 12.000 krónum um árið. Hjá einum hús­ar­haldi hevði het­ ta soleiðis svarað til 24.000 krónur um ár­ið, sum er nógvur pen­ing­ur at disponera yv­ir aftrat, sigur Kári Pet­er­sen Veiðiloyvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kári Petersen, bú­skap­ar­ frøð­ing­ur, heldur, at tað, sum hevur verið avgerandi í broyt­ing­ini í lógini um vin­ nu­lig­a­n fiskiskap hesaferð, er, at møguleikin hjá tí al­men­na at taka pening fyri veiði­ loy­vi, sum tíðin líður, ik­ki gjørdist verri, enn hann var fyri lógarbroytingina. - Vit hava havt væl­e­tab­ler­ aða rættarpraksis, at tá tú keyp­ir skip við loyvum, ha­va feløg havt brúksrætt – og ikki ognarrætt – til hesi loy­vi í eitt ávíst áramál, og tað eru hesi viðurskifti, sum í nýgg ju broytingini ikki mát­tu gerast verri. Eingi endurgjøld Eisini var avgerandi í lóg­ar­ broyt­ing­ini, sigur Kári Pet­ er­sen, at feløg, sum reka vin­nu, ikki fáa møguleikan at reisa endurgjaldskrøv mó­ti landskassanum fyri mist ella skerd rættindi. - Við nýgg ju broytingini kann landsstýrið skipa so fy­ri, at veiðiloyvi kunnu tak­ ast aftur, tá árið 2017 rennur út. Hesi kunnu tá útskrivast av nýgg jum, samstundis sum peningur tá kann takast fy­ri rættindini, sigur hann. Kári legg ur dent á, at tað, sum var avgerandi at stað­ fes­ta í broytingini, var, at tað er landið, sum framvegis eig­ur rættindini til fiski­ríki­ dø­mi – at hesi framhaldandi eru ogn Føroya fólks. 300 miljónir kr. Búskaparfrøðingurin vísir á, at nógv skip og loyvir eru “handlaði” seinastu árini. - Við hesum sølum sum grun­dar­lagi, hevur verið rok­n­að út, at veiðiloyvini eru verd einar 300 miljónir krón­ur um árið. Hesar mil­j­ ón­ir­nar eru munur millum tað, sum sjálvi skipini eru verd og tað, sum skip og loyv­ir eru seld fyri til­sam­ ans. Á henda hátt kanst tú ó­bein­leið­is rokna út, hvat fiski­rætt­indini eru verd, sig­ ur Kári Petersen. Orðingin í upp runaliga upp­skot­inum hjá Bjørn Kals­ø um, at loyvið “verð­ ur” endurnýgg jað, var av flei­ri ikki hildin at vera nóg neyv. Nú er so broytingin hon, at loyvið “kann verða” end­ ur­nýgg­jað – og tað er sam­ bært løgfrøðingunum, sum nú hava úttalað seg um spurn­ing­in, avgerandi mun­ ur­in. Størri rásarúm Kári Petersen sigur, at hevði lands­kass­in fingið 300 mil­ jó­­­nir krónur fyri veiði­ rætt­ ind­ini um árið, kundi skatt­ ur­in hjá hvørjum einstøkum skat­t­gjaldara – alt annað lí­ka – verið lækkaður við 12.000 krónum um árið. - Hjá einum hjúnum – el­la einum húsarhaldi – hevði hetta soleiðis svarað til 24.000 krónur um árið, og tað er nógvur peningur at disponera yvir aftrat, sum búskaparfrøðingurin te­k­ur til. Hann heldur, at lands­stýr­ ið skuldi havt fylgt Bú­skap­ ar­ráð­num, sum longu í ár 2000 gjørdi eitt upp skot um eitt nú fiskidagabanka. - Eg haldi, at hetta var eitt gott álit, sum Bú­skap­ar­ ráð­ið kom við, og høvdu mynd­u­g­leikarnir havt framt het­ta í verki longu tá, hevði lands­kassin longu havt fing­ ið nógvar miljónir fyri veiði­ rætt­indi. Virðismikil loyvi - Sum eg nevndi, hava sein­ as­tu árini víst, at sjálvi loyv­ ini eru nógv verd, tí rætt­ind­ ini eru “handlaði” fyri nógv­ ar hundrað miljónir síðan ár 2000. Kári vísir á søgur, sum ha­va gingið um, at eitt nú stó­r­felagið í Gøtu, sum eig­ ur trý nótaskip, skal hava fing­i­ð í boði eina miljard fyri síni skip og loyvi. - Um hesi tíðindi eru røtt, veit eg sjálvsagt ikki, men eing­in ivi er um, at við teim­ um prísum, sum skip og loy­ vi eru handlað fyri í sein­as­t­ uni, eru feløgini hjá Varða­ num í Gøtu verd miljardina, sig­ur hann. Kári Petersen vísir á, at tá ið Framherji keypti Krún­ borg við loyvum fyri ein­ar 350 miljónir krónur, var sjálvt skipið helst vert ein­ar 100 miljónir krónur. - Hinar 250 miljónir krón­ ur­nar eru so fyri tað, sum loyv­ini eru verd í 10 ár – el­la einar 25 miljónir krónur um árið, sigur bú­skap­ar­frøð­ ing­urin. Kári Petersen, búskaparfrøðingur: Tilfeingisgjald gevur pláss til skattalætta - Hvussu kunnu teir fáa seg til at rok­na við einum mark­nað­ar­ virði, ið fiskurin hev­ ur í sjónum, áðr­enn fiskimaðurin hev­ur fingið fiskin í trolið. Vita teir ik­ki, at tað finst ein út­reiðs­lu­síða, og vita teir heldur ikki, at al­menn­ar útreiðslur skulu bur­ tu­rav, áðrenn tú nært til botnlinjuna, spyr Før­oy­a Reiðarafelag Veiðiloyvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Hvussu slepp a menn upp ­ øs­tir framat í fjølmiðlunum við tølum, sum einki hald ha­va í veruleikanum. Teir eru raskir at sígg ja inn í fram­tíð­ina og spáa um ríki­ dø­mi, ið ligg ur fyri framm­ an. Hava teir gloymt støð­ una í føroyska fiskiflotanum fy­ri bert tígg ju árum síðan, har skip lógu svínabundin, og eingin so mikið sum tor­ di at eiga skip, ei hevði or­ku til at váða sær í gongd við vinnu á sjónum. Soleiðis spyr Føroya Reið­ ara­fel­ag á heimasíðu síni um dagarnar. Felagið spyr víðari, hvað­ ani upp hæddirnar koma, ið nevndar verða í miðlunum. - Maður stendur algoystur í sjónvarpinum og profeterar um 3-10 miljardir í loyv­is­ virð­um tey næstu árini. Jú, rokn­is­tykkið er einfalt, men hvaðani koma tølini? Og lagt verður aftrat á heim­así­ð­uni: - Búskaparráðið tosar um loyv­is­virði fyri skipabólkar, ið als ikki eftir nøkrum ser­i­ øs­um kalkulatiónum høvdu giv­ið eina positiva til­feing­ is­rentu. Felagið setir nógvar spurn­­ing­ar, og ein er, hvus­ su hesi fólk kunnu fáa seg til at rokna við einum mark­ nað­ar­virði, ið fiskurin hev­ ur í sjónum - áðrenn fis­ki­ mað­u­rin hevur fingið hann í trolið. - Vita teir ikki, at tað finst ein útreiðslusíða, og vita teir heldur ikki, at almennar út­ reiðs­ lur skulu burturav, áð­r­­enn tú nært til botn­lin­ju­ na. Føroya Reiðarafelag spyr eisini, um tað ikki er komið teim­um til hugs, at sama tól skal endurnýgg jast, og at íløg­ur skulu gerast fyri fram­tíð­ina. - Hava teir ikki hoyrt um al­lýs­ing­ina av til­fein­gis­ren­ tu­ni, ið ikki er sjálvt talið á botn­lin­ju­ni eftir av­skriv­ing­ ar og almennar útreiðslur, men samanburðurin við lík­ n­an­di vinnu á landi. Hvussu nógv­ ir veiðibólkar høvdu en­da skeivu megin null­lin­ju­ na, um roknistykkið var ob­jek­tivt og ikki mani­pul­er­ an­di, sum Føroya Reið­ara­ fel­ag tekur til. - Roknistykkið er misvísandi Kári Petersen heldur, at landsstýrið skuldi havt fylgt Búskaparráðnum, sum longu í ár 2000 gjørdi eitt uppskot um eitt nú fiskidagabanka. - Eg haldi, at hetta var eitt gott alit. Høvdu myndugleikarnir havt framt hetta í verki longu tá, hevði landskassin longu havt fingið nógvar miljónir fyri veiðirættindi Auto uttan bensinsølu Eftir at hava selt bensin í meira enn 50 ár er bensinsølan hjá bilstøðini Auto í Havn latin aftur. Auto hevur øll árini selt bensin alt døgnið, men í dag ber til at keypa bensin við gjaldskorti á flestu bensinstøðunum. Auto hevur selt bensin síðan 1956, tá nýgg ja støðin, sum var bygd í samstavi við P/F Shell, varð tikin í brúk. Í 1992 var nýgg jur sáttmáli gjørdur við oljufelagið Statoil um bensin og oljusøluna. Nú fáa vit eisini betri umstøður uttan fyri støðina, tá bensin- og oljupumpurnar vera tiknar burtur, og vit koma at legg ja størri dent á kioskina við t.d. størri vøruúrvali, og koma vit framvegis at veita kundunum okkara eina góða tænastu á høgum støði, sigur Petur Splidt, stjóri í Auto. Lærarafelag fingið portal Síðan aðalfundin í 2006 hevur verið arbeitt fram ímóti, at ein portal fyri alt virksemið hjá Føroya Lærarafelag. Og tað er ikki so lítið, tí umframt sjálvt felagið reka tey eisini Bókadeildina, bókaklubban, Strok, Skúlablaðið og nú eisini Bókamiðsøluna. Hesin portalur er nú komin, og lærarafelagið vónar, at at portalurin fer at vera til mikið gagn hjá lærarum, børnum og øllum teimum, sum hava áhuga fyri skúlaviðurskiftum og bókum.